Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-06-29, síða 44
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 29. juni 2012síða 44

‹ fyrra síða allar 104 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FERÐSLUVANLUKKA Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo – Eg havi sæð mannin aftur, sum tók bæði foreldrini frá mær. – Og eg havi fyrigivið honum, tí sum kristið menniskja eigi eg at fyri­ geva. Janus Dam Guttesen í Havn er av­ kláraður í dag. Men tað er lítið at ivast í, at fyrigevingin hevur kravt nógv av honum, tí hann hevur meiri enn tey flestu at fyrigeva einum øðrum menn­iskja. Pálmasunnudagur 23. mars 1997, var ein góður dagur. Nøkur av teimum, sum nýttu høvi at spáka sær ein túr um náttúrðatíð í góðveðrinum henda dagin, vóru Kriss og Lis Guttesen í Havn. Tann 31 ára gamli sonurin, Janus Dam Guttesen, fylgdust við teimum, sum tey fóru spákandi eftir niðaru gongu­breytini yviri við Strond. Á leiðini hitta tey kenningar og fylgdust við teimum eitt petti ímeðan prátað varð um leyst og fast. Men so rakar vanlukkan sum snar­ ljós av bláum himli. Tveir bilar koma koyrandi um kapp við fullari ferð inn ímóti Havnini. Tann eini bilurin koyrir í vinstru síðu tá ið førarin fullkomiliga miss­ur tamarhaldið á bilinum sum fer skreið­ andi eftir gongubreytini og sópar fimm av fólkunum á gongubreytini undan sær. Stoyturin var so harður, at tvey av teimum doyðu, ein triði meiðslaðist rættiliga illa og tvey onnur fingu snuddir, sum ikki vóru heilt so álvar­sligur. Tey, sum doyðu, vóru Kriss og Lis Guttesen og sonurin Janus meiðslaði seg heilt illani við tað, at hann breyt bæði ryggin og lærhálsin. – Tað einasta, eg minnist frá van­ lukkuni er, at eg sá ein bil koma »flúgvandi« og so ørminnist eg, at eg lá í einum sjúkrabili og at mamma lá undir liðini á mær, sigur hann. Misti trúnna Tað, sum hendi aftan á vanlukkuna fekk fullkomilga Janus Dam Guttesen at missa trúnna á, at vit liva í einum rættarsamfelagi. Og hóast hetta nú eru 15 ár síð­ani, hevur hann ikki fingið álitið á rættar­ skipanina aftur enn. – Bilførarin, sum koyrdi, misti koyri­kortið og fekk ein dóm upp á tríggar mánaða fongsul, men dómurin var treytaður, so hann slapp undan at sita. Hann misti eisini koyrikortið í nøkur ár. – Hin bilførarin, fekk einar 1500 krónur í bót, sum hann skeyt inn fyri landsrættin. Men tað loysti seg ikki, tí bótin varð hækkað. Janus heldur als ikki, at revsingin stendur mát við brotsverkið. – Tað var eitt sera álvarsamt brots­ verk, tí tvey lív vórðu tikin og sjálvur fekk eg varandi mein. Men Janus sigur, at hóast vitni svóru eið upp á at siga sannleikan í rætt­inum, er hann sannførdur um, at tað gjørdu tey ikki fyri at káva útyvir revs­ingina. Og tað skelkar hann framvegis innast í sálina, at fólk enntá ikki siga sannleikan undir eiði, í Føroya Rætti av øllum støðum. – Afturat tí at eg misti foreldrini og sjálvur fekk mein, er mín rættarkensla fullkomiliga tikin frá mær og hana fái eg aldrin aftur. Janus hevur fingið varandi mein av vanlukkuni, sum avmarkar hann í hansara virksemi. Hann lá á sjúkrahúsi í einar fimm mánaðar í Føroyum og í Danmark. – Eg eri ikki sterkur í beinunum og fái ikki runnið eftir sløttum. Eg má ansa sera væl eftir at eta rættan mat, annars orki eg onki. Parkeraði sorgina Eftir vanlukkuna fekk Janus tilboð um at tosa við sálarfrøðing. – Men eg orkaði slett ikki at arbeiða við sorgini. – Sálarfrøðingurin fór at tosa um Guð og teir heilt stóru spurningarnar í lív­inum og hann helt, at eg mátti finna út av, hvørja ætlan, Guð hevði við hesi vanlukkuni. – Slíkt tos skilti eg púra onki av og slíkar tankar kundi eg slett ikki fáa at rúmast í høvdinum akkurát tá. – Eg haldi tvørturímóti, at Guð ætlaði slett ikki at hendan vanlukkan skuldi henda yvirhøvur. – Ein vakran sunnudag tók ein skilaleysur bilførari bæði foreldrini frá mær. Men eg eri komin víðari og eg havi fyrigivið manninum, sigur Janus Dam Guttesen, sum sjálvur fekk varandi mein í vanlukkuni Eg havi fyrigivið nr. 74 · 29. juni 2012 8 VIKUSKIFTI