leygardagur 13. mars 2004síða 3
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 51 - 13. mars 2004
Nr. 51 - 13. mars 2004
5
Høgni Hoydal vil
hava ríkisumboðs-
konuna at siga okk-
um, um danskar ráð-
stovur rokna Føroyar
sum eitt amt, eftir at
ein danskur ráðharri,
hevur nýtt orðið
»bopælsamt« í sam-
bandi við føroyingar
FYRISPURNINGUR
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
– Hví verða Føroyar í svari
frá danska innanríkis- og
heilsumálaráðharranum til
ein fólkatingslim lýstar
sum eitt »bopælsamt«?
Hetta vil Høgni Hoydal,
løgtingsmaður, hava at vita.
Tí hevur hann sett Birgit
Kleis,
ríkisumboðskonu,
ein fyrispurning, sum hon
skal svara í løgtinginum.
Høgni Hoydal spyr eisini,
um Føroyar á donskum ráð-
harrastovum verða lýstar
og viðgjørdar sum eitt amt í
Danmark – eitt nú tá hagtøl
og
skrásetingar
verða
gjørdar.
Orsøkin til fyrispurning-
in er at finna í einum fyri-
spurningi hjá Naser Khad-
er, fólkatingsmanni hjá Ra-
dikala Vinstraflokkinum,
sum rættuliga hevur lagt
seg út í føroyska kjakið –
og ikki minst við fólka-
tingsumboðið hjá Tjóð-
veldisflokkinum, sum til í
gjár var Tórbjørn Jacobsen.
Høgni Hoydal vísir á, at
Naser Khader herfyri setti
fram
fyrispurning
til
danska innanríkis- og heils-
umálaráðharranum, Lars
Løkke Rasmussen, um hag-
tøl fyri føroyskar kvinnur,
ið fremja fosturtøku í Dan-
mark.
Tingmaðurin vísir á, at
Lars Løkke Rasmussen í
svarinum m. a. sigur, at
»En trækning fra Landspat-
ientregistret viser således,
at der i den fire-årige peri-
ode 1999-2002 kun var én
kvinde med bopælsamt på
Færøerne, som fik fore-
taget abort i Danmark.«
Hesi orð eru fallin Høgna
Hoydal fyri bróstið.
– Danski ráðharrin lýsir
sostatt Føroyar sum eitt
»bopælsamt« og vísir til
Landspatientregisteret.
Hetta tykist margháttligt, tí
hóast ósemjur um ríkisrætt-
arligu støðu Føroya, so
hava føroyingar flestir helst
havt ta fatan, at danskir
myndugleikar ikki longur
lýsa Føroyar sum eitt amt
millum hini í Danmark.
Neyvan hevur nakar heldur
roknað við, at Føroyar í
donskum
hagtølum
og
skrásetingum verða við-
gjørdar sum eitt amt, sigur
Høgni Hoydal.
Tí spyr hann í fyrsta lagi,
hví Føroyar í svarinum frá
Lars Løkke Rasmussen
verða lýstar sum eitt amt.
Og í øðrum lagi spyr
hann, um hetta bert er eitt
einstakt dømi, ella um tað
er vanligt, at Føroyar verða
viðgjørdar sum eitt av
donsku
amtunum
hjá
donskum ráðharrastovum
og myndugleikum.
– Eg vil t. d. hava at vita,
um Føroyar í donskum
skrásetingum og hagtølum
verða viðgjørdar sum eitt
amt og samanbornar við
donsku amtini á hesum
grundarlagi, sigur Høgni
Hoydal.
Høgni vil hava at vita um Føroyar eru eitt amt
Sqviiz frá Føroya Bjór
Nýggir proppar og
nýtt sukurfrítt soda-
vatn frá Føroya Bjór
SODAVATN
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Føroya Bjór hevur sent eitt
nýtt slag av sodavatni á
marknaðin.
Tey
nevna
sodavatnið »Sqviiz«.
Sambært Einar Waag,
stjóra á Føroya Bjór, kemur
hetta orðið partvís av enska
»squeeze«, ið merkir at
pressa:
»Squeeze
a
lemon«.
– Hetta hevur tó einki
við landsins búskaparstøðu
at gera. Hetta er ein appel-
sinvatn uttan sukur við
avbera góðum smakki,
sigur hann.
»Sqviiz« fæst í 0,25 litur
fløsku við tí nýggja Ring
Crown proppinum. Tað er
tann proppurin, ið summi
kenna frá Tuborg »plokk«,
ið er til at toga av – uttan
propptrekkjara. »Sqviiz«
fæst eisini í 0.5 liturs plast-
ikfløskum.
Á Føroya Bjór vóna tey,
at sodavatnið sleppur und-
an sukuravgjaldinum, sum
hevur verið upp á tal.
Sodavatn í glasfløskum
er næstan vorðið sum lundi
á jólanátt, tí tey allar flestu
munnu í dag drekka soda-
vant av plastikkfløsku.
Á Føroya Bjór leggja tey
kanska eitt sindur av nost-
algi í tað – aftur at fáa fólk
at drekka úr glasfløskum.
Bryggjaríið hevur gjørt
íløgu upp á sjey milliónir
krónur í nýggja tappimask-
inu, sum m. a. eisini hevur
møguleika at at gera »Ring
Crown« proppar, sum teir
kallast.
Proppurin á glasfløskuni er helst tað merkt sermerkta við
nýggja sukurfría sodavatninum frá Føroya Bjór
Birgit Kleis, ríkisumboðs-
kvinna skal svara Høgna
FarIce opnar dyrnar fyri breiðbandi
Við nýggja samskift-
iskaðalinum er
fløskuhálsurin niður
á evropeiska megin-
landið burtur, og tí
satsar Føroya Tele
upp á skjótt og fast
internetsamband til
føroyingar
SAMSKIFTI
Jón Brian Hvidtfeldt
jonbrian@sosialurin.fo
Nú FarIce samskiftiskaðal-
in úr Íslandi yvir Føroyar
og niður til Bretland er
veruleiki, er Føroya Tele til
reiðar at bjóða føroyingum
internet breiðband.
Nýggja tilboðið er eitt fast
samband til internetið, eitt
sonevnt ADSL-samband, ið
er munandi skjótari enn
uppringda sambandið.
Richard
Mortensen,
marknaðarstjóri á Føroya
Tele, samanber broytingina
við ein knorslutan síðuveg,
ið verður skiftur út við ein
motorveg.
Meðan knorsluti síðuveg-
urin, gamli Cantat-3 kaðal-
in, noyddi Føroya Tele at
gevast við at selja ADSL-
samband til privatkundar, tá
teir gjørdust 300 í tali,
opnar nýggi FarIce kaðalin
dyrnar fyri skjótum inter-
netsambandi til so at siga
allar føroyingar.
Níggju av tíggju
Nú lýsingarherferðin hjá
Føroya Tele fer av bakka-
stokki, hava góð 80 prosent
av
øllum
føroyingum
møguleika at taka av til-
boðnum.
Í ár verða seks bygdir aft-
urat knýttar í samskiftis-
motorvegin. Og tá útgerð
verður sett upp í tveimum
bygdum afturat næsta ár,
fara umleið 90 prosent av
føroya fólki at hava møgu-
leika fyri skjótum og føst-
um internetsambandi.
Tað er ein stór íløga fyri
Føroya Tele at knýta fleiri
bygdir
upp
í
ADSL-
sambandið.
– Men hesar útbyggingar
verða gjørdar saman við
øðrum útbyggingum hjá
Føroya Tele, og tí ber illa til
at siga, júst hvussu nógv
hesin partur fer at kosta,
sigur Páll Vesturbúð, tekn-
iskur stjóri hjá Føroya Tele.
Verður
gongdin
tann
sama sum í Danmark, har
12 prosent av fólkinum nú
hevur ADSL-samband, so
fara umleið 6000 føroying-
ar at fáa sær breiðband
næstu 3-4 árini.
– Heimurin gerst minni og
minni, og fólk rokna við at
fáa somu tilboð í Føroyum,
sum tey fáa aðrastaðni,
sigur Richard Mortensen.
Føroya Tele hevur, um-
framt at kaga eftir granna-
londum okkara, gjørt egnar
kanningar av tørvinum á
skjótari og betri internet-
sambandi, og tær stuðla
undir nevndu tøl.
Minstakrav
Føroya Tele hevur sett 20
milliónir krónur í felagið,
sum eigur FarIce kaðalin,
umframt at Føroya Tele
veðheldur fyri 60 millión-
um í sama felag. Og tað
verður internetnýtslan hjá
føroyingum, sum skal for-
renta íløguna.
Men Richard Mortensen
vil ikki siga, hvussu nógv
ADSL-hald skulu um sølu-
diskarnar hjá Føroya Tele,
fyri at íløgan ber seg.
Spurdur, hvørt Føroya
Tele roknar við kapping frá
øðrum veitarum, og hvussu
stóran marknaðarpart al-
menna partafelagið væntar
sær at fáa, sigur Richard
Mortensen, at miðað verður
ímóti at fáa millum helm-
ingin og 80 prosent av við-
skiftafólkunum.
Nógvir fyrimunir
Samanborið við vanliga,
uppringda internetsamband-
ið hevur breiðbandið fleiri
fyrimunir. Tað gongur væl
skjótari - heilt upp til 20
ferðir skjótari. Brúkarin er
altíð á netinum, og skal tí
ikki ringja upp hvørja ferð.
Íbindingin fer ikki um
telefonlinjuna, ið tískil ikki
verður blokerað, og harum-
framt verður ikki goldið eft-
ir tíðini á netinum, men eftir
nýtsluni av megabytum.
Pakkaloysnir
Um fólk ynskja breiðband,
so hevur Føroya Tele trý
ymisk
tilboð.
Bíligasta
loysnin kostar 280 krónur
um mánaðin í haldaragjaldi,
og fyri pengarnar fær tú
internetsamband við 256
kilobyte ferð. Næsta loysnin
kostar 595 krónur um mán-
aðin í haldaragjaldi, her er
ferðin skrúvað upp á 512
kilobyte og harumframt fær
tú tvey tey fyrstu gigabytini
á internetinum við í prísin-
um. Triðja loysnin kostar
895 krónur í mánaðargjaldi,
ferðin er 1024 kilobyte, og
fyrstu trý gigabytini eru við
í prísinum.
Fyri allar pakkaloysnir er
annars galdandi, at hvørt
megabyti, tú togar niður á
telduna, kostar 50 oyru.
Umframt nevndu prísir
fer tað at kosta 750 krónur í
stovningargjaldi at fáa sær
breiðband frá Føroya Tele.
Eisini skal tú keypa eitt
mótald (modem), ið kostar
millum 1200 og 1400 krón-
ur, og dugur tú ikki sjálv/-
ur at seta leidningin til teld-
una og fáa sambandið upp
at koyra, skal harumframt
rindast eitt montørgjald til
teknikaran frá Føroya Tele.
Richard
Mortensen
ásannar, at prísirnir ikki eru
á sama lága støði sum eitt
nú í Danmark. Men markn-
aðarstjórin vísir á, at Før-
oya Tele kann ikki gera tað
bíligari í dag.
– Vit meta okkum hava
ásett ein prís, ið vit meta fara
at halda marknaðar-liga,
sigur Richard Mortensen.
Í hesum plássum ber í dag til at fáa sær
breiðband:
Tórshavn, Argir, Hoyvík, Hvítanes, Kaldbak, Kolla-
fjørður, Vestmanna, Hvalvík, Streymnes, Nesvík,
Langasandur, Oyrabakki, Norðskála, Svínáir, Eiði,
Skála, Strendur, Rituvík, Toftir, Runavík, Glyvrar,
Saltangará, Søldarfjørður, Gøta, Kambsdalur,
Fuglafjørður, Klaksvík, Sandavágur, Miðvágur,
Trongisvágur, Tvøroyri, Froðba og Vágur
Seinni í ár fáa hesi pláss møguleikan:
Hvalba, Skopun, Sandur, Leirvík, Hósvík og Sør-
vágur.
Í 2005 fáa hesi pláss møguleikan:
Norðdepil og Hvannasund
Fakta
Hóast Føroya Tele
hevur sett 20 milliónir
krónur í FarIce verk-
ætlanina og veðheldur
fyri 60 milliónum aft-
urat, so fáa kapping-
arneytarnir somu for-
treytir. Tí FarIce er ein
heilsøla, har øll mugu
keypa fyri sama prís
SAMSKIFTI
Jón Brian Hvidtfeldt
jonbrian@sosialurin.fo
Umfatandi marknaðarfør-
ingin hjá Føroya Tele av
nýggjum tilboðum í kjala-
vørrinum av at FarIce-kað-
alin er tikin í nýtslu kann
kanska geva eina mynd av,
at fyritøkan situr tungt á
nýggja
samskiftismotor-
vegnum.
Og myndin gerst kanska
sterkari av, at Føroya Tele
hevur sett 20 milliónir í
partapeningi í felagið, sum
eigur og rekur kaðalin, um-
framt at fyritøkan heftir
fyri yvir 60 milliónum
krónum av láninum hjá
FarIce felagnum.
Men soleiðis er ikki.
Grundtankin við FarIce
felagnum er, at tað skal
virka og arbeiða sum ein
heilsøla. Og tá Føroya Tele
skal nýta samskiftismotor-
vegin, skal fyritøkan keypa
tænastuna frá FarIce fyri
ein fastan kostnað, ið er
tann sami, sum aðrir inter-
netveitarar skulu gjalda.
Størsti kappingarneytin
hjá Føroya Tele á internet-
økinum, Kall, bjóðar ikki
enn ADSL-tænastur, men
við Útvarpið hóskvøldið
segði Bjarni A. Bjarnason,
stjóri, at fyritøkan væntandi
fer at bjóða hesar tænastur
um eina tíð.
Øll umsiting og søla hjá
FarIce felagnum fer fram í
Íslandi, men tó skal Føroya
Tele røkja umsita samskifti
við føroyskar myndugleikar.
FarIce er ein
heilsøla
FarIce kaðalin, ið
gongur av Seyðisfirði
umvegis Føroyar og
niður til Skotland, vil
nøkta tørvin á inter-
netsambandi í nógv
ár frameftir. Størsta
løtan var, tá sáttmálin
var undirskrivaður
26. november 2002,
sigur Suni Joensen, ið
seinastu trý árini hev-
ur havt ábyrgdina av
føroyska partinum av
FarIce
SAMSKIFTI
Jón Brian Hvidtfeldt
jonbrian@sosialurin.fo
Tá FarIce kaðalin var enda-
liga tikin í nýtslu var tað
samtíðis endin á drúgvum
og rúgvusmiklum arbeiði
fyri yvir 400 milliónir
krónur.
Fyrireikingararbeiðið
byrjaði longu í 1999, og
síðan var farið undir so-
nevndar "desktop studies."
Tað er at kanna, hvar ein
kaðal verður lagdur trygg-
ast og lættast. Hetta er
rættuliga umfatandi ar-
beiði, tí kort av havbotnin-
um skulu kannast. Eisini
skuldi kannast, hvussu
fiskaríið var í økinum, har
kaðalin skuldi leggjast.
Hugt varð eftir møguligum
lendingarstøðu, og harum-
framt
skuldi
kannast,
hvussu skjóta internetsam-
bandið kom víðari úr Skot-
landi niður á evropeiska
meginlandið og út í stóra
heim.
Áðrenn
kaðalin
varð
lagdur
vóru
umfatandi
botnkanningar
gjørdar,
millum annað fyri at vita,
hvat slag av botni hann
kom at liggja í, og um forð-
ingar vóru á vegnum.
Spennandi
Ábyrgdin fyri arbeiðinum
hevur ligið hjá Suna Joen-
sen, ið seinastu trý árini at
kalla burturav hevur arbeitt
við FarIce verkætlanini.
Sum partur av einum
trímannabólki, umboðandi
føroysku og íslendsku eig-
ararnar, umframt ein ráð-
geva frá donsku telefyritøk-
uni TDC, hevur Suni Joen-
sen samskipað nógva og
umfatandi arbeiðið.
– Hetta hevur verið sera
spennandi, og ein stór av-
bjóðing. Talan er um eitt
nýtt øki við nýggjum tekn-
ikki, og eisini er fyrstu ferð,
at vit hava nýtt eitt kaðal-
skip, sigur Suni Joensen.
Hann letur væl at sam-
arbeiðinum
við
italska
Pirelli, sum fekk ábyrgdina
av at leggja sjálvan kaðalin.
Føroya Tele hevur haft
eygleiðarar til undir øllum
arbeiðinum, millum annað
umborð á kaðalskipinum,
og tað hevur betrað sam-
starvið enn meira.
Eftir at italska kaðalskip-
ið Pertinacia varð liðugt við
at pløða kaðalin niður í
havbotnin, varð skip sent út
til at eftirkanna, at kaðalin
ikki stakk burturúr nakra-
staðnil.
Hetta arbeið var liðugt í
heyst, og 29. november yv-
irtók FarIce felagið form-
liga kaðalin. Síðan hava
royndarkoyringar
verið
gjørdar, áðrenn hann hós-
dagin varð tikin í nýtslu.
Suni Joensen fegnast um,
at drúgva arbeiðið nú
loksins er liðugt.
– Men størsta løtan var
kortini, tá sáttmálin um at
fara í gongd var undirskriv-
aður 26. november 2002,
leggur hann afturat.
FarIce verkætlanin:
Samskiftismotorvegurin tikin í nýtslu
Richard Mortensen, markn-
aðarstjóri á Føroya Tele,
bjóðar føroyingum ADSL-
samband, nú FarIce kaðalin
er tikin í nýtslu
Mynd: Jón Brian Hvidtfeldt
C
M
Y
K
5
4
1
vi
ka
í
Da
nl
an
d-
íb
ú
ð
1
vi
ka
á
S
ka
ll
er
u
p
K
li
t
1
v
ik
a
í
D
an
Ce
nt
er
s
u
m
m
a
r
h
ú
s
i
2 vaksin og 2 børn við bili
2 vaksin og 2 børn við bili
2 vaksin og 2 børn við bili
Danland
Íroknað er: Ferðin fram og aftur í 4-koyggjukamari,
innan, við wc/bað. Uppihald í Dan land-íbúð í 1 viku
fyri 2 vaksin og 2 børn við bili.
úr 7.950
1,-
Skallerup Klit
Íroknað er: Sigling Tórshavn-Hanstholm og
aftur í 4-koyggjukamari, innan, við wc/
bað. Uppihald í 1 viku á Skallerup
Klit Feriecenter fyri 2 vaksin og
2 børn við bili.
úr 9.400
1,-
DANLAND er vorðið eitt hitt best um tókta
ferða málið hjá føroyingum. Dan land frí tíð-
ardeplarnir hava væl innrætt aðar íbúð ir við
køki og nógv frí tíð artilboð eru fyri bæði
vaksin og børn.
SKALLERUP KLIT FERIECENTER er stór ur
nútímans frítíðardepil av høgari góðsku, ið
er við strond ina millum Blokhus og Hirtshals.
Har er subtropiskt baði land, bónda garður,
ítrivshallir og alskyns uttandura hent leikar.
Summarhús
Íroknað er: Sigling Tórshavn-Hanstholm og
aftur í 4-koyggjukamari, innan, við wc/bað.
Uppi hald í 1 viku í summarhúsi fyri 2
vaksin og 2 børn við bili.
úr 7.780
1,-
1
vi
k
a
á
Pe
rs
H
ot
el
1
v
i
k
a
í
Di
sn
ey
la
nd
i í
P
ar
ís
Pers Hotel
Íroknað kostnaðin: Sigling Tórshavn-Bergen
og aftur í 4-koyggjukamari, innan, við wc/bað.
Hartil 7 gistingar í smáttu, uttan kost, fyri 2
vaksin og 2 børn.
úr 6.890
2,-
Disneyland
Íroknað er: Ferð fram og aftur í 4-koyggju-
kamari, inn an, við wc/bað. Hartil uppihald 5
nætur á Hotel Santa Fe í Disneylandi á
dupultkamari við 2 upp reiðingum og uppi-
hald 1 nátt á hotelli á út- og heim ferðini.
úr 18.500
3,-
2 vaksin og 2 børn við bili
Ferðin yvir øllum ferðum
Ferðin yvir øllum ferðum
1
v
i
k
a
á
H
o
t
el
li
í
Ís
la
nd
i
Ísland
Íroknað er: Ferðin fram og aftur í 4-koyggju-
kamari, innan, við wc/bað. Uppihald í dup ult-
kamari við wc/bað á Foss-hotelli í 7 nætur.
úrúr 4.108
4.108
3,-,-
Fyri hvønn ferðandi
S
u
m
m
a
r
h
ú
s
í
H
e
t
l
a
n
d
i
Hetland
Íroknað er: Ferðin fram og aftur í 4-koyggju-
kamari, innan, við wc/bað. Uppi hald í 1 viku í
summarhúsi fyri 2 vaksin og 2 børn við bili.
úrúr 6.980
6.980
22,-,-
Í risa stuttleikaparkini 40 km
úr París møtir tú kendu
tekni søgu fi gurunum »live«.
2 vaksin og 2 børn við bili
J. Broncks gøta 37 · Postsboks 370 · FO-110 Tórshavn
Tlf: 34 59 00 · Fax: 34 59 50 · booking@smyril-line.fo
1) Fráferð: 7/5, 14/5, 21/5, 28/5, 4/6, 11/6, 13/8, 20/8, 27/8 og 3/9. Aðrir prísir eru galdandi um fráferðin ikki er ein av nevndu døgum.
2) Fráferð: 3/5, 10/5, 17/5, 24/5, 31/5, 7/6, 9/8, 16/8, 23/8 og 30/8. Aðrir prísir eru galdandi um fráferðin ikki er ein av nevndu døgum.
3) Nevnda prísdømi er galdandi fyri lágárstíð. Aðrir prísir eru galdandi um ferðast verður uttanfyri lágárstíð.