Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-03-13, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 13. mars 2004síða 2

‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 51 - 13. mars 2004 Nr. 51 - 13. mars 2004 3 Grækaris- messuhald í Klaksvík Klaksvíkar Hornorkestur skipar fyri Grækaris- messuhaldi í Klaksvík. Vanligt er, at haldið er tann nærmast sunnu- dagin við sjálvan Græk- arismessudag, og í ár er onki undantak. Skrúðgonga við horn- orkestri og skótum fer frá býráðshúsinum sunn- udagin klokkan 14.30 heim í skúlagarðin í Ósá- skúlanum, har Eyðfinn Reyðberg, stjóri í Norð- oya Sparikassa flytur fram røðu og heilsu til tjóðfugl okkara. Eisini spælir hornorkestrið nøkur løg og onkrar marsjir. Skótarnir verða bidnir um at møta í hølum teirra klokkan 14 sunnu- dagin. -sae- Sosialur kapitalur Granskingardepilin fyri Økismenning gevur út Námsrit 4/2004 Sosialur kapitalur – við støði í Robert D. Putnam, sum samfelagsfrøðingurin Martha H. Mýri hevur skrivað. Námsritið er í pdf-formati á heimasíðu Granskingardepilsins, www.region.fo undir Út- gávur og Námsrit »Sosialur kapitalur« er eitt heitt evni innan samfelagsgransking í dag. Granskarar eru komnir fram til, at vitan, útbúgving og pengar ikki eru nokk í sær sjálvum, men at tey sosialu sam- bondini hava størri týdn- ing fyri t.d. nýskapan, heilsu og menning, enn hildið hevur verið frammanundan. Eitt enskt orðatak sig- ur soleiðis: »It’s not what you know, it’s who you know«, tað, sum hevur týdning, er ikki hvussu nógv tú veitst, men hvønn tú kennir. Hví eru hesi sosialu sambondini so týdning- armikil? Og hvussu kunna tey sosialu sam- bondini vera eins ella enntá meira týdningar- mikil enn eitt nú búskap- arligur kapitalur? Hesir spurningar verða millum annað viðgjørdir í Námsritinum. List á Jinx Frá 1. apríl fara tey á Jinx at skifta prýðið á veggunum út hvønn mánað millum ymisk listafólk. – Hetta konseptið, sum tey í Danmark kallað »Månedens kunstner«, verður nógv brúkt á caf- é’um í londunum kring okkum. So nú halda vit, at tíðin er komin at royna tað hjá okkum eisini, siga tey á Gallarí Jinx. – So er tú ein av okk- ara mongu talentum, sum ikki rættiliga hevur fingið fótafesti enn og hevur tú áhuga at vísa fram í hølinum hjá Gall- arí Jinx, so set teg í sam- band við okkum, sigur Florence Skipagøta, stjóri á Gallarí Jinx. Hon sigur, at tað ikki er ein treyt, at talan skal vera um málningar. Tað kann eisini vera talan um myndir, klipp ella annað, ið kann hanga á veggun- um, sigur Florence, ið samstundis nýtir høvi at takka Lone Mørkøre, sum hevur prýtt veggir- nar, síðani Gallarí Jinx læt upp síðsta summar. Kungälv-næmingar vitja í Runavík í kvøld KONSERT Í kvøld verður vísukonsert umborð á sluppini Høga- nesi í Runavík við einum fýramannabólki av vísulinj- uni á fólkaháskúlanum í Kungälv í Svøríki. Bólkurin, ið telur tríggjar sviar og føroyingin Kjartan Hansen, vitjar í Føroyum í døgunum frá 8. til 14. mars. Seinasta framførslan á ferðini verður leygarkvøldið umborð á Høganesi. Á skránni eru egnar tulk- ingar av bæði kendum og ó- kendum sangum. Harum- framt er eitt sindur av egn- um tilfari, har tey hava lagt seg eftir at spæla mest norðurlendskan tónleik og framføra á fleiri norður- lendskum málum; tó er okkurt enskt ímillum. Bólkurin spælir mest sum alt frá svenskum fólk- atónleiki við fiólini í há- sæti, til Tom Waits og John- ny Cash. Grundarlagið er tekstborin tónleikur - vísur. Vísulinjan á Norður- lendska fólkaháskúlanum í Kungälv er skipað á tann hátt, at hon tekur eitt ár og høvuðsevnið er vísutónlei- kur. Í stuttum ber til at siga, at tað snýr seg mest um at tulka vísur; at læra hvussu tú kanst framføra og vari- era, bæði hvat tí tónleikar- liga viðvíkur og sjálvari framførsluni. Svøríki hevur eina langa traditión í vísutónleiki, har tekstboðskapurin og harvið sambandið millum fram- førara og áskoðara er sjálvt grundarlagið. Undirvísingin gongur fyri seg í »masterclass«, ið merkir at tú arbeiðir indivi- duelt við læraranum, með- an restin av flokkinum eru áskoðarar. Ein lutur í undir- vísingini er, at farið verður á turné í tvær vikur í smærri bólkum. Tað er í hesum sambandi, at bólkur- in hevur leitað sær til Før- oya hesa vikuna. Konsertin byrjar klokkan 20. Konsertin við Kungälvnæmingunum umborð á Høganesi verður í kvøld kl 20 Vísukonsert umborð á Høganesi Trupulleikar á ameri- kanska arbeiðs- marknaðinum hava við sær, at tjóðbankin har hevur útsett ætl- aðu rentuhækkingina FÍGGJARHEIMURIN Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Hetta sigur virðisbræva- meklarafelagið, Kaupthing, í seinastu útgávuni av Útlit og Rák. At eingin ræntuhækking verður framd í USA her og nú speglast eisini aftur í eu- ropeiska fíggjarheiminum, har tað annars varð roknað við, at tjóðbankarnir á meginlandinum høvdu fylgt eini amerikanskari rentuhækking. At støðan á amerikanska arbeiðsmarknaðinum er so- mikið vánalig, hevur eisini havt ávirkað láns- og gjald- oyramarknaðirnar. Støðuga rentutlækkingin, sum hevur verið framd seinastu tíðina hevur flutt áhugan hjá í- leggjarum yvir móti stats- lánsbrøvum, og hetta hevur viðført stórt kursfall fyri onnur lánsbrøv. Fyri partabrøv hevur støðan í USA hinvegin havt positivan týdning. Fleiri av stóru virkjunum hava framt stór inntriv, sum hava betra úrslitini, og samstundis hava ótryggu viðurskfitini skapt ein øktan handil. Kaupthing sigur seinasta í tíðindabrævinum, at tað er trupult at meta, um hendan gongdin fer at halda fram. Psykologiska effektin á marknaðinum kann skjótt fáa sveiggini báðar vegir, og tí verður í løtuni rátt til, at íløgurnar verða spjaddar og fyrst og fremst settar í trygg partabrøv, har góð út- lit fyri einum rímiligum vøkstri upp á longri sikt. Eingin rentu- hækking í bræði Tað verður torført at fáa útlendingar at seta pening í føroyska ali- vinnu, meinar ráð- gevin Rúni Dam, og peikar á tann føroyska kapitalmarknaðin sum upplagt alternativ ALIVINNA Búi Tyril tyril@PRnewsMedia.com – At tveita fyri borð tann í peningi, vitan og arbeiðstíð sera dýrtkeypta farm sum føroysk alivinna umboðar, hevði ikki bert verið ein beiskur biti fyri mong; tað hevði búskaparliga og sosi- alt eisini verið ábyrgdar- leyst, serliga tá hugsað verður um, at tað finnast kassar innan føroyska fíggjarvinnu, ið standa til at bresta av akkumuleraðum peningi - ein hóttanarmynd, ið við tíðini gerst meira og meira verulig, alt vegna nakrar fáar milliónir í gjaldføri, sum resta í hjá al- ibrúkunum fyri at fáa vár- smoltið sett út nú í næstum. So sigur ráðgevin Rúni Dam, sum í nógv ár hevur starvast innan føroyska ali- vinnu, og hvørs bench- marking fyritøka, Avrik Spf, herfyri gav út »Ársfrá- greiðing fyri 2003 – Hagtøl úr Alivinnuni«. Rúni Dam meinar, at alt tos um útlendskan kapital til alivinnuna er órealistiskt í løtuni orsakað av støðuni sum hon er, nevniliga av tí at tað kann vera torført at fáa útlendskar íleggjarar innan stutta tíð at skilja potentialið hjá hesari vinnu. – Tað verður tosað um, at vit mugu loyva útlendskum íleggjarum at seta pening í føroyska alivinnu og alt gott um tað, viðmerkti Rúni Dam. – Trupulleikin er bara, at vinnan er í álvarsligum trupulleikum; fyri ein í- leggjara at trúgva upp á verkætlanir í hesari vinnu krevst, umframt at hann hevur váðafúsan kapital og er til reiðar at satsa upp á nakað, ið ikki verður rokn- að sum serliga trygg í- løga… so má hann vera rættiliga kunnigur um før- oyska alivinnu og hennara fyritreytir, umstøður og møguleikar – fyri at hann yvirhøvur skal kunna síggja meining í at seta pening í. Alt hetta tekur longri tíð, enn okkara kreppurakta alivinna kann bíða eftir. – Samstundis finnast á tí føroyska kapitalmarknaði- num nógvar hundraðtals milliónir krónur uppsaml- aðar, og ein partur av hes- um hevði í prinsippinum kunnað verðið innskotin í alivinnuna. Spurdur um hann sipar til ávísar fíggjarstovnar, svarar ráðgevin játtandi tó uttan at útpeika nakran við navni. – Tað skerst ikki burtur, at ávísir peningastovnar hava fíggjað stórar partar av okkara alivinnu, men tað finnast eisini aðrir stovn- ar… sum sita á risastórum peningaupphæddum, men kanska ikki altíð vita, hvat teir skulu gera við hendan kapital. Eg havi tosað við leiðandi fólk har sum eisini taka í álvara sína ábyrgd at fara skilagott um allan hendan pening, sum hetta samfelagið hevur latið teimum at umsita. Men okkurt bendir á, at stirvnar mannagongdir steðga neyð- ugari nýhugsan… Sum skilst er tað beint nú um at gera hjá alarum at fáa vársmoltið til høldar; verð- ur einki sett út í apríl-mai, so merkir tað, at biomassin minkar so mikið, at tað kann gera enda á einum stórum tali av alibrúkum. Hesin vandi tykist nær- liggjandi í løtuni orsakað av, at gjaldførið hjá flestu alibrúkum er lítið og einki, aftan á at eginpeningurin er uppetin av teimum trupul- leikum, sum hava herjað tey seinastu tvey-trý árini. – Gloym útlendskan kapital til alivinnuna Rúni Dam meinar, at alt tos um útlendskan kapital til alivinnuna er órealistiskt í løtuni orsakað av støðuni sum hon er, nevniliga av tí at tað kann vera torført at fáa útlendskar íleggjarar innan stutta tíð at skilja potentialið hjá hesari vinnu. Mynd: Jens Kristian Vang C M Y K 3 2