Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-06-29, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 29. juni 2012síða 29

‹ fyrra síða allar 104 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

29 Fríggjadagur 29. juni 2012 · Nr. 74 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 40 ára starvsdagur og 60 ára føðingardagur Í sambandi við mín 40 ára starvsdag og 60 ára føðing­ ardag, hevði tað glett okk­ um at sæð familju, vin­ir og kenningar til eitt hugna­ligt kvøld í Mjørkadali fríggja­ dagin 29. juni frá kl. 17. Sæniorsergent Niels Boje Christensen 80 ára føðingardagur Hósdagin 5. juli verður Jastrid Rein 80 ár. Dagurin verður hildin heima, í Skúlagøtu 8 frá kl. 12.00. Øll eru hjartaliga vælkomin. 120 ára føðingardagar Laila og John Frandsen halda 120 ára føðingar­dag 21. juli. Familja, vinir og kenningar, ið ynskja at halda dagin sam­an við okkum, vinar­liga sigið okkum frá innan 7. juli á tlf. 217387 ella 317387 ella á 239618. Dagurin verður hildin í Róðrarneystinum á Argjum 21. juli kl. 19.00. Laila og John Brúdleyp 25. august giftast Signhild Petersen av Strond­um og Sámal Joensen úr Vestmanna. Vígslan verður í Sjóvar kirkju kl. 14:00 og veitslan verður í Vestmanna Ítróttarhøll kl. 18:00, har øll eru hjartaliga vælkomin. Tilmelding til veitsluna kann gerast við at ringja til Signhild á 251493 ella Sámal á 230329 innan 25. juli. Brúdleyp Leygardagin 18. august giftast Linda Weihe, Tórshavn, og Óla Hendrik av Fløtum, Tórs­havn, í Havnar kirkju kl. 13.00. Veitslan verður hild­in í Dansi­frøði kl 18.30. Tey, ið vilja gleða okkum við at koma, verða biðin um at tekna seg, áðrenn 20. juli, við at skriva á teldupost lindaogolahendrik@yahoo. com ella við at ringja á telefon 317060. Brúdleyp Leygardagin 11. august giftast Niels Magnus­sen og Mariann Dal­foss, Trongisvágur. Vígsl­ an verðu­r í Tvøroyrar kirkju kl. 16.00. Brúðar­veitsla verður í høllini í Trongisvági kl 19.00. Tey, ið vilja hátíðarhalda dag­ in saman við okkum, verða vin­ar­liga biðin um at siga frá innan 21. juli á tlf 261530 ella 212357. Brúdleyp Leygardagin 14. juli, giftast Joan Hansen, Toftir, og Sverri Vilhelm, Kunoy, í presta­garð­ inum í Klaks­vík. Vælkomst verður í bygdar­húsinum í Haraldsundi frá kl 17.00. Øll eru hjartaliga vælkomin. Prógv Helgi Person Jacobsen hevur frá Oslo Uni-versitet lokið prógv sum master í religion og samfunn. 75 ára føðingardagur Mánadagin tann 16. juli fyllir Jógvan Petersen 75 ár. Dagurin verður hildin í Føgrulíð 24. Byrjað verður kl. 19.00. Øll eru hjartaliga vælkomin. Merkisdagar tøkkir Eg og foreldur míni takka øllum, ið gleddu meg á fermingardegi mínum 4. mai. Heilsan Rebekka Petersen Hjartaliga takka vit øllum, sum vóru við til at gera hjúnabandsdag okkara 11.11.11 so góðan og ógloymandi. Eisini ynskja vit at takka øllum tykkum, sum á ymiskan hátt hjáptu til áðrenn brúdleypið. Heilsan Lisbeth og Regin Tvingsilssøla yvir festibræv til Eyðans stovu­ garðin í Sandavági Mikudagin tann 29. august 2012, kl. 13:15 verður á Dómara skriv­ stovuni, rættarsali VI, C. Pløyensgøta 1, 100 Tórs­ havn hildin tvings ils søla yvir festibræv til Eyðan­ stovugarðin í Sandavági. Fyrireikandi tvingsils­ sølu fund ur er ásettur at fara fram á Dómara skriv­ stovuni, rættarsali VI, C. Pløyensgøta 1, 100 Tórs­ havn mikudagin, tann 4. juli 2012 kl. 13:00, og er tann, ið metir seg at hava veð ella onnur rættindi í smápørtunum, inn kallaður til fyri reik­ andi tvingsilssølufundin. Festi er innangarðs matr. nr. 154a, Sandavágur sam bært tingbókini til víddar 26288 kvm um ­ framt uttangarðs 1 mørk í Eyðansstovuhaga matr. nr. 374c, Sanda vágur. Tvingsilssølan er um biðin av Inga Højgaard, adv., Yviri við Strond 4, 100 Tórshavn, tlf. 203040, www.lawfirm.fo (sak nr. 4601102), sum kann geva nærri upplýsingar um festibrævið. Áhugað kunnu eisini síggja søluuppstilling og onnur skjøl í sambandi við tvingsilssøluna við at venda sær til Dómara­ skrivstovuna tlf. 311003 (sak nr. AS 2­22/2012). Føroya Fútarættur, tann 28. juni 2012 Tvingsilssøla av fjósi Mikudagin, tann 29. august 2012, kl. 13:15 verður í Rættarsali VI á Dómaraskrivstovuni, C. Pløyensgøtu 1, 100 Tórs­ havn hildin tvingsilssøla yvir ognina matr.nr. 210a, Sandavágur (AS nr. 2­23 /2012). Fyrireikandi tvingsils sølu­ fundur er ásettur at fara fram í Rættarsali VI á Dómaraskrivstovuni, C. Pløyensgøtu 1, 100 Tórs­ havn mikudagin, tann 4. juli 2012 kl. 13:00, og verður tann, ið metir seg at hava veð ella onnur rætt indi í samband við tvingsilssøluna, inn kall­ aður til fyrireikandi tving ­ sils sølufundin. Talan er um fjósið til hoyr­ andi Eyðans stovu garðin á Giljanesi. Grundøkið er sambært tingbókini til støddar 37272 m2. Á grundøkinum stendur fjós til mjólkineyt. Til ognina hoyrir partur í matr. nr. 374c, Sanda­ vágur, 1 mk. og 6 gl. í Eyðansstovuhaga. Tvingsilssølan er umbiðin av Inga Højgaard, adv., Yviri við Strond 4, 100 Tórshavn, tlf. 203040 (sak nr. 4601102), sum kann geva nærri upplýsingar um ognina. Áhugað kunnu eisini síggja søluuppstilling og onnur skjøl í sambandi við tvingsilssøluna við at venda sær til Dómara­ skrivstovuna tlf. 311003 (sak nr. AS 2­23/2012). Føroya Fútarættur, tann 28. juni 2012 www.gevidblod.fo VILT TÚ GEVA BLÓÐ? Vilt tú vera við til at bjarga lívum, kanst tú teknað teg hjá einum av blóðgevarafeløgunum ella umvegis heimasíðuna www.gevidblod.fo Fólk kunnu geva blóð 3. hvønn mánað. Ein posi av blóði kann bjarga upp til trimum mannalíum