fríggjadagur 29. juni 2012síða 53
‹ fyrra síða allar 104 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Óneyðugt
at krógva
vakurleikan
– Ein avbjóðing fyri okkum er at vísa
á, hvussu vakrar Føroyar eru, sigur
Guðrið Højgaard, ferðavinnustjóri
vikustjórin s36
frá miðlahúsinum til hvørt húsarhald í Føroyum
Ókeypis lýsingarblað
ferðast heima s13-39
2. juli 2012
www.lm.fo - lm@lm.fo - tel 35 12 20
EL-motorar
Bonfiglioli GEAR
GATES REIMAR
vikutema
vika 27
Ferðast heima
Vikutema
Hevur tú ikki møguleika
at fara uttanlands at ferðast
í summar, so er eingin orsøk at
stúra. Her í Føroyum finst ein
hópur av góðum ferðamálum
og upplivingum í náttúruni
Í hesum blaði geva vit eitt lítið innlit í allar hesar møguleikar
Gjáargarður · 476 Gjógv · Tel. 42 31 71 · Far. 21 15 90 · info@gjaargardur.fo · www.gjaargardur.fo
GJÁA RG AR ÐU R
Guesthouse of Gjógv
Komið norður í friðin og njótið ein góðan døgurða ella væl umtókta kalda borðið á
Gjáargarði. Og ikki at gloyma pannukøkurnar, sum ikki fáast betri enn her norðuri.
SUNNUDAGAR ERU
GÓÐIR VIÐ GJÓGV
Hóast Føroyar liggja fjarskotnar
í Atlantshavi, og føroyska ferða
vinnan helst hevði ynskt sær meiri
pening til marknaðarføring sína, er
mangt sum bendir á, at fólk úti í
heimi so líðandi eru vorðin kunnug
við oyggjar okkara.
Eitt rættiliga forvitnisligt prógv
um hetta fekst í farnu viku, tá eitt
par var komið higar allan vegin úr
Argentina.
Tey høvdu í fyrstu syftu ætlað
sær til Íslands í eina viku, men í
leitan síni eftir ferðamáli sínum,
komu tey fram á Føroyar. Og higar
vildi tey altso fara, hóast ferðin
bert vardi í fimm dagar.
Eitt ferðamál, sum tey so
avgjørt vildu til, var Mykines, og
mikudagin fingu tey eitt ógloym
andi upplivilsi í vestastu oyggj okk
ara. Fyri tey hevði langa flogferðin
norður til Føroyar einki at siga.
Hetta var landið tey vildu síggja.
– Ja, vit síggja tað aftur í ár,
at ferðafólk veruliga hava fingið
eyguni upp fyri vakurleikanum í
okkara oyggjum, sigur Guðrið Høj
gaard, stjóri í Ferðaráðnum. – Og
fyri okkum er avbjóðingin, at vísa
umheiminum á hann. Tað er eingin
or søk at krógva vakurleikan sum
eitt væl krógvað loyndarmál!
Fleiri kampanjur hava verið
sein astu tíðina, millum annað ein
felags hjá Atlantsflogi og Smyril
Line saman við øðrum, og sum
hevur víst seg rættiliga greitt aftur
í øktum bíleggingum av hotell
plássum.
– Eg hoyri so frá hotellunum,
at tað sær gott út við bókingum.
Teirra metan er so avgjørt hon, at
talan verður um eitt gott ár, har
ein veruliga sær, at marknaðar
før ing gevur úrslit, sigur Guðrið
Højgaard.
Óneyðugt
at krógva
vakurleikan
í Føroyum
Okkara avbjóðing er, at fáa
ferðafólkini at koma higar – og koma
aftur eina aðru ferð, sigur Guðrið
Højgaard, stjóri í Ferðaráði Føroya
Vælkomin á Fjarðastevnu
Tað verður borgarstjórin í Vestmanna kommunu, Karl A. Olsen, sum fer at halda
røðu fríggjakvøldið klokkan 19, tá Fjarðastevnan í Vestmanna verður sett. Við
hátíðarløtuna fer Vestmanna Kirkjukór eisini at syngja nakrar sangir
Vilmund Jacobsen
Borgarstjórin plagar so rámandi at
taka til, at veðrið spillir onga stevnu
í Vestmanna.
– Øðrvísi umstøður skapa øðrvísi
av bjóðingar, og eg minnist onga vána
liga stevnu í Vestmanna, hóast veður
líkindini hava verið ymisk – frá sólskini
til grov og frek heglingsæl.
Karl A. Olsen sigur seg sjálvandi
vóna, at líkindini fara at laga seg sum
best – við sól og bláum himli.
– Ein týðandi orsøk til, at allar
stevnur í Vestmanna eru góðar, er, at
vit hava góðar umstøður og eldsálir,
sum skipa fyri. Lat okkum vera takk
som fyri tað og vóna, at gott fólk
verður sett við so hvørt, sum onkrar
hendur sleppa.
Karl A. Olsen plagar so rámandi
at endurgeva fyrsta ørindi úr Vest
manna kvøðuni hjá Martini Joensen:
Komu tey ein kaldan heystardag
av havinum og nomu hendan stað.
Tey funnu trygga havn,
og góvu tær títt navn,
favnur tín var opin – Vestmanna.
Í yrkingini ímyndar Martin Joensen
sær, hvussu fyrstu vestmenningarnir
upp livdu løtuna, tá teir komu til sítt
nýggja heim.
– Vælkomin til Vestmanna á
Fjarða stevnu, eru orðini hjá borgar
stjór anum, Karl A. Olsen.
Borgarstjórin í Vestmanna
kommunu, Karl A. Olsen,
bjóðar øllum vælkomnum til
Fjarðastevnu í Vestmanna
Fjarðastevna
Vikutema
Fjarðastevna
í Vestmanna
2012
Næstan onki
stressar meg
Vikustólurin
cosméto
syrgir
fyri væl
veruni
Uppi á Hálsi • Tel 35 46 80
Ide Møblum
frá kl. 1100
30
Fríggjadag frá kl 1100
00
Leygardag frá kl. 1000
00
Í tíðarskeiðnum frá 2. juli til 18. august hava vit opið soleiðis: