Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-06-29, síða 65
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 29. juni 2012síða 65

‹ fyrra síða allar 104 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Ferðast heima Vikutema Hevur tú ikki møguleika at fara uttanlands at ferðast í summar, so er eingin orsøk at stúra. Her í Føroyum finst ein hópur av góðum ferðamálum og upplivingum í náttúruni Í hesum blaði geva vit eitt lítið innlit í allar hesar møguleikar Gjáargarður · 476 Gjógv · Tel. 42 31 71 · Far. 21 15 90 · info@gjaargardur.fo · www.gjaargardur.fo GJÁA RG AR ÐU R Guesthouse of Gjógv Komið norður í friðin og njótið ein góðan døgurða ella væl umtókta kalda borðið á Gjáargarði. Og ikki at gloyma pannukøkurnar, sum ikki fáast betri enn her norðuri. SUNNUDAGAR ERU GÓÐIR VIÐ GJÓGV Hóast Føroyar liggja fjarskotnar í Atlantshavi, og føroyska ferða­ vinnan helst hevði ynskt sær meiri pening til marknaðarføring sína, er mangt sum bendir á, at fólk úti í heimi so líðandi eru vorðin kunnug við oyggjar okkara. Eitt rættiliga forvitnisligt prógv um hetta fekst í farnu viku, tá eitt par var komið higar allan vegin úr Argentina. Tey høvdu í fyrstu syftu ætlað sær til Íslands í eina viku, men í leitan síni eftir ferðamáli sínum, komu tey fram á Føroyar. Og higar vildi tey altso fara, hóast ferðin bert vardi í fimm dagar. Eitt ferðamál, sum tey so avgjørt vildu til, var Mykines, og mikudagin fingu tey eitt ógloym­ andi upplivilsi í vestastu oyggj okk­ ara. Fyri tey hevði langa flogferðin norður til Føroyar einki at siga. Hetta var landið tey vildu síggja. – Ja, vit síggja tað aftur í ár, at ferðafólk veruliga hava fingið eyguni upp fyri vakurleikanum í okkara oyggjum, sigur Guðrið Høj­ gaard, stjóri í Ferðaráðnum. – Og fyri okkum er avbjóðingin, at vísa umheiminum á hann. Tað er eingin or­søk at krógva vakurleikan sum eitt væl krógvað loyndarmál! Fleiri kampanjur hava verið sein­astu tíðina, millum annað ein felags hjá Atlantsflogi og Smyril Line saman við øðrum, og sum hevur víst seg rættiliga greitt aftur í øktum bíleggingum av hotell­ plássum. – Eg hoyri so frá hotellunum, at tað sær gott út við bókingum. Teirra metan er so avgjørt hon, at talan verður um eitt gott ár, har ein veruliga sær, at marknaðar­ før­ing gevur úrslit, sigur Guðrið Højgaard. Óneyðugt at krógva vakurleikan í Føroyum Okkara avbjóðing er, at fáa ferðafólkini at koma higar – og koma aftur eina aðru ferð, sigur Guðrið Højgaard, stjóri í Ferðaráði Føroya