Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-06-29, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 29. juni 2012síða 28

‹ fyrra síða allar 104 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 29. juni 2012 · Nr. 74 28 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Námsfrøðingur til sambýli ni á Rúnarvegi í Runavík Søkt veður eftir námsfrøðingi til Sambýlini á Rúnarvegi 3 og 6 í Runavík Talan er um eitt starv á 40 tímar um vikuna, frá 1. sept. 2012 ella eftir nærri avtalu. Setanarviðurskifti Starvið verður sett sambært avtalu millum Fíggjar mála­ ráðið og Føroya Pedagogfelag. Setanarøkið er Almanna­ verkið, og tænastustaðurin er fyribils Sambýlini á Rúnarvegi 3 og 6 í Runavík Arbeiðstíðirnar eru skiftandi, og roknast skal við morgun­, kvøld­, náttar­ og vikuskiftisarbeiði. Vikuskiftisarbeiði er 3. hvørt vikuskifti. Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til leiðaran á tlf. 297600 Hevur serøkið tín áhuga og vilt tú vera við til at gera tína ávirkan galdandi, so send eina umsókn. Umsókn Umsóknir við hjáløgdum próvskjølum, viðmælum og C.V. skulu sendast til: Sambýli Rúnarvegur 6 620 Runavík Stílað: Oddfríða Højgaard, leiðari Umsóknarfreist: 13.07.2012 kl.12.00 Lesið meira á heimasíðu okkara: www.av.fo Smyrilsvegur 20 · Postsmoga 3096 · 110 Tórshavn · Tel 360000 Faks 360001 · av@av.fo · www.av.fo www.av.fo Almannaverkið er Føroya Størsta arbeiðspláss við 1.700 starvsfólkum, sum árliga veita 14.000 borgarum eina tænastu ella eina fíggjarliga veiting. Almannaverkið umsitur 1,7 mia. Árliga Starvslýsing Heimatænastan Økisterapeutur til Heimatænastuna – Sandoyar Øki 6 Eitt fulltíðar starv sum økisterapeutur er leyst at søkja frá 1.8-2012. Uppgávan hjá økisterapeutinum er at: • Meta um førleika og tørv á tiltøkum • Veita ADL- og funktiónsvenjing • Veita vegleiðing til starvsfólk og avvarðandi í at vera um brúkaran • Veita ergonomiska vegleiðing, undirvísing og ráðgeving til starvsfólk og avvarðandi • Gera uppfylgjandi arbeiði í samband við útskrivan frá sjúkrahúsi • Viðvirka við meting, útvegan og nýtslu av hjálpartólum, húsabroytingum v.m. Heimatænastan fer í næstum at stovnseta gerandis- rehabilitering, sum verður veitt við tí endamáli, at borg- arin gerst meira sjálvbjargin og tí kann megna geran- dis dagin longst møguligt í egnum heimi. Starvast verð ur tvørfakliga í tilgongdini at seta hesa tænastu á stovn. Venjingarstova er tøk á røktarheiminum Áargarði á Sandi, har til ber at veita venjingar til ávísar sjúklinga bólkar. Vit søkja eftir fólki: • Við útbúgving sum fysioterapeutur ella ergotera peutur • Við góðum samstarvsevnum, og sum kann arbeiða sjálvstøðugt Starvið er lønt eftir sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkisfelag. Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til økis- leiðara Ásu Davidsen á telefon 79 36 00 ella 79 36 01 Umsókn Umsókn við avriti av autorisatión, prógvi v.m skal sendast til: Heimatænastan Sandoyar Øki Miðgøta 8 210 Sandur Umsóknarfreist: 13. juli 2012 Smyrilsvegur 20 · Postsmoga 3096 · 110 Tórshavn · Tel 360000 Faks 360001 · av@av.fo · www.av.fo www.av.fo Almannaverkið er Føroya Størsta arbeiðspláss við 1.700 starvsfólkum, sum árliga veita 14.000 borgarum eina tænastu ella eina fíggjarliga veiting. Almannaverkið umsitur 1,7 mia. Árliga Starvslýsing Heimatænastan Starvsfólk til dagtilhaldið Stjørnulon í Tórshavn Søkt verður eftir heilsufakligum starvsfólki til dag til­ haldið Stjørnulon, Jøkulstræti 4, Tórshavn til setan 1. oktober 2012. Starvsbrøkur 0,875. Stjørnulon er eitt dagtilhald fyri 16 fólk, ið eru minnis­ veik, og sum búgva heima. Dentur verður lagdur á at stuðla húsfólkunum soleiðis, at tey fáa ein inni­ haldsríkan gerðandisdag. Tilboðini fevna m.a. um sang, lesnað, matgerð, ítrivsarbeiði, rørslur og at ganga túrar. Arbeiðsøki • Saman við hinum starvsfólkunum at skapa eitt heimligt umhvørvi, har húsfólkini trívast. • Kontaktpersónur hjá nøkrum húsfólkum og avvarðandi. • Luttaka í matgerð, ítrivsarbeiði og øðrum virksemi. • Skiftandi arbeiðstíðir dagvaktir og kvøldvaktir. Førleikakrøv • Heilsufaklig útbúgving við kunnleika til minnisveik. • Evni til at vera um menniskja í síni heild, har pláss er fyri ymsum áskoðanum. • Evni til at samstarva við húsfólk, avvarðandi og samstarvsfelagar. Vit bjóða: • Heimligt og positivt arbeiðsumhvørvi við fakligum og menniskjaligum avbjóðingum. Setanartreytir Setanarøkið er Almannaverkið, Heimatænastan. Løn sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkisfelag. Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Ester Husgaard, deildarleiðara á Stjørnulon, tlf. 318109. Umsókn Umsókn við avriti av prógvi og cv verður at senda til: Heimatænastan – øki 1 Smyrilsvegur 13 100 Tórshavn Umsóknarfreist: 20. juli 2012 Smyrilsvegur 20 · Postsmoga 3096 · 110 Tórshavn · Tel 360000 Faks 360001 · av@av.fo · www.av.fo www.av.fo Almannaverkið er Føroya Størsta arbeiðspláss við 1.700 starvsfólkum, sum árliga veita 14.000 borgarum eina tænastu ella eina fíggjarliga veiting. Almannaverkið umsitur 1,7 mia. Árliga Starvslýsing Heimatænastan www.sosialurin.fo