fríggjadagur 29. juni 2012síða 51
‹ fyrra síða allar 104 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 74 · 29. juni 2012
15
VIKUSKIFTI
ferðarháttur sum sjálvseldáseting verður
brúktur, metir Michael Biggs tæna
endamálinum, tí at framferðarhátturin
sendir ein sera kostnaðarmiklan boð
skap til umheimin. Pínan skal vísa
umheiminum, júst hvussu nógv offrið
leggur í sína søk, umframt at hon skal
geva viðhaldsfólki ringa samvitsku
um sítt manglandi ídni fyri søkini.
Offrini vóna at flyta og broyta al
mennu hugsanina um sína søk. Talan
er sostatt í stóran mun um útroknaðar
støðutakanir og ikki kensluligar ella
spontanar avgerðir.
Buddistar og
hinduistar fremst
Tríggir fjórðingar av tilburðunum
eru at finna í India, Vietnam og
Suður Korea. Michael Biggs metir, at
stóri felagsnevnarin millum hesi er
religiónin. Hann dugir tó ikki at siga
við vissu, hvønn týdning religiónin
hevur. Buddisman leggur til dømis
traditionelt dent á frið og er ímóti
harðskapi. Og nógvir buddistar hava
greitt frámælt slíkari framferð sum eitt
nú sjálvseldáseting. Harumframt eru
fleiri dømi um eitt nú kristin í USA,
ið eftirgjørdu Thich Quang Duc, tá tey
skuldu mótmæla Vietnam krígnum og
amerikonskum uttanríkispolitikki. Men
Michael Biggs rør frammundir, at ein
partur av frágreiðingini kann vera, at
talan er um átrúnaðir, ið leggja stóran
dent á tað innara, og sum í ávísan mun
avnokta materialla lívið. Hann vísir á
hugtakið »mentanarlig innovatión«,
ið sipar til, at einstaklingar ella bólkar
kunnu taka elementir úr einari mentan
og nýta tey selektivt til eitt nýtt politiskt
endamál – hóast tað ikki beinleiðis sam
svarar við uppruna týdningin. Eitt nú
er traditión fyri at brenna lík í ávísum
greinum av buddismuni.
Hóast hetta finnur hann ikki nógvar
ábendingar um religiøs motivir í skriv
aða tilfarinum. Tvørturímóti telir tað
politiska nógv meiri. Michael Biggs
hevur víst á, at fyribrigdi er tætt knýtt
at politiskum ónøgdsemi. Áhugavert er,
at talan ikki neyðturviliga er um lívs
hóttandi støður hjá teimum bólkum, ið
velja hesa loysnina; talan kann til dømis
vera um rættuliga vanligan politiskan
uppreistur. Eitt nú vóru tilburðir í
samband við studenta uppreistur
mótvegis politiskum útbúgvingar
avgerðum í India. Hetta gevur ábend
ingar um, at tilburðirnir í stóran mun
skulu bólkast saman við politiskum
uppreistri, um enn av sera ógvusligum
slagi.
Hendingarnar skilja seg eisini
greitt frá islamistiskum sjálvmorðs
bumbutilburðum. Hesar hava til
endamáls at skaða onnur og fremja ótta
fyri, at onnur kanska eiga tørn aftaná,
ímeðan sjálveldásetingar avmarkað
skaðan til ein einstakan úrvaldan
persón. Harnæst er ikki nógv í tilfar
inum, sum gevur ábendingar um »løn
aftaná deyðan«, eins og vit kenna tað
frá islamistiskum álopum, sum aftur
typist vátta, at talan í stóran mun er
um politisk motivir.
Avleiðingarnar
Michael Biggs vísir á, at sera ymiskt er
hvørja ávirkan tilburðurnir fáa. Tann
fyrsti áðurnevndi tilburðurin fekk stóra
politiska ávirkan og elvdi til stjórnar
skifti. Ímeðan aðrir ikki fáa eins stóra
ávirkan. Eitt sindur kyniskt kunnu
vit kanska siga, at almenningurin
verður kensluliga immunur tá eitt
dramatiskt fyribrigdi endurtekur seg
ofta í fjølmiðlunum. Hóast endamálið
greitt er, at vekja ógvusligar kenslir hjá
hyggjarum og lesarum, við vón um at
broya eina politiska støðu.
Eygnavitni eru skelkað, men mannamúgvan uttanum forðar sløkkiliðnum, sum er ávegis, at koma til. Og Thich Quang Duc brennir út aftaná
nakrar minuttir. Amerikanski tíðindamaðurin Malcolm Browne tók eina mynd av hendingini, ið fór sum eldur kring allan heimin í 1963
»At so pínifullur og dramtiskur framferðarháttur sum
sjálvseldáseting verður brúktur, metir Michael Biggs tæna
endamálinum, tí at framferðarhátturin sendir ein sera
kostnaðarmiklan boðskap til umheimin. Pínan skal vísa
umheiminum, júst hvussu nógv offrið leggur í sína søk,
umframt at hon skal geva viðhaldsfólki ringa samvitsku
um sítt manglandi ídni fyri søkini. Offrini vóna at flyta
og broyta almennu hugsanina um sína søk. Talan er
sostatt í stóran mun um útroknaðar støðutakanir og ikki
kensluligar ella spontanar avgerðir.«