Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-06-29, síða 43
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 29. juni 2012síða 43

‹ fyrra síða allar 104 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 74 · 29. juni 2012 7 VIKUSKIFTI Hvussu er at vera countrysongkvinna? Tað er eitt ótrúliga stuttligt og spennandi lív, og tað besta er, at mann møtir so nógvum fantastiska fittum og positivum menniskjum. Og kenslan, eg fái av at syngja fyri einum glaðum publikumi, er heilt óbeskrivilig. Hvat hevur verið størsta upplivingin í tónleikinum? At møta og syngja við countrylegenduni Jim Ed Brown og at merkja atmosferina backstage á The Grand Ole Opry, tá eg var gestir hjá honum. Har møtti eg eitt nú Kenny Rogers, Conny Smith, Josh Turner og Charlie Pride. Hvat droymir tú um við tónleikinum? Eg droymi um at gera míni egnu løg og tekstir. Samtíðis droymi eg um, at old school tónleikurin varðveitir eitt pláss í framtíðar countrytónleikinum, og her vil eg royna at gera mín part. Hvør er tín fyrimynd? Píka sjey! Hatta var alvorliga torført at svara uppá, tí eg havi so nógvar, men um eg skal velja eina, so er tað helst Loretta Lynn, ið bleiv kend sum »The First Lady of Country Music.« Hon er 80 ára gomul og still going strong. Hvussu heldur tú teg í form? Eg royni at ganga nakrar túrar av og á, men eg má heilt erligt viðganga, at eg eri ikki serliga aktiv fyri tíðina. Eg havi tó fingið eitt nýtt hobby, sum eg ætli mær at gera meira við, og tað er at spæla borðtennis. Teir, sum eru í mínum orkestri, duga rættuliga væl at spæla borðtennis, og tá okur møtast til orkesturvenjing, plaga okur at taka nakrar rundur, men teir smyrja meg altíð av. Eftirsum eg ikki dámi at tapa, eri eg til stuttleika byrja at venja hjá pápabeiggjanum, sum hevur borðtennis borð í kjallarinum. So um nakrar mánaðir er ikki at vera fyri. Hvat kann gera teg bangna? At missa míni kæru er sera ræðandi fyri meg. Hvat angrar tú í tínum lívi? At eg ikki fekk mær eina útbúgving, áðrenn eg fekk børn. Eftir at eg havi fingið børn, havi eg tikið tey fram um alt annað, og tí havi eg ikki tikið útbúgving. Eg helt, at tað fór at vera lættari, so eg taki hattin av fyri teimum mammum, sum megna at nema sær eina útbúgving. Hvat ger teg glaða? Tá tað gongur væl hjá teimum, sum eg eri góð við, og tá ein góður country klassikari er at hoyra í radionum. Annars at hugna mær saman við familju og vinum. Hvat er tað besta við føroyska summarinum? Vildi ynskt, at eg kundi sagt veðrið, men tað kann eitt nú vera, tá alt byrjar at grønka og spretta. Eisini dámar mær væl stevnurnar og festivalarnar. Og tað at familja og vinir uttanlands byrja at venda nøsina heim í summarferiu. Hvar dámar tær at ferðast, tá ið tú fert uttanlands? Nashville! Hvat er tín lívrættur? Hetta kann ljóðað løgið hjá teimum, sum kenna meg og vita, hvussu kræsin eg eri, tá tað kemur til mat. Men eg elski seyðarhøvd! Serliga tunguna. Hvat lesur tú? Barnabøkur... í løtuni Herviliga Henry. Eg lesi hvørt kvøld fyri børnunum, tá tey fara í song. Annars lesi eg eisini vikubløðini. Hvat gert tú um 10 ár? Torført at svara uppá, so nú droymi eg meg bara fram til, at eg eri fleirmillióningur og havi akkurát vunnið mína triðju Grammy fyri Best Country Artist of the year. Haha, nei tvass! Vónandi livi eg av tónleikinum og havi sett mítt navn fast í countrybransjuni. Ferðaleiðarin á gonguferðini í Italia hevði sett seg við einum glasi av grappa eftir døgurðan. Vit sótu nøkur í garðinum hjá gistingar­húsinum. Hann opnaði bókina, sum hann las í hvørt kvøld. Og hann festi sær í. Nú er friður eina løtu, hugsaði eg, at hann hugsaði. Summarkvøld, grappa, ein góð bók og ein sigarett. Lat vera, segði so ein. Hatta er ikki gott fyri teg. Tað dámdi Andrea, soleiðis eitur hann, lítið at hoyra, sera lítið. Hann gjørdist firtin, stýrdi sær tó. Hann segði, at hann roykti tríggjar um dagin. Eina um morgunin, eina á middegi og so eina eftir døgurðan um kvøldið sum nú. »And it is holy!« Og so helt hann fram við at lesa í bókini hjá sær og roykja sína sigarett. It is holy. Júst tað. Gevið okk­ um, sum heilsutrúboðararnir ikki hava frelst, for helviti frið. Ein vanlig gerandishending, handan við heilagu sigarettini. Øll hava gloymt hana, sum vóru har. Men ikki eg. Eg minnist hana viðhvørt, og hvørja ferð, onkur danskur heilsuprofetur er í Føroyum og selur føroyingum, sum ikki ætla sær at doyggja, sálarbót. Minnist sera fáorðaða heilsu­ kjakið góða summarkvøldið í Carfagnana fjøllunum. Eitt gott ferðaminni at eiga. Dennis Wilson í Beach Boys doyði 39 ára gamal, tá hann kavaði eftir at hava drukkið ein heilan dag. Hann livdi lívið. Hann livdi rock and roll, sum tey siga. Hann segði: »They say I live a fast life. Maybe I just like a fast life. I wouldn’t give it up for anything in the world. It won’t last forever, either. But the memories will.« Nú er fótbóltur hvørt kvøld. Og allir miðlar kappast um at spyrja fótbóltsserfrøðingar, sum kappast um at gita skeivt. Í staðin fyri at bíða til dystir­ nir eru lidnir, og tá spyrja, hvør vinnur. Tá er ein teoretiskur møgu­leika at fáa rætta svarið. Eg minnist ein EM ella HM dyst, sum eg sá á einum verts­ húsi. Antin var tað í Írlandi ella á Jameika, minnist ikki og sama ger. Týskland var so annað liðið, sum spældi, minnist heldur ikki, hvørjum teir spældu ímóti. Men eg minnist, at týskarar høvdu ein Klinsmann á sínum liði. Hann var rættiliga góður og gjørdi mál, haldi eg. Við grannaborðið sótu eini týsk hjún og dóttir teirra. Hon var, giti eg, okkurt um 18 ár. Sá gott út, skal sigast. Hendan týska gentan hevði ikki stórvegis áhuga fyri fótbóltinum. Men hvørja ferð frá­søgu­maðurin segði Klinsmann, og tað var ofta, endurtók hon orðið, og hon longdi iið, Kliiiiiiiiiiinsmann. Og tað gjørdi hon sera sexut og eiggiliga. Klinsmann var hennara maður tann dagin. Ella bara hennara orð, kanska. Eitt kynsørandi orð í stutt­um buksum. Klinsmann, hann rann undan á skíggjanum. Demokratiið er í summarfríi, men samfelagið er ikki steðgað fyri tað. Fólkatalið minkar fram­ vegis. So tað ber illa til at geva løgtinginum skyldina fyri tað beint nú. Tí tað er í summarfríi. Religiónin hevur tó ongantíð frí. Hatta er ikki gott, hatta við fólka­talinum, sum endar við at ger­ast manntal, tí eingi fólk vera eftir. Rovini av fleiri føroyingum liggja í kirkjugørðunum í Danmark enn í kirkjugørðunum í Føroyum. Innlánsrentan lækkar. Hon er null, so nú verður hon minus okkurt tal. Og vit skylda bank­ anum fyri at hava pengar har. Útlánsrenta av innláni. Kvinnur duga líka so væl sum menn. Møsn og tvætl. Kvinnur duga líka so illa sum menn. Andrea gongur aftur í summar í Carfagnana fjøllunum og hevur sína halgistund í roykilsi um kvøldið. Vónandi í friði. Gentan hjá Klinsmann hyggur aftur eftir EM og bíðar eftir, at onkur sigur Klinsmann. Umafturafturum høgni djurhuus Móðurmálsviðursløn 2012 EVI TAUSEN lagt til rættis: Eyðun Klakstein Elskar at syngja fyri glaðum fólki Hon angrar, at hon ikki fekk sær útbúgving áðrenn børn, hon elskar kensluna at syngja fyri glaðum fólki, og so er hon farin at venja borðtennis Holy Klinsmann