fríggjadagur 29. juni 2012síða 50
‹ fyrra síða allar 104 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 74 · 29. juni 2012
14
VIKUSKIFTI
Bakgrund
Janus á Ryggi
post@sosialurin.fo
Søgan byrjar 11. juni 1963 í býnum
Saigon, núverandi Ho Chi Minh City,
í Vietnam. Buddistiski munkurin Thich
Quang Duc er stigin úr einum bili og
hevur sett seg niður við ein krossveg
við nógvari ferðslu. Rundanum hann
standa eini 300 buddistiskir munkar
og nonnur. Tey mótmæla katólsku
familjuni, ið hevur ræðið á stjórnini í
Suður Vietnam. Familjan hevur ført ein
harðrendan politikk mótvegis buddist
iska meirilutanum í landinum; eitt nú við
at banna religiøsum fløggum í býnum
Hué, ið er ein kjarna í Vietnamesiskari
buddismu. Stutta tíð undan hava stór
mótmælir verið ímóti stjórnini, við teirri
avleiðing, at 9 fólk lata lív. Hetta elvir
til ógvuslig mótmælir ímóti stjórnini
frá buddistiska meirilutanum, og henda
dagin vóna buddistisku munkarnir at
vekja samhugan hjá bæði almenningi
og politisku skipanini med alla. Vónin
er eisini at vekja amerikonsku stjórnina,
ið lutvíst stuðlar stjórnini í Suður
Vietnam. Ein annar munkur nærkast
Thich Quang Duc, ið situr í miðjuni
á mannamúgvuni, og hellir bensin á
hann. Thich Quang Duc festir sjálvur í
ein svávulpinn og er brádliga í stórum
flammum. Eygnavitnir siga frá, at
hann situr sum eitt lotus blomstur og
mediterar uttan at røra seg. Eygnavitni
eru skelkað, men mannamúgvan uttan
um forðar sløkkiliðnum, sum er ávegis,
at koma til. Og Thich Quang Duc brenn
ir út aftaná nakrar minuttir.
Aftan á kemur fram, at hendingin
er væl og virðiliga løgd til rættis.
Munkarnir hava frammanundan
boða útlendskum fjølmiðlafólki frá, at
okkurt stórsligið fór at henda dagin.
Amerikanski tíðindamaðurin Malcolm
Browne tekur eina mynd av hendingini,
ið fer sum eldur kring allan heim. Keldur
siga frá, at John F. Kennedy forseti skal
hava sagt »Jesus Christ!«, tá hann sá
myndina í bløðunum stutt eftir og
seinni, at »eingin mynd í søguni hevur
vakt so sterkar kenslur sum hendan«.
Hendingin vendir heimsopiniónini
ímóti stýrinum í Suður Vietnam og elvir
til stór og umfatandi mótmælir ímóti
forsetanum Diem, ið verður settur av
við einum stjórnarkvetti nakrar fáar
mánaðir seinni.
Hví velja pínufullan deyða?
Oxford sosiologurin Michael Biggs
hevur víst á, at fyribrigdi sjálvseldáseting
sum politiskt protest amboð hevur sínar
røtur í dramatisku hendigini 11. juni
1963. Sambært honum er sera avmarkað
søguliga við slíkum hendingum áðrenn
hesa, men aftaná er tað vorðið alsamt
meiri vanligt at nýta ultimativa sjálvs
offrið sum politiskt protest amboð.
Hendingin elvdi til eftirgerð ymsa
staðni í heiminum og gjørdist legitimur
partur av framferðarháttinum hjá
summum mótmælisrørslum. Í dagsins
tíðindaflutningi eru tað serliga myndir
av sjálveldásetingum í Tibet, ið mót
mæla kinesiska yvirræðinum á land
inum, ið fylla mest. Men hóast sjálvs
eldásetingar eru serliga kendar frá
úrvaldum asiatiskum londum, eru tær
eisini kendar í USA, Eystureuropa og
millum kurdisk uppreistrarfólk.
Eftir stendur stóri spurningurin: hví
velja summi at taka egið lív í einum
politiskum mótmæli, heldur enn at
velja onkran annan hátt at mótmæla
órættvísi? Og hví velja so ógvusligan
og pínufullan deyða sum sjálvseld
áseting? Michael Biggs hevur í gransk
ing sínari lagt dent á, at greina eina
ørgrynnu av yvirlýsingum og brøvum,
ið annaðhvørt eru framleiddar av offr
unum sjálvum ella viðhaldsfólki. Hann
kemur til ta niðurstøðu, at talan aloftast
er um, at drúgt umhugsni og ráðlegging
liggur aftanfyri gerðirnar. Serliga tvey
endamál koma til sjóndar: vónin um
at broyta almenna meining og hugsan
um eina ávísa søk, umframt at vekja
ídni í viðhaldsfólki at berjast fyri søk
ini. Sostatt er endamálið oftast ein
kollektiv søk og ikki eitt einstaklinga
projekt. Michael Biggs vísir sostatt
aftur, at talan skuldi verið um fólk,ið
eru serliga illa fyri sálarliga ella løtt
offur fyri politiskum heilavaski.
Tvørturímóti metir hann, at talan ofta
er um persónar, ið hava fult ræði á egn
um kenslum og æltanum. Í nógvum
førum elvir eldáseting tó ikki til deyða,
men lívslangan skaða, t.d. kann vera at
onkur traðkar til, áðrenn eldurin ger av
við persónin. Í teimum førunum hevur
Michael Biggs staðfest, at tey flestu
sum yvirliva, ikki angra sína gerð.
Treyðugt so hevur Michael Biggs
funnið nøkur dømi um, at summi velja
hendan útvegin av meiri sjálvssøknum
ávum. Sambært honum lýsa summi
gerðina sum ein seinasta útveg úr
politiskum og persónligum vónloysi.
Ímeðan onnur lýsa dramatisku gerðina
sum eitt slag av endurgjaldi fyri at mis
eydnast í lívinum og ikki liva upp til
moralsk krøv, um til dømis familja ella
samfelag hava sett.
At so pínifullur og dramtiskur fram
Við jøvnum millumbilum eru dramatiskar myndir í fjølmiðlunum av
buddistiskum munkum, ið hava sett eld á seg sjálvar. Talan er um tað
ultimativa politiska mótmælið, við egnum deyða sum endamál. Men
hvat fær eitt menniskja til at velja hendan mótmælisháttin?
Velja
deyðan
í protest