Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-03-13, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 13. mars 2004síða 5

‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 51 - 13. mars 2004 Nr. 51 - 13. mars 2004 9 - Tað, sum avgerð avreiðingarprísin, er í fyrsta lagi virðið á tí vøru, sum liggur á borðiskinum hjá brúkaranum. Jú, dýrari henda vøra er, jú betri verður prís- urin til skip og mann- ing. Tann mest "edla" vøran er sjálvsagt tann livandi fiskurin. Tí snýr alt seg um at halda virðinum uppi so skjótt, fiskurin er deyður – og heilt til brúkaran. Alt, sum vit gera við fiskin, hevur týdning í seinasta enda og dygdin, sum fer burtur av fiskin- um, fæst ikki aftur, sigur Kári Hansen, reiðari, sum eisini keypir og selir fisk FISKIVINNA Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Kári Hansen, reiðari á línuskipinum, Grunningi, sum saman við skipara sínum hevur verið við til at ment VML-skipanina hjá Com-Data, var miðdepilin á fundinum um fiskivinnu í Klaksvík síðsta týskvøld. Hann greiddi frá teimum royndum, hann hevur gjørt við at selja fiskin hjá Grunningi á bretska markn- aðinum eftir tær broytingar, sum gjørdar eru umborð á skipinum við skiljing, ísing og køling. Tá ið fiskurin er komin í kassarnar í lastini stutt eftir, at hann er komin á dekkið, fer hann í somu kassum beinleiðis til keyp- aran, vigaður og skildur eftir vekt við øllum skrá- setingum og skjalfestum upplýsingum um fiskin og fiskiskapin. Hesum syrgir VML-skipanin fyri. Endamálið er at kunna bjóða út eina fyrstafloks vøru, sum hevur so breiðan áhuga hjá fiskakeyparum sum gjørligt. Keyparin veit, hvat hann fær, og honum nýtist ikki at ivast í, at skrásetingarnar eru rættar. Fiskurin hjá Grunningi verður í fyrsta lagi boðin út í Føroyum. Tann, sum gevur mest fyri lastina, keypir fiskin, sum síðan verður seldur á bretska marknaðinum. Keypari er í flestu førum reiðarin sjálv- ur. Kári segði, at hann er væl nøgdur við tann prís, sum fingin er á bretska markn- aðinum, hóast ein og hvør seljari altíð kundi hugsað sær at fingið eitt sindur meira. Skipanin, sum er umborð á Grunningi, hevur syrgt fyri, at ongar reklamatiónir eru komnar, og reiðarin ásannaði, at stundum hevur rættiligur gravgangur verið eftir veiðini hjá línuskip- inum. Dygdin avgerandi Kári vísti á, hvussu stóran týdning tað hevur, at fisk- urin kemur so feskur sum gjørligt til keyparan. Men, sum hann tók til, so er henda "ketan" ikki sterkari enn veikasta liðið. Tí er ógvuliga umráðandi, at fiskurin ongantíð verður latin upp til tilvildina. - Tað, sum avgerð avreið- ingarprísin, er virðið á tí vøru, sum liggur á borðisk- inum hjá brúkaranum. Jú, dýrari hesin fiskur er á borðiskinum, jú betur verður prísurin til skip og manning. Hann segði, at tann mest "edla" vøran er sjálvsagt tann livandi fiskurin. Tí snýr alt seg um at halda virðinum uppi so skjótt, fiskurin er deyður. Alt, sum vit gera við fiskin, hevur týdning í seinasta enda og dygdin, sum fer burtur av fiskinum á vegnum til brúkaran, fæst ikki aftur. Sum dømi nevndi Kári ein mjólkarpakka, sum stendur á borðinum ein heitan dag. Hóast livitíðin hjá pakkanum er eina viku, er pakkin kortini spiltur, tá ið dagurin líður. Tað nyttar einki at seta pakkan í kuldaskápið aftur, tá ið mjólkin er spilt. Sama er við fiskinum. - Tí skulu vit alla tíðina ansa eftir at halda fiskinum feskum, so einki fer burtur av virðinum. Kári vísti á, at hann hevur havt Grunning í fleiri ár, og undan teirri tíðini fekst hann eisini við at selja feskan fisk. Tískil helt hann seg kenna marknaðin rætti- liga væl. FISKIVINNA Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Týskvøldið, 9. mars, var áhugaverdur fundur á Tekniska skúla í Klaksvík. Høvuðsendamálið við fundinum var at leita eftir svarinum til nakrar við- komandi spurningar, sum útróðrarmenn og fiski- menn annars seta sær, nú prísirnir á fleiri fiska- sløgum eru so lágir. • Hvussu betra vit møgu- leikarnar at fáa meira burtur úr tilfeinginum av feskum fiski? • Hvørjir eru størstu trupulleikarnir hjá selj- arum og keyparum av feskum fiski? • Er trupulleikin vantandi trygd fyri vekt, stødd ella góðsku. • Eigur feski fiskurin ongan góðan, eftir at hann er landaður – ella eru tað fleiri av hesum viðurskiftum, sum gera seg galdandi? Áhugin fyri fundinum var stórur, tí nógvir mans við ymiskum tilknýti til fiski- vinnuna høvdu leitað sær í Tekniska skúla hetta kvøldið. Við pallborðið sótu Óli Jacobsen, nevndarformað- ur í Fiskamarknaði Før- oya, Auðgunn Konráðs- son, formaður í Megin- felag Útróðrarmanna og Kári Hansen, reiðari og fiskaseljari. Eftir kaffisteðgin, sat Páll Gregersen, stjóri á Fiskavirkinum í Gøtu, eisini við pallborðið. Orðstýrari var Rani Nol- søe, menningarstjóri í Klaksvíkar kommunu. Aftast í hølunum, har fundurin varð hildin, høvdu fyritøkurnar, Com- Data og Look North, sett upp eina framsýning, har Com-Data legði dent á VML-skipanina, og Look Nort eitt nú sýndi fram pakkitilfar til fiskivinn- una. - So leingi, útróð- rarfiskurin liggur hultur um bultur á Fiskamarknaðinum, verður torført at fáa ein betri prís fyri tann feskasta fiskin. Neyðugt er at gera arbeiði til lítar, segði Kári Hansen FISKIVINNA Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Óli Jacobsen, sum nú er nevndarformaður í Fiska- marknaði Føroya, segði, at uppgávan hjá markn- aðinum er at vera mill- umlið og tænastuveitari hjá teimum, sum selja og keypa fisk. Tí helt hann ikki, at Fiskamarknaðurin kann gera so nógv við ítøkiligu støðuna, nú prís- irnir á fleiri fiskasløgum eru so lágir. Hinvegin vísti Óli á, at umráðandi er við eini vælvirkandi fiskasøluskipan, har fleiri keyparar møta upp og vilja ogna sær fiskin. Hetta átti at havt við sær, at besti fiskurin fekk besta prísin. – Tá ið tað gongur nið- ureftir, verður ofta roynt at finna ein syndabukk, og kanska verður Fiska- marknaðurin í dag gjørd- ur til syndbukk. Óli segði, at Fiska- marknaðurin, sum í fyrsta lagi privatar vinnufyri- tøkur eiga, kann sum so ikki ávirka sjálvar prísir- nar, men ásetir gjald fyri tænastuna, ið felagið veitir. Hann segði, at ynskir eru um, at Fiskamarkn- aður Føroya verður býttur uppí tvey, soleiðis at landingarmiðstøðin virk- ar fyri seg og sjálv upp- boðssølan fyri seg. – Nógv hevur verið tosað í nevndini um, hvussu hetta skal gerast, og nú verður arbeitt við eini skipan, sum bítir hesar funktiónirnar sund- ur. Tað hevur hildið verða best, at vinnufeløgini eiga tað mesta av tí part- inum, sum fevnir um sjálva uppboðssøluna. Um so verður, ber ikki so væl til hjá vinnuni at grenja um sína egnu skip- an, tí tá eiga tey "pro- blemini" sjálvi. Óli Jacobsen segði seg vænta, at nevnda uppbýti verður framt innan stutta tíð. Hann ásannaði, at ym- iskar meiningar saktans kunnu vera um kostnaðin av at selja um uppboðs- søluna. Ikki samdur Kári Hansen segði seg ikki vera samdan í øllum tí, sum Óli hevði ført fram. – Eg haldi, tað er stutt- ligt, at Óli er her í kvøld, sum nevndarformaður í Fiskamarknaði Føroya. Kári helt, at Fiska- marknaðurin er størsta hending innan sølu av fiski í Føroyum. – Men tað, sum er galið, er, at marknaðurin ikki í nóg stóran mun hevur tikið ábyrgdina av tí fiski, sum felagið selir. Reiðarin vísti á orðini hjá undanfarna stjóranum á Fiskamarknaðinum, sum skal hava sagt, at marknaðurin hevur ikki ábyrgdina av fiskinum – antin fiskurin stendur úti ella inni, ísaður ella ikki. – Tað sigur eisini eitt sindur um, hvussu Fiska- marknaðurin hevur pri- oriterað, tá ið tað skuldu ganga fleiri ár, áðrenn fiskurin, sum kom inn á gólvið, kundi setast í kuldarúm. Kassarnir Kári fanst eisini at mark- naðinum, tá ið hesin ikki vildi skilja fiskin í smáar kassar, hóast felagið hevur dýra skiljimaskinu við nógvum møguleik- um. Hann vísti á, at smáu kassarnir eru nógv betur egnaðir til útflutning av feskum fiski – ikki minst, tí tey stóru kørini, sum kanska ongantíð koma aftur í aftur, eru verri fyri fiskin og binda nógvan pening. – Tú fært eisini nógv fleiri keyparar at bjóða uppá fiskin, um hann verður útfluttur í smáum kassum. Kári helt, at tá ið slík viðurskifti ikki kunnu loysast, er talan um tekniskar handilsforð- ingar, sum avgjørt ikki skapa ein betri fiskaprís. – So leingi, útróðrar- fiskurin liggur hultur um bultur á Fiskamarknað- inum, verður torført at fáa ein betri prís fyri fiskin. Neyðugt er at gera arbeiði til lítar, um meira skal fáast fyri feskasta fiskin, segði Kári Han- sen. Trupulleikar og møguleikar við feskum fiski Nógvir mans vóru møttir til fundin um feska fiskin á Tekniska skúla í Klaksvík týskvøldið Mynd: Bárður Lydersen Hvítir kitlar gera ikki fiskin betri Í gomlum døgum, sum hann tók til, høvdu línu- bátarnir einar 14 setur. Slíkt gongur ikki í dag, um vit skulu satsa uppá at hava góðan og feskan fisk. Kári viðgekk, at áhuga- málini hjá honum sum reiðara og fiskasølumanni kunnu stoyta eitt sindur saman. Neyv stýring Reiðarin segði, at teir av fyrstan tíð settu sær fyri at gera tað so gott umborð á Grunningi, sum teir kundu. Teir fingu sær køling í lastina og ísmaskinu til ískrapa sum ger, at fiskurin kólnar nógv skjótari. Tað tekur umleið ein tíma, til fiskurin er køldur niður á 0 ella minus eitt stig. Ískrapi gjørdur úr sjógvi fer ikki illa við fiskinum, men tað fer turrur ísur, sum er gjørdur úr sjógvi, tí hesin "brennur" fiskin. Kári greiddi frá gongdini frá tí, at teir byrjaðu at taka hond um fiskin manuelt við skiljing, til teir fóru í sam- starv við Com-Data um VML-skipanina, sum fyri Grunning hevur verið eitt rættiligt frambrot. Ein tann týdningarmikl- asti tátturin, tá ið ræður um góðan fisk, er, at fiskurin, sum verður vigaður og ísaður í kassar í lastini, ikki verður nortin aftur, fyrr enn hann er hjá keyparanum. Tí er neyðugt, at skipanin umborð eisini er góðkend sum innvigingarskipan, so- leiðis at kassarnir við fiski kunnu sendast út til brúk- aran. Á fundinum í Klaksvík nevndi Julius Johannesen, at fiskur, sum hevur ligið ísaður, versnar tað, sum svarar til einar 4-5 dagar, tá ið hann verður stoyttur, skildur og vigaður av nýggjum. Orsøkin er, sum Sosial- urin skilti, at bendir og snarar tú einum fiski, sum liggur stívnaður, gerst hann moyrur. Hetta framskundar niðurbrótingina. Besti prísur Reiðarin á Grunningi helt tað vera rætt, at fiskurin verður útboðin í Føroyum, soleiðis at allir keyparar hava møguleika at keypa. - Fidusurin er, at tú hevur eina vøru, ið hevur so breiðan áhuga millum keypararnar sum gjørligt – líkamikið, hvør fram- leiðslan úr fiskinum verður. Kári segði, at hann keypir meginpartin av veiðini hjá Grunningi sjálvur, og hesin fiskurin hevur verið lættur at selt á bretska marknaðinum. - Vit fáa kanska ikki altíð so óluksáliga góðan prís, sum hann tók til, men vit fáa í hvussu er tann besta prísin. Hann vísti á, at stundum verður sagt, at nú kann ikki meira gerast og helt, at teir umborð á Grunningi eru komnir ógvuliga nær tí besta, ið gerast kann. - Sjálvt ikki lúkan verður tikin av lastini, fyrr enn bingjan, sum fiskurin fer í, er komin, legði hann aftrat. Tað nyttar so lítið, segði Kári, at fólk ganga í hvítum kitlum, og virkisleiðslur taka onnur atlit, um vøran, sum kemur brúkaranum í hendi, ikki er fyrsta floks. Hann vísti á, at sum reiðari, fiskakeypari og fiskaseljari bítir hann ein part av tí, sum sølan gevur í útlandinum, við manning- ina. Haraftrat landar mann- ingin sjálv og fær eina krónu í part fyri hvønn kassa, ið landaður verður. - Sølan um Fiskamarkn- aðin hósdag er tískil ikki hin endaliga sølan, men tað er hinvegin sølan mána- dagin eftir. Kári segði, at manningin umborð á Grunningi er ógvuliga bevíst og uppsett uppá, at fiskurin altíð er hin besti. - Hevur tú ikki manning- ina við tær, fært tú einki gjørt. Neyðugt er við samarbeiði, og eg má siga, at hetta hevur eydnast ógvuliga væl hjá okkum, segði Kári Hansen. Kári ósamdur við Óla Nýggi fiskimálaráðharrin, Bjørn Kalsø, var við á fundinum um fiskivinnu á Tekniska skúla í Klaksvík Mynd: Bárður Lydersen – Hóast livitíðin hjá einum mjólkarpakka, sum stendur á borðinum ein heitan dag, er eina viku, er pakkin kortini spiltur, tá ið dagurin líður. Tað nyttar einki at seta pakkan í kulda- skápið aftur, tá ið mjólkin er spilt. Sama er við fiskinum. Tí skulu vit alla tíðina ansa eftir at halda fiskinum feskum, so einki fer burtur av virðinum, sigur Kári Hansen. Við pallborðið frá vinstru: Rani Nolsøe, Kári Hansen, Páll Gregersen, Auðnn Konradsson og Óli Jacobsen Mynd: Bárður Lydersen C M Y K 9 8