fríggjadagur 29. juni 2012síða 46
‹ fyrra síða allar 104 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 74 · 29. juni 2012
10
VIKUSKIFTI
Samskifti
Eydna Skaale
post@sosialurin.fo
Um tú hevur havt eyguni eitt sindur
við tær seinasta árið ella tvey, hevur tú
heilt víst varnast, at smáir svart-hvítir
fýrakantar eru alsamt meiri at síggja.
Bæði í lýsingum, í bløðum, á keyp/sølu-
síðum og aðrastaðni við.
Ókeypis
QR er ein stytting av enska heitinum
»Quick Response«. Kotan, sum sær út
sum ein terningur av onkrum slagi,
er í grundini eitt slag av strikukotu,
sum tó er tvey dimensionell. Í staðin
fyri at vísa ein prís á eini vøru, sum
vanligu strikukoturnar í handlunum
gera, kunnu QR-koturnar vísa alt frá
teldupost adressum og telefonnumrum
til heimasíður og lýsingar á netinum.
Tað heilt snilda er, at tær tørvar
einki serligt skanningartól. Tú kanst
nevniliga nýta fartelefonina at skanna
QR-koturnar við, um tú hevur eina
smartphone, og um tú hevur tikið app'ið
niður av netinum. App'ið, sum gevur
tær QR-avlesaran inn á fartelefonina,
er ókeypis, og tað er tað eisini at nýta
koturnar. Patentið er nevniliga frítt, so
øll ókeypis kunnu gera sær sína egnu
QR-kotu við sínum boðskapi.
Marknaðarføring
QR-koturnar verða í alsamt størri
mun nýttar sum ein týðandi liður í
marknaðarføring og upplýsing. Ikki
bert av teimum fínu lýsingar- og sam
skiftisstovunum, men eisini av van
ligum fólkum. Tað er nevniliga sera lætt
at gera sær sína egnu QR-kotu.
Ætlar tú at selja okkurt: hunda
hvølpar, eina teldu ella vetrardekk,
ber til at gera eina QR-kotu til høvið.
Hon verður sett á lýsingina og til dømis
prentað í eini avís, og tá fólk skanna
kotuna við fartelefonini, verða tey leidd
beint inn á eina heimasíðu, har tú neyvt
kanst lýsa tað, tú ynskir at selja.
Fjaldur, almennur boðskapur
Tað er dýrt at lýsa, og ofta kundu helst
bæði lýsari og lesari hugsað sær, at fleiri
upplýsingar vóru í lýsingatilfarinum.
Men við at gera ein lítlan tekst, til
dømis »Bilur bíliga til sølu«, og síðani
seta eina QR-kotu við síðuna av, kunnu
øll, sum eru áhugað í at frætta meiri um
bíliga bilin, skanna kotuna inn og koma
beint inn á eina síðu, har bæði lýsari og
lesari kunnu hava ein breiðari pall at
samskifta á, uttan nakran kostnað.
Í kotuni er nevniliga ein leinkja fjald.
Hendan leinkjan leiðir teg beinleiðis
inn á eina heimasíðu, eitt videobrot, eitt
telefonummar ella annað á netinum.
Men tú fært boðskapin beinleiðis inn
Hon sæst allastaðni. Summi hava varnast hana og nýta hana
javnan. Onnur hava aldri givið sær far um hana. Men hon
vinnur alsamt inn á fleiri øki í samfelagnum og er vorðin ein av
skjótastu og snildastu háttunum at fáa ein boðskap út
QR-kotan
nýggi
samskiftis
pallurin
QR-kotan er vorðin ein av skjótastu og snildastu háttunum at fáa ein boðskap út
mynd: Álvur Haraldsen