Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-06-29, síða 47
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 29. juni 2012síða 47

‹ fyrra síða allar 104 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 74 · 29. juni 2012 11 VIKUSKIFTI á tína fartelefon, uttan nakað annað stríð enn at halda telefonini út fyri QR- kotuna og lata hana gera arbeiðið. Tá tú hevur tikið QR-lesaran niður av netinum, nýtir hann myndatólið í tíni fartelefon til at lesa kotuna við. Tú heldur bara myndatólið upp móti kotuni, og app'ið lesur kotuna, tendrar ein browsara til netið og leiðir teg beint inn á adressuna, sum er fjald í tern­ inginum. Á henda hátt er bæði skjótt og lætt at gera av, um bíligi bilurin veru­ liga er nakað fyri teg. Á gravsteinum Tað nýggjasta er, at QR-kotur verða høgdar ella slípaðar inn í gravsteinar. Al­samt fleiri avvarandi vilja varðveita minn­ið um tann farna, og við eini QR- kotu á gravsteininum kunnu fólk, sum koma á grøvina ella fram við grøvini, síggja meiri enn bert navnið og føði- og deyðsdato. Við at taka telefonina upp úr lummanum og skanna QR-kotuna á grav­steininum, kunnu tey til dømis koma inn á eina heimasíðu um tann jarð­aða. Har kunnu tey avvarandi lýsa tann deyða, leggja myndir ella video­ brot inn og geva fólki eina fatan av, hvør og hvussu tann jarðaði var. Á henda hátt kunnu tey lata minnið um tann deyða liva víðari. Lætt at fáast við QR-koturnar eru lættar at fáast við, og alt tær nýtist, bæði til at gera koturnar og til at avlesa tær, finst á netinum. Tað eru fleiri skipanir, sum hjálpa tær at gera ynsktu koturnar – tær kunnu vera alt frá sera flottum skip­ anum, sum fáa allar smálutir við, til meiri einfaldar skipanir, sum geva tær møgu­leika at koma við grundleggjandi upp­lýsingum. Leitar tú á netinum finnur tú hópa­ tals síður, sum hjálpa tær á veg og greiða tær frá, hvat tú skalt geva tær far um, tá tú fert undir at gera nýggjar QR-kotur. Danir eru púra vekk Í Fjareystri eru QR-koturnar at síggja allastaðni. Her í Evropa eru tær nú um at vinna sær sæti, og í Danmark munnu tað til dømis vera fá lýsingabløð, sum ikki hava eina QR-kotu við leinkju til heimasíðuna hjá handlinum. Kanningar vísa, at danir nýta kot­ur­ nar nógv. Serliga eru tað ungir menn, sum eru áhugaðir, men ungu kvinn­ urnar liggja ikki langt aftan fyri í nýtsl­ uni. Flestu hava roynt at skanna kotur, sum hava verið prentaðar í lýsinga­ bløðum, avísum ella bløðum, og 65% av teimum, sum hava nýtt QR-kotur, halda, at tað gav eina góða og positiva upp­living. Enn eru ikki nógvar QR-kotur at síggja í almenna rúminum her í Før­ oyum. Onkrar stórar fyritøkur hava gagn­nýtt skipaninia, men tað er helst bara ein spurningur um tíð, áðrenn QR- kotur verða at síggja allastaðni. Uttanlands hevur hetta serliga og tøknliga slagið av upplýsingarhátti vunnið seg inn sum ein týðandi partur av sam­skiftinum millum menniskju, og vit fara heilt víst eisini at síggja meiri til tær her heima. Tað er bæði lætt, ómaks­ leys og – ikki minst – ókeypis. Fakta • QR-kotan varð ment av eini fyritøku í Japan í 1994 og er ein tvey dimensionell matriks-kota • Upprunaliga var hon nýtt á eini bilverksmiðju • Hóast uppfinnarin hevur tikið patent uppá QR-kotuna, hevur hann sent hana út á netið til ókeypis nýtslu. • Ein vanlig strikukota kann goyma 20 tøl. Ein QR-kota kann goyma upp til 7.089 tøl. • Fyri at lesa eina strikukotu skalt tú hava ein serligan skannara. Fyri at lesa eina QR-kotu er nóg mikið við eini nýggjari fartelefon. • QR-kotan ger tað lættari hjá viðskiftafólki at keypa, tí tey fáa eina leinkju inn á telefonina, sum leiðir tey beinleiðis inn á ta síðuna, tú ynskir, at tey skulu fara inn á. • QR-kotan ger tað lættari at geva viðskiftafólki góð ráð ella kunning um ávísar vørur ella handlar, tí tey fáa eina beinleiðis leinkju til heimasíðuna. • Tú kanst alt fyri alt mála virðið av QR-kotuni, tí tú kanst síggja, hvussu nógv fólk koma inn á heimasíðuna umvegis QR-kotuna. • Gev brúkaranum eina góða orsøk til at skanna. Tað skal vera forvitnisligt sett upp, og hann skal ikki kenna seg snýttan, tá hann kemur inn á síðuna. • Gev brúkaranum eina vegleiðing um, hvussu hann skannar QR-kotuna. • Minst til bert at seta leinkjur í QR-kotuna, sum rigga á fartelefon. Trý góð ráð: