Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-06-29, síða 45
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 29. juni 2012síða 45

‹ fyrra síða allar 104 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Janus sigur, at tískil var bara eitt hjá honum at gera og tað var at parkera sorgina, men tað var ringt. Hann kom tó eisini at tosa við ein annan sálarfrøðing, sum hjáltpi honum nógv, tí hesin sálarfrøðingurin tosaði mest um leyst og fast og øll møgulig vanlig gerandisviðurskifti. – Tað var akkurát tað, eg hevði brúk fyri. Hann sigur eisini, at eisini grannar og vinfólk, hjálptu honum ómetaliga væl. – Grannar vitjaðu meg á sjúkra­ húsinum og tosaði um alt møguligt vanligt og keðiligt smáttarí, sum var, hent í grannalagnum. – Onkur undirhelt meg við stutt­ ligum søgum. Janus sigur, at eftir at hava ligið á sjúkrahúsið so leingi, hjálpti tað hon­um ómetaliga gott, bara at verða dag­førdur um tað, sum var hent í granna­lagnum. – Eg orkaði ikki at tosa um annað enn tey vanligu gerandisviðurskiftini, so tað var heilt fantastiskt, tað gjørdi mær gott. Komin yvir tað Janus heldur kortini, at nú er hann komin yvir tað. Men tað eru nøkur viðurskifti, sum hann kann øsa seg upp upp. – Eg skilji ikki tá ið fólk siga, at vit kunnu læra av eini vanlukku, ella at mamma mín doyði, tí Guð hevði brúkt fyri henni í himmiríki. – Hetta er ein umbering fólk brúka rættiliga ofta, kanska mest fyri at ugga seg sjálvi. – Men hatta trúgvi eg so ikki upp á. – Tvørtur ímóti trúgvi eg, at Guð vildi ikki, at foreldur míni skuldi doyggja. Eg trúgvi heldur ikki, at Guð letur foreldur doyggja frá smábørnum. Tvørtur ímóti trúgvi eg, at hann ger tey frísk, so tey kunnu vera hjá sínum børnum. – Tú lærir onki av eini vanlukku, Ert tú opin lærir tú av øllum. Lívið verður heldur ikki ríkari av eini van­ lukku. Tvørturímóti varð mítt lív fá­ tækari, tí eg misti foreldrini og fekk varandi mein sjálvur, sigur Janus Dam Guttesen. Ein góður dagur Sunnudagin er minningardagur teirra deyðu í ferðsluni. Sjálvur ger Janus ikki so nógv burtur úr degnum longur – Men eg havi onkuntíð lagt blómu­tyssi á staðið Yviri við Strond, har mamma og babba lótu lív. – Eg haldi avgjørt, at tað er eitt gott tiltak, sum fær fólk at hugsa, tí blomu­tyssini framvið vegnum eru ein áminning um, at her hevur ein ferðslu­vanlukka kravt mannalív. – Tað er ein óhugnalig at verða mintur um tað og vónandi ger tað sítt til, at tey, sum hava lyndi til at koyra ov skjótt, hugsa seg um. – Tí haldi eg, at dagurin hevur stóran týdning, sigur Janus Dam Guttesen. Hinvegin heldur hann eisini, at tað eru nøkur átøk, myndugleikarnir eiga at gera fyri at bøta um ferðslu­ trygdina. – Eg haldi at har tað ber til, eigur vegjaðarin at verða gjørdur úr bleytari tilfari, so at tað ikki er sum at renna í bergið, tá ið bilar fara útav. Hann saknar eisini, at bilaverja er ímillum gongubreytirnar, so at fólk til gongu, ikki verða rakt, skuldi tað hent, at ein bilførari missur tamarhaldið á bilinum. Tað er onki at ivast í, at slíkar bila­ verjur høvdu bjargað fleiri manna­ lívum. – Eg haldi eisini, at myndatól eigur at verða sett upp á úrvaldum støðum, sum avmyndar bilar, sum koyra ov skjótt. Janus saknar eisini, at fleiri vegbungur verða gjørdar á vegnum. – Men tað skulu ikki vera veg­ bungur sum tær, sum eru gjørdar, tí tær eru ikki gjørdar rætt við tað, at tað er neyðugt at seta ferðina niður í einar 10 km/t fyri ikki at knúsa bilin sundur og tað irriterar bilførarar mark­leyst. – Í øðrum londum verða veg­bung­ urnar gjørdar soleiðis, at tann, sum heldur hámarksferðina, merkir tær yvirhøvur ikki og slíkar skuldu vit havt fleiri av í Føroyum, heldur Jan Dam Guttesen. nr. 74 · 29. juni 2012 9 VIKUSKIFTI – Eftir vanlukkuna mátti eg bara parkera sorgina, men nú eri eg komin víðari sigur Janus Dam Guttesen, sum fullkomiliga hevur mist álitið á, at vit liva í einum rættarsamfelagið og tað sárið lekist aldrin. Her er hann Yviri við Strond, har ein skilaleysur bilførari tók bæði foreldrini frá honum mynd: Álvur Haraldsen