leygardagur 13. mars 2004síða 4
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 51 - 13. mars 2004
Nr. 51 - 13. mars 2004
7
Sparingin fer helst at kosta landinum meir
í hinum endanum
– Tað kostar at seta
eina økisterapi í verk,
men eg ivist ikki í, at
tað fer at spara land-
inum nógvan pening í
hinum endanum, sig-
ur Karin Djurhuus,
fysioterapeutur
ØKISTERAPI
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
– Tað er ógvuliga harmiligt,
at ætlanin um økisterapi er
løgd á hyllina.
Karin Djurhuus er fysio-
terapeutur á Landssjúkra-
húsinum. Í síni tíð var hon
eisini nevndarlimur í fel-
agnum hjá fysioterapeutum
og tá legði hon nógva orku
í at fáa ætlanina um økister-
api setta í verk.
Tí harmar tað hana al-
mikið, at Hans Pauli Strøm,
landsstýrismaður
í
al-
manna- og heilsumálum,
nú hevur gjørt av at leggja
ætlanina um økisterapi í
dvala.
Hann sigur, at nú bú-
skaparliga støðan er farin at
versna, vil hann heldur
raðfesta
grundtænastuna
hjá heimarøktini. Somu-
leiðis hevur hann víst á, at
heimarøktin ikki so frægt
sum klárar at veita sínar
grundleggjandi tænastur og
tær vil hann hava at virka,
áðrenn nýggjar tænastur
verða settar í verk.
Ert tú samd í, at reingerð
er ein grundleggjandi tæn-
asta hjá heimarøktini?
– Eg vil treyðugt úttala
meg um starvsøkið hjá
øðrum. Men eg sigi fyri
meg, at hevði eg tørv á røkt,
vildi eg heldur fingið fólk
heim til mín at vant meg í at
gingið trappur, heldur enn
at fingið eina fólk inn at
gjørt reint. Fekk eg venjing
at klára meg sjálv, kundi eg
kanska enntá gjørt reint
sjálv, sigur Karin Djurhuus.
Tí vónar hon inniliga, at
gongd skjótt kemur á aftur
ætlanina at seta økisterapi í
verk, hóast royndirnar vísa,
at kemur fyrst steðgur í,
kann tað vera trupult at fáa
gongd aftur á eitt mál.
Serliga hørm eru tey um,
at ætlanin er steðgað, nú
hon so smátt varð sett í verk.
–
Økisterapeutar
eru
settir á Sandi og tað var lýst
eftir terapeutum aðrastaðni
við og onkustaðni var tað
enntá komið so langt, at
setanarsamrøður
skuldi
vera við umsøkjarar, tá ið
løgtingsvalið varð útskriv-
að og alt steðgaði.
Ein sparing sum
kostar
Karin Djurhuus dugir sjálv-
sagt væl at síggja, at talan
er um eina sparing.
– Men hetta er ein spar-
ing, sumuttan iva kemur at
kosta meir í hinum endan-
um, sigur hon.
Hon sigur, at sjálvsagt
kostar tað at seta eina
nýggja tænastu í gildi.
Men hon ivast ikki í, at
verður økisterapi innan
fysio- og ergoterapi sett í
verk um alt landið, fer tað at
spara landinum enn meiri
pening í sjúkraviðgerð og
røkt.
Endamálið við økisterapi
er at geva fólki fysio- og
ergoterapi heima við hús
kring um í landinum.
–Tá ið fólk verða útskriv-
að av sjúkrahúsi eftir skaða
ella sjúku, sum ger, at tey
hava tørv á røkt heima, ella
sum hevur gjørt, at tey
meiri ella minni hava mist
førleikan, kunnu økistera-
peutarnir ganga inn til
teirra at viðgerða tey.
Somuleiðis kunnu terapeut-
arnir verða viå til at leggja
eina ætlan fyri, hvussu
farast skal fram fyri at tey
skulu klára seg so væl sum
gjørligt heima.
–
Økisterapeutarnir
kunnu viðgerða hesi fólkini
heima so at tey skjótari
vinna førleikan aftur, ella í
hvussu so er, ikki missa enn
meiri av teirra førleika.
Karin Djurhuus sigur, at
hetta kann gerast saman við
heimahjálpunum.
Men endamálið er eisini
at hjálpa teimum avvarð-
andi, so at tað verður lættari
at vera um tann røktar-
krevjandi.
– Endamálið er at venja
tey, sum koma illa fyri, at
klára seg sum longst í egn-
um heimi. Talan kann verða
um grundleggjandi førleik-
ar, eitt nú at ganga upp og
niður ígjøgnum trappur, at
reisa seg upp úr einum stóli
og annað grundleggjandi.
– Vit eru heilt sannførd
um, at koma terapeutar upp
í, verður tað nógv lættari,
bæði hjá heimahjálpum og
avvarðandi, at vera um
tann, sum krevur røktina.
– Men so er tað sjálvsagt
eisini ein spurningur um at
hækka
lívsdygdina
hjá
teimum, sum koma illa fyri.
– Harumframt ivast vit
ikki í, at hetta fer at føra til,
at mál fara at verða skjótari
avgreidd, enn tey hava ver-
ið, tí tað verður styttri ímill-
um brúkaran og tann, gevur
ráð og vegleiðing.
Ikki meiri enn
næstbest
Karin Djurhuus sigur, at á
sama hátt kunnu økistera-
peutarnir verða við til at
hjálpa teimum, sum enn
hava ein førleika, at varð-
veita hendan førleikan við
at gera venjingar við teim-
um og at halda teimum í
sving.
Økisterapeutarnir hyggja
eisini at arbeiðsumstøðun-
um hjá teimum, sum skulu
røkta fólk heima og kunnu
koma við tilmælum um
broytinga og ábøtur fyri at
gera tað lættari. Talan kann
bæði verða um at broyta
innrættingina í heiminum
ella um at útvega serlig tól,
sum gera gerandisdagin
lættari.
– Ongantíð betri um øk-
isterapeutarnir eisini høvdu
eitt úrval av teimum ein-
faldastu
hjálpitólunum,
sum tey kundu latið brúkar-
um eftir tørvi.
Eitt er, at fólk fáa fysio-
terapi á sjúkrahúsum og hjá
privatum
viðgerðarum
kring landið. Men tað er
ikki meiri enn næstbest, tí
tað, sum hevur størstan
týdning, er at venja tey
heima við hús og at fylgja
teimum upp alla tíðina.
Niður við flagginum
Karin Djurhuus sigur, at vit
hava ofta lyndi til at sam-
anbera okkum við donsku
oynna Borgundarhólm, tí
fólkatalið er áleið tað sama.
Á Borgundarhólmi hava tey
27 terapeutar kring um í
oynni. Í Føroyum hava vit
tveir á Sandi, tað er alt.
Fysioterapeuturin sigur,
at verður ein slík tænasta
sett í verk, fer tað uttan iva
at føra við sær, at fólk verða
styttri á sjúkrahúsi, bæði tí,
at fólk kunnu útskrivast
fyrr og tí at tað verður ikki
neyðugt at leggja so nógv
fólk inn.
– Samstundis vita vit, at
ein song á sjúkrahúsi er
tann dýrasta loysnin av øll-
um, men samstundis fer tað
eisini at frígeva sjúkrahús-
sengur til tey, sum veruliga
hava tørv á at verða innløgd
og sum nú standa á bíði-
lista.
– Tað fer uttan iva eisini
at spara røktarheimpláss, tí
fólk koma at klára seg
longri heima.
– Men samstundis ger ein
slík tænasta, at tað verður
lættari hjá teimum, sum
vara av røktarkrevjandi
fólki, tí tað at verða um ein
røktarsjúkling, fær nógv
avvarðandi niður við flagg-
inum og tað er væl skiljandi,
tí tað er ómetaliga tungt,
sigur Karin Djurhuus.
– Vit hava í nógv ár havt
til endamáls, at fólk skulu
kunna vera heima sum
longst. Men so mugu vit
eisini laga tað soleiðis, at
tað ber til at vera heima,
sigur Karin Djurhuus.
Fysio- og ergoterapi á
sjúkrahúsi er ikki meiri enn
næstbest. Hinvegin kann
økisterapi heima við hús hjá
fólki kring landið, bæði spara
pening, hækka lívsdygdina og
bjarga avvarðandi frá at fara
niður við flagginum, sigur
Karin Djurhuus,
fysioterapeutur
Føroysk rækjuskip
síggja seg svikin í
sáttmálum um fiski-
rættindi – hava fiskað
í kørgum vøtnum so
lítið sum ein sætta-
part til ein fjórðing av
tí, sum grønlendsk og
kanadisk rækjuskip
fáa á góðum fiski-
leiðum
RÆKJUVINNA
Búi Tyril
tyril@PRnewsMedia.com
Minni og minni at fiska ár
undan ári, alt meðan grøn-
lendingar og kanadiarar
rokast; og aftur við stútt
fallandi rækjuprísum á
heimsins marknaðum, og
líka so stútt hækkandi prís-
um á brenniolju sum harvið
hava dýrkað munandi um
raksturin… Tá er ikki nógv
eftir, tá er ringast hugsandi
marrudreymur
veruleiki
fyri okkara fyrr so stolta
rækjuflota, ein rækjufloti
sum nú ivast í um hann
yvirhøvur er til næsta ár.
Mong teirra, ið varða av
teimum restum, sum enn
eru eftir av rækjuvinnuni
kenna seg svikin og slept
upp á fjall av politikarum
og embætisfólkum, sum
ikki tykjast hava raðfest
rækjuflotan í sambandi við
sáttmálar við onnur lond
um fiskirættindi. Tað kom
fram á tí árliga vinnulívs-
fundinum hjá Eysturoyar
Vinnulívsfelag fyrr í vik-
uni, har júst ‘Rækjuvinnan’
var eitt av tveimum høvuðs
evnum.
Eini 70 fólk vóru komin
saman á fundinum fyri at
hoyra innlegg frá vinnulívs-
monnunum Hans Johannes
á Brúgv, Kjartan Joensen
og Jóhan Joensen um
rækjuvinnuna. Hitt temaið
var
‘Lønarsteðgur
og
Skattalætti’
og
inn-
leggunum har stóðu Karla
Einarsson og Bárður Niel-
sen fyri.
Úr 12 niður í 5
niður í 0
– Útlitini fyri rækjuvinnuna
eru
sera
ring,
skrivar
Eysturoyar Vinnulívsfelag
millum annað í einari
niðurstøðu frá vinnulívs-
fundinum, har spurningur
varð settur við um rækju-
flotin yvirhøvur er til í
næsta ár.
– Prísirnir eru fallandi,
meðan
føroyingar
ikki
megna at fáa fiskiloyvir í
økjum, har nógvar og góðar
rækjur eru. Hetta setir tann
føroyska rækjuflotan í eina
verri støðu enn kappingar-
neytarnar. Eitt føroyskt
rækjuskip fiskar 10-15 tons
per dag, meðan grønlend-
ingar og kanadiarar fiska
60 tons per dag.
Um rækjuprísirnar varð
staðfest, at hesir eru mink-
aðir niður um eina helvt
upp á stutta tíð, samstundis
sum oljuprísurin er fleir-
faldaður. Karmarnir hjá
rækjuvinnuni eru sum heild
verri enn hjá øðrum fiski-
vinnugreinum, varð somu-
leiðis staðfest - og undir-
bygt við syrgiligum stati-
stikki yvir talið á føroysk-
um rækjuskipum.
– Í tíðarskeiðnum 2000/
2001 var miðal prísurin fyri
eitt kilo av rækjum 21,40.
Eitt ár seinni 2001/2002 var
prísurin komin niður á
15,40. Í tíðarskeiðnum
2002/2003 fór prísurin
niður við einari krónu og
fyri 2003/2004 er prísurin
komin niður í 10,00 per
kilo.
– Í tíðarskeiðnum frá
1999 og tvey ár fram fór
oljuprísurin úr 70 oyrum
upp í kr 2,68 fyri hvønn
litur.
– Karmarnir hjá rækju-
vinnuni eru verri enn teir
hjá til dømis flakavinnuni.
Til dømis verða fiskirætt-
indi keypt til trolararnar og
nótaskipini, meðan einki
verður gjørt fyri at keypa
brúkbar rættindi til rækju-
vinnuna.
Vinnulívsfundurin var alt
annað enn bjartskygdur um
útlitini
hjá
føroyskari
rækjuvinnu,
og
spáddi
henni ein skjótt komandi
enda.
– Fyri fáum árum síðani
vóru 12 rækjuskip - nú eru
tað bert 5 eftir. Spurning-
urin er so um nær teir sein-
astu fimm gevast, ikki um
teir gevast. Tað varð mett at
hesi seinastu fimm skipini
møguliga klára seg árið út,
um einki verður gjørt fyri at
fáa til dømis brúkbarar
kvotur.
Síðani varð víst á trupul-
leikar av GATT tolli í sam-
bandi við framleiðslu av
rækjum.
Her eru eisini trupul-
leikar við at føroyingar eru
umleið 6 prosent verri fyri
enn
kappingarneytarnir
vegna GATT toll.
30 ymisk feløg
Í niðurstøðuni um ‘Lønar-
steðg og Skattalætta’ varð
ført fram, at tær almennu
lønirnar hava lyft kostn-
aðarstigið í Føroyum, held-
ur enn lønirnar hjá arbeiðs-
fólkinum.
– Lønarsteðgur ber ikki
til, tí um lønarsteðgur skal
verða, so má tað eisini blíva
príssteðgur.
Tað
kundi
hjálpt til um Príseftirlitið
varð endurstovnað.
– Flakavirkini klára ikki
at halda arbeiðsfólkið í ar-
beiði eina fulla arbeiðs-
viku. Tí er tað brúk fyri
Arbeiðsloysistryggingini í
teimum sokallaðu góðu
tíðunum.
– Føroya Arbeiðarafelag
hevði onga lønarhækking í
árunum 1992 til 1998. Men
síðani byrjaðu løgtingslimir
at hækka sína løn, alment
lønt fingu lønarhækkan, so
tað var rímiligt, at arbeið-
arin eisini fær lønarhækk-
ing. Tað einasta sum ar-
beiðarin krevur er at grøvin
millum
bólkarnar
ikki
veksur
– Persónsskattatrekkið er
farið frá 36 upp í 38 pro-
sent, har landsskatturin er
farin úr 18,5 upp í 21,5
prosent. Ynskir eru frammi
um eina meiri proportio-
nala skattaskipan, sum hjá
kommununum. 17.000 før-
oyingar vinna yvir 180.000
krónur um árið. 6.000
vinna undir 50.000 krónur
um árið, og her verður
eingin landsskattur. Skatta-
stigin er ikki viðlíkahildin
seinastu árini, so sjálvt um
tað eru givnar fleiri milli-
ónir í skattalætta hesi sein-
astu árini, er skattatrekkið
farið upp.
– Hugskot hava verið
frammi um tríparta lønar-
samráðingar, men her er
trupulleikin, at tað eru
umleið 30 ymisk feløg sum
samráðast skal við. Men
hetta er lættari at gjøgnum-
føra á privata arbeiðs-
marknaðinum tí har eru
ikki so nógv feløg.
Áðrenn vinnulívsfundin í
Bygdarhúsinum í Leirvík
helt Eysturoyar Vinnulívs-
felag aðalfund. Har vórðu
Áki í Skemmuni og Arni
Carlsen valdir í nevndina at
sita saman við John E.
Olsen og Ragnar S. Olsen;
Lassi Borðoy, ið eisini stóð
fyri vali, bar seg undan á
hesum sinni, og í hansara
stað varð valdur Janus Ras-
mussen. Nevndin hevur
skipað seg, og formaður er
John E. Olsen, næstfor-
maður Arni Carlsen, kassa-
meistari Áki í Skemmuni,
skrivari Ragnar S. Olsen og
nevndarlimur Janus Ras-
mussen.
Vinnudagurin
er
eitt
árligt tiltak sum Eysturoyar
Vinnulívsfelag skipar fyri.
Fundurin verður hildin
ymsastaðni í Eysturoy;
fyrstu ferð varð hann hildin
í Runavík, síðani á Kamb-
sdali, Oyrabakka, Skála og
í ár var Gøtu Kommuna
vertur, men flutti fundin til
Leirvíkar.
Ivast í um rækjuflotin
er til í næsta ár
Fakta
Føroyska rækjuvinnan er ein vinna í svarum
trupulleikum:
• Eitt føroyskt rækjuskip fiskar 10-15 tons per dag,
meðan grønlendingar og kanadiarar fiska 60 tons
per dag.
• Í tíðarskeiðnum 2000/2001 var miðal prísurin fyri
eitt kilo av rækjum 21,40. Eitt ár seinni 2001/2002
var prísurin komin niður á 15,40. Í tíðarskeiðnum
2002/2003 fór prísurin niður við einari krónu og
fyri 2003/2004 er prísurin komin niður í 10,00 per
kilo.
• Í tíðarskeiðnum frá 1999 og tvey ár fram fór
oljuprísurin úr 70 oyrum upp í kr 2,68 fyri hvønn
litur
• Fyri fáum árum síðani vóru 12 rækjuskip - nú eru
tað bert 5 eftir. Spurningurin er so um nær teir
seinastu fimm gevast, ikki um teir gevast. Tað varð
mett at hesi seinastu fimm skipini møguliga klára
seg árið út, um einki verður gjørt fyri at fáa til
dømis brúkbarar kvotur
Mong teirra, ið varða av teimum restum, sum enn eru eftir av rækjuvinnuni kenna seg svikin og slept upp á fjall av politikarum og embætisfólkum, sum ikki
tykjast hava raðfest rækjuflotan í sambandi við sáttmálar við onnur lond um fiskirættindi. Tað kom fram á tí árliga vinnulívsfundinum hjá Eysturoyar
Vinnulívsfelag fyrr í vikuni, har júst ‘Rækjuvinnan’ var eitt av tveimum høvuðs evnum
C
M
Y
K
7
6