fríggjadagur 29. juni 2012síða 32
‹ fyrra síða allar 104 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 29. juni 2012 · Nr. 74
32
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttur
Jóannes Hansen
Tað eru tvey av liðunum, sum undan
kappingarbyrjan vórðu roknað at
verða millum toppliðini, ið hitt
ast í Sarpugerði í kvøld. Serliga
meistararnir í B36 hava ikki livað
upp til tað, sum tað frammanundan
varð roknað við. B36 er ellivu stig
frá toppsessinum, og harvið tykjast
vánirnar fyri, at tað fyri fyrstu ferð
skal eydnast at endurvinna FM
heitið, ikki at vera góðar.
B36 hevur verið nógv skaða
plágað, og soleiðis er tað framvegis.
Serliga meint hevur tað verið, at
Jákup á Borg og Lukasz Cieslewicz,
sum í fjør skoraðu 29 av 63 málum,
ikki hava verið førir fyri at spæla
við fullari ferð. Teir eru framvegis
plágaðir av skaðum, men teir vera
báðir í ferðalagnum norður til Gøtu
í kvøld.
Í fjør vóru Odmar Færø og Jonas
Flindt
Rasmussen
sannførandi
miðverjugreipa. Higartil í ár hevur
Odmar verið burturstaddur, og
nógvu tær seinastu ferðirnar hevur
Jonas ikki verið við, tí hann hevur
verið skaddur. Í kvøld verður Odmar
partur av B36 liðnum, meðan Jonas
framvegis er skaðaplágaður.
Heini í Skorini er við aftur, eftir
at hann var leikbannaður í heima
dystinum ímóti TB.
Tølini siga, at tað eru tvey lið í
aldudalinum, sum í kvøld bresta
saman í Sarpugerði. Í 8. umfari vann
B36 3-0 heimasigur á Víkingi. Inntil
tá hevði tað gingið sum eftir ánni
hjá Víkingi, sum ikki hevði tapt í
sjey teimum fyrstu royndunum og
tá var sannførandi oddalið.
Tað varð roknað við, at sigurin
á Víkingi var signalið um, at nú fór
tað at roynast betri hjá B36, men
tølini siga, at gongdin síðani tá
hevur verið alt annað enn góð hjá
Víkingi og B36.
Síðani tá hevur B36 úrtøkan
verið seks stig í seks dystum, og
Víkingur hevur vunnið sjey stig í
seks dystum.
Víkingarnir
eru
illa
sølaðir
undan síðstu uppgerðini undan
stutta summarsteðginum, tá ið
bæði Víkingur og B36 skulu royna
seg í europeisku kappingunum.
Tríggir av teimum, sum verða
roknaðir millum lyklaspælararnar,
eru leikbannaðir. Tað snýr seg um
liðformannin Atla Gregersen og
miðvallarstríðsmenninar
Evrard
Blé og Hans Jørgen Djurhuus.
Stútti vongverjin í vinstru, Hanus
Jacobsen, hevur verið nógv skaða
plágaður, og hann var ikki við fyri
viku síðani.
Tá ið Víkingur og HB síðsta
sunnudag spældu í Sarpugerði, var
úrslitið 2-2. Uppgerðin var darvað
av nógvum vindi av landnyrðingi,
sum er herviligur í Gøtudali, og
tað vóru fleiri, sum undraðust á,
at dysturin ikki varð útsettur frá
sunnudegnum og til mánakvøldið.
Forsøgnin sigur, at hann aftur í
kvøld verður landnyrðingur, og at
vindferðin verður stór!
Á kambinum og í dalinum
Meðan KÍ hevur fingið fult fýra
tær seinstu ferðirnar, so eru tað 360
minuttir síðani, at FC Suðuroy sein
ast skoraði eitt mál.
Tað er liðið, sum nógvu tey sein
astu umførini hevur havt bestu
gongdina, ið vitjar á Vágseiði í
morgin. KÍ hevur vunnið fulla úr
tøku burtur úr fýra teimum sein
astu umførunum, og síðani eyð
mýkjandi 5-0 tapi í Gundadali ímóti
HB, hevur KÍ einki mál latið fara
ígjøgnum í trimum dystum, og tá
ið tað stóð nógv á, so koppaði tað
klaksvíkingum til fyrimunar, og
teir fóru úr Gundadali við 3-2 sigri
ímóti meistarunum í B36.
Hjá FC Suðuroy hevur gongdin
verið heilt øðrvísi, enn hon hevur
verið hjá KÍ. Nú eru tað 360 minuttir
síðani, at suðuroyingarnir seinast
skoraðu, og teir hava einki stig
fingið burtur úr seinastu trimum
umførunum. Síðsta málið skoraði
liðformaðurin Palli Augustinussen
í fyrsta minutti í heimadystinum
ímóti Víkingi 10. juni. Úrslitið ta
ferðina var 1-1.
Hetta var í fyrstu royndini, eftir
at FC Suðuroy hevði skift venjara,
og tá varð roknað við, at hetta
kanska fór at vera fyrsta stigið á
vegnum ímóti bjarging. Soleiðis
hevur tað víst seg ikki at vera, og nú
kappingin er meiri enn hálvrunnin,
bíða tey á Vágseiði framvegis eftir
fyrsta sigrinum.
Hjá KÍ er vongverjin í høgru
Álvur F. Christiansen leikbannaður.
Allir FC Suðuroy spælararnir eru
tøkir. Tá ið liðini hittust í Klaksvík
13. mai var úrslitið 5-1 heimasigur.
Nýggjur heimavøllur
á Svangaskarði
Tað er fyrst og fremst stríðið um
at sleppa undan hóttanini av
niðurflyting, sum er á dagsskránni,
tá ið TB í morgin vitjar B68 á nýggja
graslíkinum á altjóða vøllinum á
Svangaskarði. Hóast kærkomna
sigurin ímóti NSÍ á útivølli fyri viku
síðani, so er B68 framvegis undir
strikuni. TB er trý stig frammanfyri
B68, og tí er tað týdningarmikið hjá
TB ikki at tapa á Svangaskarði.
Tølini siga, at tað er sjáldan, at
tvøramenn fara krøktir til hús aftur,
eftir at hava roynt seg á útivølli. TB
hevur seks ferðir verið á útivølli
higartil í ár, og tað er bara eftir
fyrstu ferðina norðanfyri – eftir
2-0 tap í Runavík – at einki stig er
fingið til høldar. Merkisvert er tað
eisini, at TB framvegis eigur fyrsta
sigurin á útivølli á. Allar hinar fimm
ferðirnar hevur úrslitið verið javn
leikur, og ikki minst fyri viku síðani
var talan um gott avrik, tá ið tað í
Gundadali eydnaðist at greiða 1-1
ímóti meistarunum í B36.
B68 hagtølini á heimavølli eru
einki at reypa av. Í seks royndum
hevur tað bara eydnast at vinna
eina ferð – 3-2 ímóti NSÍ.
Stóri trupulleikin hjá B68 hevur
higartil verið, at nógvir spælarar
hava verið skaðaplágaðir, men nú
er farið at lýsna. Í 2-0 sigrinum í
Runavík vóru allir tøkir uttan Jann
Ingi Petersen. Framrættaðu Keita
og Ukpei vóru við partar av dyst
inum.
Tølini siga, at verjuparturin hjá
B68 ikki hevur verið sannførandi.
Tí eru toftamenn serliga fegnir
um, at tað í Runavík eydnaðist at
halda tætt. Jóhan Dávur Højgaard
og Oddur Højgaard stóðu seg væl í
miðverjuni. Einar Hansen var leik
bannaður fyri viku síðani. Nú er
hann tøkur aftur.
Hjá TB eru allir spælararnir tøkir.
Í gjár boðaði felagið frá, at sátt
máli er undirskrivaður við Nenad
Stankovic, sum er gamal kenningur
í føroyskum fótbólti. Eitt nú hevur
hann umboðað B68.
Í 8. umfari vann TB 3-1 á B68
við Stórá í 120 ára føðingardags
dystinum.
Tað stendur nógv upp
á spæl á Varmakeldu
HB hevur 22 stig, og ÍF hevur 21
stig á ávikavíst fjórða og fimta
plássi. Víkingur er á triðja plássi
við 26 stigum. Tí er setningurin hjá
bæði HB og ÍF at vinna og harvið
at styrkja um fyritreytirnar næsta
ár at vera við í europeisku kapp
ingunum, sum hvørki av liðunum
er partur av í ár.
Tølini siga, at fuglfirðingar tær
seinastu ferðirnar hava havt gott
tak á havnarmonnunum. Fyrr í ár
vant ÍF burturúr HB í Gundadali,
har úrslitið var 4-1 til ÍF, og tað var
bæði merkisvert og minniligt, tá
ið ÍF í síðsta umfari í fjør við 7-1
heimasigri so rudduliga staðfesti,
at HB kappingarárið var total kata
strofa.
Eftir stórtapið á heimavølli ímóti
ÍF hevur gongdin hjá HB ikki verið
nakað at reypa av. Sjey stig í seks
dystum er ikki úrtøka, sum teir í
sigursvanda felagnum eru nøgdir
við.
Fyri viku síðani var avrikið gott
í Sarpugerði, og teir í HB vóru ikki
nøgdir við 2-2.
Hjá ÍF hevur úrtøkan heldur ikki
verið nakað at reypa av síðani góða
avrikið í Gundadali. Átta stig í seks
dystum og heimavøllurin hevur
ikki verið serligur skansi.
Undan uppgerðini ímóti HB er ÍF
skaðaplágað. Danski álopsspælarin
Simon Skibsted, sum í trettan dyst
um hevur skorað fýra mál og har
við er næstbesti ÍF málskjúttin, er
illa skaddur. Hann er farin aftur
til Danmarkar, og tað verður ikki
roknað við, at hann verður at síggja
aftur í reyðu ÍF troyggjuni.
Miðvallarálitismaðurin Høgni
Madsen noyddist av vøllinum
longu í 10. minutti, tá ið ÍF fyri viku
síðani tapti 1-0 í Klaksvík. Hann
hevur ikki vant í hesi vikuni, og
fyrrapartin í dag varð tað mett at
vera lítið sannlíkt, at hann verður
tøkur í morgin.
Ofta vísir tað seg tó, at spælarar,
sum hava verið illa fyri, kortini
eru tøkir, tá ið tað ræður um. Eitt
gott dømi um ein, sum ofta hevur
verið skaðaplágaður, men kortini
er á vøllinum, tá ið tað ræður um,
er Bartal Eliasen. Hann hevur ikki
vant í hesi vikuni, men kortini vóna
teir í Fuglafirði, at hann verður før
ur fyri at spæla ímóti HB.
Nenad Saric hevur verið plág
aður av skaða. Hann var á beink
inum alla tíðina ímóti KÍ, og hann
er tøkur at spæla ímóti HB.
Tað hevur ljóðað, at HB skal
styrkja um liðið, nú flytingarvind
eygað aftur er opið, men enn er
eingin fráboðan komin úr Gunda
dali. Rógvi Poulsen, sum plagdi at
vera ein av eyðsýndu miðvallar
unum, hevur vant við HB.
Tølini siga, at tað serliga er í
verjupartinum, at tað haltar. Nítjan
mál eru farin ígjøgnum, og tað eru
fleiri enn hjá øllum hinum seks, sum
higartil ikki hava verið tyngd av
hóttanini av niðurflyting. Sambært
góðum keldum í Gundadali sigst, at
verjuálitið hjá FC Suðuroy, Heini
Vatnsdal, er gott boð upp á nýggjan
HB miðverja, men hesi tíðindi eru
ikki váttað.
Nú stendur á hjá NSÍ
Tað er botnur ímóti toppi, tá ið NSÍ
í kvøld tekur ímóti EB/Streymi.
Teir í Sundalagnum eru topplið, og
tað er ikki minst á útivølli, at EB/
Streymur hevur staðið seg væl.
Higartil í ár hevur toppliðið verið
sjey ferðir á útivølli, og úrtøkan er
18 stig . Seks ferðir á rað eru teir í
EB/Streymi farnir norður aftur til
Margáir við fullari úrtøku. Tað var
bara í fyrsta útidystinum, sum var
í Sarpugerði, at tað ikki eydnaðist
at vinna. Ta ferðina vann Víkingur
2-1.
Hjá EB/Streymi vóru veteranar
nir Egil á Bø og Sorin Anghel ikki við,
tá ið liðið við 2-0 sigri á FC Suðuroy
á Jóansøku kom aftur á beint eftir
heimatap ímóti Víkingi. Pætur Dam
Jacobsen var á beinkinum. Hann er
ikki enn komin heilt fyri seg eftir
skaðan, sum leingi hevur plágað.
Nú er Sorin Anghel tøkur aftur eftir
leikbannið fyri viku síðani.
Meðan tað hevur roynst væl hjá
EB/Streymi á útivølli, so hevur úr
tøkan hjá NSÍ á heimavølli verið
soltin. Higartil hevur tað bara eydn
ast at vinna ímóti TB og B36. Støð
an í stríðnum fyri at sleppa undan
hóttanini av niðurflyting gjørdist
verri, tá ið NSÍ fyri viku síðani lá
undir 2-0 á heimavølli ímóti grann
unum í B68.
Eingin NSÍ spælari sá gula kortið
ímóti B68, og teir í Runavík eru
fullmannaðir, nú teir í kvøld skulu
stríðast ímóti toppliðnum.
Felags fyri bæði NSÍ og EB/
Streym er, at tey í næstu viku skulu
í europeiska eldin. Takið hjá Kára
Reynheim og Heðini Askham er at
fáa spælararnar at varðveita fokus
á uppgávuni í kvøld, áðrenn tað
verður flutt á altjóða avbjóðing
arnar í næstu viku, men tað verður
ikki mett at vera nakar trupulleiki.
Tá ið NSÍ í 8. umfari vitjaði í
Streymnesi, var talan um tætta upp
gerð, sum endaði við 1-0 heimasigri.
Egil á Bø skoraði einsamalla málið,
tá ið ein lítil tími var farin.
joannes@sosialurin.fo
effo-deildin 15. umfar upptakt
nr. lið
dystir
vunni
javnt
tapt
+ mál - mál
+/-
stig
1 EB/Streymur
14
9
3
2
23
11
+12
30
2 KÍ
14
8
3
3
22
16
+6
27
3 Víkingur
14
7
5
2
21
12
+9
26
4 HB
14
6
4
4
31
19
+12
22
5 ÍF
14
6
3
5
24
13
+11
21
6 B36
14
5
4
5
22
18
+4
19
7 TB
14
4
5
5
18
22
-4
17
8 NSÍ
14
4
2
8
18
22
-4
14
9 B68
14
4
2
8
12
25
-13
14
10 FC Suðuroy
14
0
3
11
3
36
-33
3
Effodeildin
Víkingarnir eru illa sølaðir
Fótbóltur Tríggir av føstu monnunum eru leikbannaðir, tá ið illa sperdu
meistararnir við nýggjum íblástri koma í Sarpugerði í kvøld