fríggjadagur 29. juni 2012síða 66
‹ fyrra síða allar 104 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
vika 27 l 2. juli 2012
14
Ferðast heima
Vikutema
Kika teg
til upp
living
arnar
Suðuroy: Aðrastaðni í blaðnum er
nevndir teir báðir busstúrarnir sum
ferðavinnan í oynni bjóðar.
Á heimvegnum frá norðara túr
inum verður steðgað í Trongisvági,
og gingið verður vestur Á Røðina,
her ein kann uppliva vøkru og veld
ugu vestursíðuna við sínum ríka
fuglalívi. Á staðnum er somuleiðis
ein kikari uppsettur, so møguleiki er
at eygleiða fuglameingi nágreini
liga.
Hesin kikari stendur uppi frá
15. apríl til 1. oktober.
(Myndaánari: Eileen Sandá)
100 eta og
40 sova
Suðuroy: Vesturhøll í Fámjin
er eitt av støðunum, har til ber
at leiga seg inn í hjá bólkum og
skúlaflokkum.
Í húsinum, sum eisini virkar
sum bygdarhús, er stórur salur
niðriundir og samsvarandi køkur
til eini 100 fólk.
Í einum sali í erva eru eru 40
madrassur tøkar, eins og er er bæði
wc og brúsa.
Sagt verður, at fleiri hava gjørt
brúk av hesum møguleikanum fyri
gisting. Ein orsøk kann vera, at
staðið er barnavinarligt og ofta
sól, tá er mjørki á eystursíðuni.
Alt íroknað fyri ta
ferðahugaðu familjuna
Í Skálavík liggur vælumtókti Frítíðar- og Skeiðsdepilin, ið Eiler Jacobsen lat
byggja í fjør. Nógv hava longu vitjað her, og uppaftur fleiri fara helst at gea tað í
summar, nú tey eru komin við serstøkum All-inclusive tilboði til familjurnar.
Depilin er 1400 fermetrar til støddar,
og rúmar snøggum kømrum, matstovu,
ítróttarhøll og fleiri fundarhølum.
Hetta kann av sonnum metast sum
ein perla fyri familjur, fyritøkur og
stovnar, her tey blíðu og fyrikomandi
starvsfólkini smíða ta fullkomnu
loysnina til ein hvønn tørv.
Sum nakað nýtt bjóðar Depilin
»All Inclusive« í summar. Hetta er
eitt tilboð til familjur, ið vilja ferðast
í egnum landi. Pakkin inniheldur
gisting í fýra manns kamari í tríggjar
nætur, allar máltíðir, fría nýslu av
hitapotti, frítíðarútgerð við hoppiborg,
gummibáti og glúpum og ikki minst,
ein hugnapakki um kvøldið við góð
gæti, kips, sodavatn, frukt og góðum
filmi.
Kostnaðurin er 3.900 krónur fyri
tíðarskeiðið mándag til hósdag, og
4.900 krónur fyri tíðarskeiðið hósdag
til sunnudag.
Sandoyggin er sera vøkur og nógv
ar strendur og vøtn eru at vitja. Til ber
at smyrja sær matpakkan á Deplinum,
lána gummibát og fara ymiskar túrar
á oynni.
Í summar er Matstovan Gallan opin
soleiðis:
Mándadag til hósdag kl 13 – 20
Fríggjadag og leygardag er opið kl 13
– 22, har leskilig buffét er kl 18-21.
Sunnudag er opið kl 13 – 17, har
døgurðabuffét er kl 13-16. Tilmelding
er neyðug innan kl 20 kvøldið fyri á
telefon 530 540.
Depilin er sanniliga verdur eina
vitjan. Myndir og meiri kunning er at
síggja á heimasíðuni hjá Deplinum
www.depil.fo
Vilmund Jacobsen
– Vit leggja stóran dent á góða og
feska rávøru og at royna nakað nýtt
og ótradionelt, nú hotellið aftur er
farið at borðreiða við stórum og fjøl
broyttum fiskaborði.
Tað sigur Ruben Busk, køksmeist
ari, á Hotel Hafnia, sum vísir á, at
fiskaborðið er ein heilt serstøk upp
living.
– Matarskráin er eisini sera fjøl
broytt við fleiri enn 30 ymiskum rætt
um. Vit broyta eisini skránna soleiðis,
at alt ikki er júst tað sama tey fylgjandi
kvøldini, sum fiskaborðið er.
Úr rúgvuni, nevnir køksmeistarin,
at her er bakað hýsa við hvonn-
panadu, tvey sløg av norðurlendskum
sushi, turrur fiskur, innbakaður laksur,
saltaður toskur við piparfruktsós og
kókaður hummari.
Væl vitjað
Fiskaborðið á Hotel Hafnia er væl vitj
að hvørt summar, bæði av føroy-ing
um og útlendingum.
– Føroyingar síggja her ein góðan
møguleika at bjóða útlendsku gestum
sínum eitt gott og stórt sjógætisborð.
Eisini koma ferðafólk at royna henda
nýggja feska fiskin og ymisk sløg av
sjógæti, sum eru veidd og funnin undir
Føroyum, sigur Ruben Busk.
Hann vísir á, at matstovan á Hotel
Hafnia er kend fyri sína fjølbroyttu
matarskrá, har borðreitt verður við
einum stórum úrvali av altjóða- og før
oyskum rættum, sum verða tilreiddir,
bæði traditionelt og á nýggjan hátt.
– Góðskan er altíð í hásæti, sigur
Ruben Busk.
Fiskaborðið á Hotel Hafnia er
hvønn týsdag frá klokkan 18 í juni og
august og týsdag og hósdag í juli.
– Mælt verður til at bíleggja borð á
telefon 30 80 00, leggur køksmeist
arin aftrat.
Fiskaborð á Hotel Hafnia
er ein serstøk uppliving
Matstovan á Hotel Hafnia borðreiðir nú aftur við tí vælumtókta
fiskaborðinum, sum er væl vitjað, bæði av føroyingum og útlendingum
– Føroyingar síggja her
ein góðan møguleika at
bjóða útlendsku gestum
sínum eitt gott og stórt
sjógætisborð, sigur
køksmeistarin á Hotel
Hafnia, Ruben Busk
Vit hava tilboð til øll, bæði stovnar, fyritøkur og familjur, sigur
fyristøðufólkini á Deplinum, Heðin og Rúna Lamhauge
Heiti potturin er eitt av væl umtóktu tilboðunum í Skálaví