Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-06-29, síða 42
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 29. juni 2012síða 42

‹ fyrra síða allar 104 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 74 · 29. juni 2012 6 VIKUSKIFTI TIPS FRÁ eydnu eydna@sosialurin.fo Teir ganga í løtuni sum heitt breyð kring allan heimin, og stjørnur sum Beyoncé, Miranda Kerr, Penélope Cruz og Alicia Keys eru sæddar í teimum Sneakers við fjaldum kílahæli Tað var franski sniðgevin Isabel Marant, sum var fyrst við hesum skónum, men fleiri sniðgevar hava gjørt henni sniðið eftir. Fert tú uttanlands í summar at shoppa, hav so eyguni eftir hesum slagnum av skóm – teir eru eitt absolutt mást beint nú. Antin til cowboybuksur ella til ber bein og niðurdeil ella stuttar buksur. Fert tú ikki uttanlands – ella røkka pengarnir ikki til einar dýrar merkjaskógvar – kanst tú njóta myndirnar og gleða teg til teir væntandi skjótt fara at koma frá bíligaru skógvamerkjunum eisini. Isabel Marant Rashida Jones Kate Bosworth Beyonce Miranda Kerr Converse Nike Isabel Marant Buffalo Marc Jacobs