Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-06-29, síða 88
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 29. juni 2012síða 88

‹ fyrra síða allar 104 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

vika 27 l 2. juli 2012 36 vikustjórin - Vit hava allar viðgerðir, sum hava við vanliga húða-og kropsrøkt at gera og soleiðis eisini negla-og fótarøkt. Vit hava ymiska vælverumýking, vøddamýking og aðrar serviðgerðir, sum gera húðina yngri. Vit hava viðgerðir við dampi, har deyðar kyknur verða beindar burtur, og vit hava lasara, har til ber at fjala æðrar, sum síggjast ov væl, sigur Maria Vilhelmsen, kosmetologur, sum eigur og rekur Cosméto Vilmund Jacobsen Í eini 15 ár hevur hon havt vælveru­ tæn­astuna Cosméto, men tað eru meiri enn 20 ár, síðan hon byrjaði at arbeiða við húðarøkt. Tað var, tá familjan flutti niður til Danmarkar fyrst í nítiárunum, at hon tók sína út­ búgving sum kosmetologur. Kvinnan, sum vit umrøða í dag er, Maria Vilhelmsen. Tá hon var liðug við realskúlan í Vági, flutti hon sum ung til Havnar. – Eg gjørdist trúlovað, gift, og vit fingu børn á lutfalsliga ungum árum. Tá vit so fluttu niður í 1991, var møgu­leikin at læra til kosmetolog til steð­ar, og eg fór í gongd bein­an­vegin. Út­búgv­ing­ina sum kos­meto­logur tók eg í Keyp­manna­havn. Maria lærdi í umleið eitt ár, og síð­ an arbeiddi hon í fýra ár í Dan­mark, partvís sum undirvísari á kosmeto­log­ skúlanum, har hon sjálv hevði lisið. – Í 1996 fluttu vit heimaftur, og tá byrjaði eg sjálv mína egnu fyritøku. Í byrjanini leigaði eg meg inn til ein frisør í býnum, og vit arbeiddu undir sama taki í eina tíð. Tað at arbeiða sum frisørur og kosmetologur eru tvey púrasta ymisk ting og tvær heilt ymiskar viðgerðir. Frisørurin arbeiðir við hári, og her er alla tíðina nógv ferð á. Ert tú hinvegin hjá kosmetologi, er alt ógvuliga dempað, og talan er um full­komiliga avslapping. Góðar umstøður Cosméto húsast undir góðum umstøð­ um í Niels Finsensgøtu 38 í Havn, har Tórs Cafteria var áður. – Her hava vit allar viðgerðir, sum hava við vanliga húða-og krops­røkt at gera og soleiðis eisini negl- og fótarøkt. Vit hava ymiska vælveru­ mýk­ing, vøddamýking og serviðgerðir inn­an húðarøkt og ynging av húð. Maria Vilhelmsen sigur, at Cosméto hevur eisini viðgerðir við dampi, har andlitið verður reinsað og deyðar kykn­ur verða beindar burtur, og tey hava lasara, har til ber at fjala æðrar, sum síggjast ov væl. – At enda hava vit eisini tól, sum kann hita húðina upp í 70 stig og so­ leiðis drepur óynsktar hárrøtur, leggur hon aftrat. Neyðugt er at vitja Cosméto fyri at fáa neyvt innlit í allar teir møguleikar, sum vælverustovan hevur at bjóða. Stemningurin er avslappaður, og ein angi av lekrum vørum frá kendum og dygdargóðum veitarum innan húðar­økt er í luftini. – Okkara tænasta snýr seg um væl­ veru og vakurleikarøkt, og her verður kelað fyri sinni og skinni. Tú kennir teg frískan, tá tú fert avstað aftur, sigur Maria Vilhelmsen. Allir aldursbólkar Viðskiftafólkini hjá Cosméto eru í øllum aldri, men størstur er bólkurin millum 35 og 65 ár. – Vit hava eisini nógv ung fólk, sum koma á gátt. Í summum førum eru tað mammur, sum vilja hava gent­ur og dreingir til húðarøkt. Talan kann vera um hormonell viðurskifti, men mong ung koma eisini, tí tey eru bevíst um, hvønn týdning vælvera hev­ur. Tey flestu, sum hava verið eina ferð, koma aftur, og soleiðis eigur tað at vera. Tá vinfólk frætta um, hvussu upplivilsið hevur verið, breiða ringarnir seg í vatninum, sum hon tekur til. Maria ásannar, at tá tú hevur sjálv­ støðugt vinnuvirki, er arbeiðsvikan mang­an long, og leygardag er hon eisini til arbeiðis. – Men hetta er eitt áhugavert arbeiðsøki, har tú kanst vera við til at hjálpa fólki til størri lívsgóðsku. Tá tú kelar fyri sinni og skinni undir av­ slappaðum umstøðum, kemur tú tætt inn at fólki. Tú situr jú við andlitinum hjá viðskiftafólkinum í hondini, og sjálv­andi leggur tú oyrað til. Ofta verður tosað um lívsstíl, rørslu, kost og svøvn, sum alt hevur stóran týdning fyri vælveruna. Royking eldur eisini húðina, og um fólk so eisini sova lítið og røra seg lítið, er eyðvitað, at hetta sæst aftur, sigur Maria Vilhelmsen, sum eigur og rekur Cosméto og er gift Roberti Vilhelmsen. - Hetta er eitt áhugavert arbeiðsøki, har tú kanst vera við til at hjálpa fólki til størri lívsgóðsku. Tá tú kelar fyri sinni og skinni undir avslappaðum umstøðum, kemur tú tætt inn at fólki, sigur Maria Vilhelmsen, eigari av Cosméto Mynd: Jens Kristian Vang Okkara tænasta snýr seg um vælveru og vakurleikarøkt Cosméto syrgir fyri tínari vælveru og vakurleikarøkt Navn: Maria Vilhelmsen Hjúnafelagi: Robert Vilhelmsen Børn: 3 Fyritøka: Cosméto Starv: Eigari og stjóri