Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-06-29, síða 33
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 29. juni 2012síða 33

‹ fyrra síða allar 104 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

33 Fríggjadagur 29. juni 2012 · Nr. 74 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Ítróttur euro 2012 Finalan Jákup á Borg: Spania - Italia 0-0 (Spania vinnur upp á brotsspark) Finalan endar 0-0. Hettar tí at serliga Spania hevur eina sera góða verju, og gott passningsspæl men hava ikki ordiliga skapt nóg nógv har frammi. Tí rokni eg ikki við at teir fara at skora. Einasta sum kann broyta hettar er, um teir brúka Fernando Torres álopinum. Spania vinnur tó brotsspark- kappingina Hjalgrím Elttør: Spania - Italia 1-0 Ein undirhaldandi finala, har Spania er leikliga omaná, meðan Italia hevur tolnið og bíðar til møguleikin uppstendur. Eg tippi Italia at vinna EM, teir hava víst øðiliga góðan hugburð og spæla eisini góðan fótbólt. Andrea Pirlo er besti leikarin í kappingini, og við avgerandi avleveringini finnur hann Claudio Marchisio í avgerð finaluna. Málskjúttar: Claudio Marchisio Gunnar Nielsen: Spania - Italia 2-1 Eg vænti at Spania vinnir dystin 2-1 eftir ein sera javnan dyst. Spania ferð at hava bóltin nógv, men Italia fara at standa væl á vøllinum og dúgva nógv uppá kontra vid vælspælandi Andrea Pirlo og Mario Balotelli á odda. Spania er stadigvekk tad besta liðið í Europa. Teir hava royndirnar Í skulu til við at teir hava vunnið alt, sum er at vinna, og teir hava ein sera breidan hóp, sum í síðsta enda kann gerða munin. Eitt lið, sum kann stilla vid Andres Iniesta, Xavi, Xabi Alonso, David Silva og Cesc Fabregas verða altíð ringir at steðga. Tí vinnir Spania. Málskjúttar: Cesc Fabregas, Xabi Alonso og Mario Balotelli. Helgi L. Petersen: Spania - Italia 1-0 Spania vinnur EM – dysturin endar 1-0. Tað verður ein jøvn finala, har mesta av spælinum verður á hálvuni hjá Italia. Tað verður avgerandi, um Pirlo megnar at halda høga støðið ímóti væl spælandi miðvallarunum hjá Spania. Eisini verður avgerandi, hvønn leiklut Super-Mario hevur givið sær sjálvum. Hann fær helst ein høvuðsleiklut, men um leikluturin verður góður ella ringur, tað er trupult at spáa um. Málskjúttar: Fabregas fær einsamalla málið seint í dystinum. Møguliga endar vanligi dysturin enntá 0-0 og hetta málið ikki kemur fyrrenn í eykatíðini. Tippararnir: Finalan Heri Simonsen Fyri fyrstu ferð nakrantíð møtast Spania og Italia í einari enda­spæls­ finalu. Millum sín hava hesir báðir latínsku fótbóltsrisarnir heili 14 EM og HM finalur at vísa á. Italia hev­ur vunnið fýra og hevur tapt tvær HM-finalur, og haraftrat hava teir vunnið eina og tapt eina EM-finalu. Spania hevur vunnið tvær EM-finalur og tapt eina, har­ aftrat hevur Spania vunnið ta ein­ astu HM-finaluna teir hava verið í, nevnliga HM-finaluna í 2010 í HM-endaspælinum í Suður­afrika, tá spaniólar vunnu 1-0 á Hollandi. Spania vann EM-final­uni í 1964 á heimavølli ímóti Sovjet­sam­veld­ inum við einum 2-1 finalusigri. Í 1984 tapti Spania 0-2 ímóti Fraklandi í EM-finaluni á Parc des Prince í París. Ì 2008 vann Spania 1-0 á Týsklandi í EM-finaluni á Ernst Happel leikvøllinum í Wien. Italia byrjaði tíðliga Italia gjørdist tíðliga eitt fótbólts­ stórveldi. Longu í tí næsta HM- endaspælinum í 1934 vann Italia HM á heimavølli. Í finaluni vunnu teir azurbláu 2-1 á Kekkoslovakia aftaná longda leiktíð. Í 1938 endurtók Italia bragdið við at vinna HM finaluna í París ímóti Ungarn við einum sannførandi 4-2 sigri. Heili 30 ár gingu áðrenn Italia aftur kom í eina finalu. Italia mátti tó gjøgnum tvær finalur á Stadio Olompico í Róm í 1968, áðrenn tað eydnaðist at knógva Jugoslavia. Fyrra finalan endaði við javnleiki 1-1, meðan umdysturin – tað brúkti teir tá á døgum – endaði við einum 2-0 sigri til Italia. Tvey ár seinni var Italia í HM-finaluni ímóti Brasil í HM- endaspælinum í Meksiko, men har var lítið at gera hjá italiumonnum, sum taptu heili 1-4 ímóti einum vælspælandi brasilskum liði við Péle á odda. Loksins heims­ meistarar aftur Í 1982 gjørdist Italia loksins heims­ meistari aftur, tá teir í HM-finaluni á Santiago Bernabeu í Madrid vunnu ein sannførandi 3-1 sigur á Vesturtýsklandi. Ì 1994 hevði Italia møguleikan at fáa hevnd fyri HM- finalutapið í 1970, tí tá møttu teir aftur Brasil í finaluni, sum hesaferð var leikt í Los Angeles í Kalifornia í USA. Dysturin endaði við einum málleysum javnleiki aftaná 120 minuttirs spæl. Brasil vann brotssparkskappingina 3-2, har m.a. Roberto Baggio brendi fyri Italia. Í 2000 spældi Italia EM-finalu ímóti Fraklandi í Rotterdam. Italia var á odda meginpartin av dystinum við einum máli, sum Delveccio skeyt í 22. minutti. Ikki fyrr enn í 90. minutti javnaði Wiltord fyri Frakland. Og í yvirtíðini skeyt David Trezeguet gylta sigursmálið í 113. minutti, sum tryggjaði Fraklandi EM-heitið. Seks ár seinni fekk Italia hevnd yvir Frakland í HM-finaluni á olympiska leikvøllinum í Berlin. Tað stóð á jøvnum 1-1 aftaná 120 minuttirs spæl. Í brotssparkskappingini skoraðu italiumenn uppá øll fimm brotsspørkini, meðan Trezeguet á hesum sinni gjørdist syndarin hjá Fraklandi. Dysturin er tó mest kendur fyri skallaran, sum franski bóltsnillingurin, Zinedine Zidane gav Marco Materazzi, tí hesin segði nøkur niðrandi orð um familjuna hjá Zidane. Italia førir hagtalsliga Italia og Spania hava síðani 1927 leikt 13 A-landsdystir ímóti hvørjum øðrum. Av teimum 13 dystunum hevur í seks førum verið talan um venjingardystir, meðan tað hevur staðið nógv uppá spæl í hinum sjey dystunum. Í HM-endaspælinum í Italia í 1934 møttust liðini tvær ferðir. Tá á døgum brúkti ein ikki longda leiktíð, men umdyst aftaná ein javnleik. Tá liðini møttust í fjórðingsfinaluni endaði tað fyrst við javnleiki 1-1, meðan Italia vann umdystin 1-0. Liðini møttust ikki aftur í einum týdningarmiklum dysti fyrr enn í 1980, tá liðini í tí innleiðandi bólkaspælinum í EM-endaspælinum í Italia leiktu javnleik 0-0. Italia og Spania vóru í bólki saman aftur í EM- endaspælinum í Vesturtýsklandi í 1988, tá vann Italia 1-0. Liðini møttust í HM-fjórðingsfinaluni í Boston í USA í 1994, tá vann Italia 2-1. Liðini møttust aftur í einari EM-fjórðingsfinalu á Ernst Happel leikvøllinum í Wien. Aftaná 120 minuttirs spæl stóð á jøvnum 0-0. Spaniumenn vóru kaldari í brotssparkskappingini, og teir fingu fýra av fimm brotsspørkum í netið, meðan italiumenn brendu tvey av fýra brotsspørkum. Í teimum 13 landsdystunum landanna millum er talan um fimm sigrar til Italia, fimm javnleikir og tríggir sigrar til Spania. Níggjunda finalan hjá Italia – fimta hjá Spania Fótbóltur Hagtølini millum teir latínsku fótbóltsrisarnar eru rættiliga jøvn, tó at Italia hevur oftari vunnið týdningarmiklar endaspælsdystir