fríggjadagur 29. juni 2012síða 54
‹ fyrra síða allar 104 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
vika 27 l 2. juli 2012
vikusíðan
VIKUBLAÐIÐ verður borið í hvørt hús í landinum hvørt mánakvøld.
Lýsingar, ið skulu framleiðast á Sosialinum, skulu vera marknaðardeildini
í hendi í seinasta lagi mikudagin vikuna undan.
Lidnar lýsingar fríggjamorgun kl. 9.00.
Ábyrgd: Eirikur Lindenskov
Grafisk framleiðsla: Sosialurin
Prent: Prentmiðstøðin
Útbering: Posta
Miðlahúsið
Lýsingartilfar skal sendast til lysing@sos.fo
Viðmerkjast: Vikublaðið
Eyðun Samuelsen
Lýsingarráðgevi
es@sos.fo
tel. 212577
Magnus Gunnarsson
Lýsingarráðgevi
maggi@sos.fo
tel. 216135
James Olsen
Lýsingarráðgevi
james@sos.fo
tel. 252090
Jonna Gaardbo
samskipari
jonna@sos.fo
tel. 341826
Hetta er fjórðu ferð, at Miðlahúsið
gevur út Føroya Myndakalendara, sum
Jákup Andreas Arge á Argjum gav út
í mong ár. Konseptið hóskar væl til
arbeiðsgongdina í Miðlahúsinum, har
tey bæði hava serkøn myndafólk, og
fólk, sum fáast við prenttilgerð eins
og marknaðarføring. Konseptið hevur
alla tíðina verið føroysku bygdirnar,
býirnir og árstíðirnar, og soleiðis er
eisini hesaferð.
Vanliga eru myndir av bygdum og
býum tiknar so hvørt, og sum tíðin
líður sæst eisini, hvussu umhvørvið
broytist.
Í Miðlahúsinum leggja tey stóran
dent á at hava kalendaran kláran til
summarið, tí útlendingar hava sera
stóran áhuga fyri Føroya Myndakal
endara.Og tað er eisini umráðandi, at
føroyingar, sum búgva uttanlands og
koma heim til Føroya at halda summ
arfrí, kunnu hava kalendaran við sær,
tá teir fara av landinum aftur.
Føroya Myndakalendari verður
seldur heima í Føroyum og føroying
ar, sum búgva uttanlands, hava eisini
stóran áhuga í at ogna sær kalendar
an. Útlendingar, sum koma til Føroya,
keypa hann eisini og hava hann heim
aftur við sær. Men tað eru eisini út
lendingar, sum ikki eru í Føroyum, ið
bíleggja Føroya Myndakalendara, sum
síðan verður sendur av landinum eftir
bíleggingum.
Tey í Miðlahúsinum mugu alla tíð
ina hugsa eitt ár fram, soleiðis at kal
endarin fyri árið eftir kemur út longu
tíðliga á sumri árið fyri
Føroya Myndakalendari kostar 87
krónur, og vit kunnu leggja aftrat, at
kalendarin eisini fæst í Føroyahúsinum
í Keypmannahavn.
Føroya Mynda
kalendari 2012 komin
Í mong ár gav Jákup Andreas Arge út Føroya Myndakalendara, men
seinastu árini hevur Miðlahúsið átt og givið út kalendaran
– Eg havi
fyrigivið
Ein vakran sunnudag tón
ein skilaleysur biførari bæði
foreldrini frá mær. Men eg
eri komin víðari, og eg havi
fyrigivið manninu, sumr
Janus Dam Guttesen, sum
sjálvur fekk varandi mein í
vanlukkuni
Sjúkan skla
ikki vinna
– Hetta árið hevur verið
strævið, men nú eri eg fullur
av orku, sigur Ólavur Klakk,
sum fekk krabbamein fyri
hálvum ári síðani
Føroysk klæði
vunnu
í London
Á stórari gallaveitslu, sum
OL nevndin skipaði fyri
í London, vann Anja Jac
obsen í føroyskum klæðum
heiðurin sum best klædda
kvinnan á veitsluni
Vikan
ið fór
Birgir W. Høgnesen
marknaðarleiðari
birgir@sos.fo
tel. 284444
Avgreiðsla/bókhald
tel. 341800
Sum oftast eru myndir av bygdum og býum og so hvørt,
sum tíðin gongur, sæst eisini, hvussu umhvørvið broytist