leygardagur 13. mars 2004síða 6
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 51 - 13. mars 2004
Nr. 51 - 13. mars 2004
11
Tað er eitt frískt lot í føroyskum politikki, tá samgongan
byrjar at uppføra seg sum ein ábyrgdarfullur leikari á
altjóða pallinum. Tað, at man nú aktivt roynir at fáa
dupultskattasáttmálar við onnur lond er eitt stórt stig
framá. Tað er gott, at vit nú hava fingið áræði og sjálvsálit,
ið røkkur útum tað at seta sjálvfylgiligar spurningar niðri
á Christiansborg.
Tað er eisini eitt stig framá, at Føroya Landstýri svarar
fyrispurningum um eitt nú NATO mál. So kunnu vit
kjakast um, hvør vítt eitt aðalorðaskifti átti at verið
frammanundan.
Ein seriøsur altjóða samstarvspartur letur ikki verða við at
svara fyrispuringum í áravís. Her eiga Føroya Løgting og
Føroya Landsstýri at minnast til, at umheimurin sær ikki
hesa samgonguna ella hasa samgonguna. Teir samskifta
við Føroyar, og tí hevur eitt og hvørt landsstýri, um tað vil
tað ella ei, eina áyrgd av, at umboða Føroyar á ein hátt, ið
ikki útflytir klandur ella sparkar aftureftir eftir undan-
farnum samgongum. Um man vil, at Føroyar skulu verða
sæddar sum ein óseriøsur samstarvspartur, so er bara at
lata vera við at svara fyrispurningum í áravís, ella hava
eina Uttanlandsnevnd, ið ferð aftanaá ferð kemur við fleiri
ymiskum niðurstøðum í sama máli.
Løgtingið eigur at kjakast um okkara støðu í heims-
samfelagnum, soleiðis, at Føroyar eru førar fyri at svara
beinanvegin, um fyrispurningar koma uttaneftir, tað verði
seg um handil, mentan, hernaðarmál ella nakað heilt
annað.
Her er týdningarmikið, at man ikki brúkar ár uppá at
analysera tingini í hel og liggur sjóvarfallið av sær. Tað er
ein andsøgn, at tey, ið tosa mest um, hvussu stórur
heimurin er uttanfyri Danmark, eru tey somu, ið hava hug
at brúka danskar doktrinir at grunda sína heimsáskoðan á.
Eisini er tendensurin at kopiera ting úr Danmark størri nú
enn nakrantíð. Hyggið tildømis eftir starvsetanartreyt-
unum hjá tí almenna. Har er alt, ið favoriserar danskar
útbúgvingar, hóast einki er, sum bendir á, at danskar
gradir eru so nógv betur enn aðrar gradir, hóast tað kann
verða eitt ár á muni í normeraðari tíð.
Hetta skal ikki skijlast, sum vit einki skulu taka úr Dan-
mark. Sjálvandi skulu vit tað, men vit skulu duga at sálda
tað ringa frá tí góða. Tað ger man ikki við, at undir-
brotligheitin, har vit støðugt vilja hava danir at definera
okkum føroyingar, ræður. Hendan gongd seinastu árini,
har man hevur spurt Fólkatingið, um vit eru tjóð ella ikki,
hevur bara givið eina mynd av undirbrotligum føroy-
ingum, sum ivast í sínum plássi í heiminum.
Vit skulu halda høvdið høgt og verða bevíst um okkara
pláss í heimssamfelagnum. Sjálvandi eru vit tjóð.
Sjálvandi kunnu vit samhandla við hvønn vit vilja og hava
dupultskattasáttmálar við hvønn vit vilja.
Um okkurt danskt ráð nevnir Føroyar sum bopælsamt, so
eiga vit ikki at spæla fornermað og spyrja nakran um
nakað sum helst. Vit eiga at halda høvdið høgt og senda
eina rættleiðing, ið sigur, at her er helst talan um eina
misskiljing ella forgloymilsi. Tann, ið spyr, ivast.
DAGSINS MEINING
Sosialurin
Føroyar í altjóða
samfelagnum
VIÐMERKINGAR
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Fíggjarleiðari: Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Durita Simonsen durita@sosialurin.fo
Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo
Finnbjørg Nattestad
finnbjorg@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo
JónBrianHvidtfeldtjonbrian@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Solby Eliasen solby@sosialurin.fo
Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo
Heini í Skorini heini@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Anna V. Ellingsgaard ave@post.olivant.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Postsmoga 231
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 220727
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
Sosialurin í Eysturoy:
Postsmoga 143, Saltangará
tel. 447820 fax 449520
tel. 228909
e-post: vilmund@sosialurin.fo
Sosialurin í Vágum:
360 Sandavágur
tel. 333820, 220507 fax 333720
e-post: edvard@sosialurin.fo
e-post: vagar@sosialurin.fo
Uppseting/prent:
Uppseting: Hestprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Argjavegur 26,
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Týsdagsblaðið Mán.kl. 10
Frí.
kl. 15
Frí.
kl. 12
Frí.
kl. 12
Mikudagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Hósdagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Leygardagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl-
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Annita á
Fríðriksmørk
tingkvinna Tjóðveldis-
floksins
Fyri hálvum ári síðani
gjørdi Fólkaflokkurin eina
roynd at skerja barsilsskip-
anina. Útgjaldið skuldi
lækka úr 100% niður í
90%. Rættindini hjá páp-
unum at fara í farloyvi
skuldu verrast, og rætturin
at fara í farloyvi 13 vikur
fyri barnsburð, um mamm-
an gjørdist sjúk, skuldi tak-
ast burtur.
Soleiðis ljóðaði uppskot-
ið frá landsstýrismanninum
í vinnumálum tá. Og orsøk-
irnar vóru sparingar.
Men Tjóðveldisflokkurin
segði kortanei!
Tað kom ikki upp á tal at
gera
umstøðurnar
hjá
barsilsskipanini verri so
leingi Tjóðveldisflokkurin
var í samgongu. Og Tjóð-
veldisflokkurin sum umsat
fíggjarmál, vísti so á, at tað
bar væl til at spara og føra
ein ábyrgdarfullan fíggjar-
politikk uttan at leggja eftir
stoltleikanum hjá javnstøð-
uni. Fyri hesum treytum
bakkaði Fólkaflokkurin og
tók uppskotið aftur.
Barsilsskipanin tað fyrsta
samgongan fer eftir?
Nú um dagarnar er barsils-
skipanin aftur á breddan-
um. Aftur hesaferð er tað
Fólkaflokkurin, sum er
frammi við uppskoti um at
gera umstøðurnar hjá teim-
um, sum fáa úr barsilsskip-
anini verri. Hvørji tiltøk
arbeitt verður við, kunnu
vit so bara gita okkum til.
Men at skilda upp á fíggj-
arstøðuna í landinum er
bert ein vána umbering.
Sannleikin
er,
at
um
barsilsskipanin er tað fyrsta
samgongan fer eftir, nú
sparast skal; so er tað tí, at
hon er tann, sum samgong-
an raðfestur lægst.
Fyrst at fara eftir barsils-
skipanini, vísir ein mangul
upp á javnstøðupolitisk atlit
og manglandi forstáilsi fyri
týdninginum av høgum
burðartíttleika. Vit kunnu
fegnast um, at síðani vit
fingu so góða barsilsskip-
an, er føðitíttleikin øktur,
og eru tey føroysku tølini
fyrimyndarlig í mun til
nógva aðrastaðni i vest-
urheiminum.
7 menn og ongin kvinna
Ein kundi kanska freistast
til at spurt, hvat annað var
væntandi í eini samgongu,
sum anno 2004 hevur
mannað landsstýrið við 7
mannfólkum og ongari
kvinnu. Hvat er tá lættari at
semjast um, enn at fara eftir
kontoum á fíggjarlógini,
sum eina mest geva javn-
støðuni ein undir vangan.
Barsilskipanin eitt
gjøgnumbrot fyri
javnstøðuna
Samgongan má minnast til,
at barsilsskipanin er eitt
gjøgnumbrot fyri javnstøð-
una her á landi. Er nú ætl-
anin at fara og gera um-
støðurnar hjá henni verri,
verður hetta eitt satt vón-
brot fyri javnrættindini. Til-
takið vil gera umstøðurnar
hjá barnafamiljum verri og
tølini fyri burðartíttleikan
vilja skjótt vísa verri tøl,
enn vit hava sæð hesi sein-
astu árini síðani barsils-
skipanin kom.
At leggja eftir barsils-
skipanini er eisini aftur at
gera mun á teimum alment
løntu og privat løntu á
arbeiðsmarknaðinum. Tey
alment løntu eru longu
tryggjaði fulla lønarkom-
pensatión via sáttmálar. Fer
samgongan nú inn, noyðist
hon tí at pilka tey á privata
arbeiðsmarknaðinum burt-
ur úr og gera umstøðurnar
hjá teimum verri.
Sum er, tykist tað sum
um, at Fólkaflokkurin eigur
samgonguna og Javnaðar-
flokkurin leiðsluna. Meðan
Sambandsflokkurin
ikki
ordiliga hevur fótað sær
enn orsakað av innanhýsis
trupulleikum í flokkinum.
Hóast hesa høgrasnaring
í føroyskum politikki er at
vóna, at ávísar røddir í
samgonguni, seta seg upp á
bakbeinini, nú javnstøðan
og barnafamiljur standa
fyri skotum. Tað er nú í
byrjanini av samgongu-
skeiðnum, og í fyrstu
fíggjarlógini, at tit sum
einstakir flokkar, skulu
vísa, hvar tykkara hugsjón-
arstøði liggur.
Høgni Hoydal
Við jøvnum millumbili
kemur fram, at tá vit í Før-
oyum lýsa okkara støðu
sum land og tjóð, so hava
danskir myndugleikar eina
heilt aðra fatan.
Seinasta dømið er, at í
einum skrivligum svari til
ein fólkatingslim, skrivar
danski innanríkisráðharrin,
Lars Løkke Rasmussen, um
Føroyar sum eitt "bopæls-
amt".
Hann skrivar soleiðis:
"En trækning fra Lands-
patientregistret viser såle-
des, at der i den fire-årige
periode 1999-2002 kun var
én kvinde med bopælsamt
på Færøerne, som fik
foretaget abort i Danmark."
Hetta tykist margháttligt,
tí hóast ósemjur um ríkis-
rættarligu støðu Føroya, so
hava føroyingar flestir helst
havt ta fatan, at danskir
myndugleikar ikki longur
lýsa Føroyar sum eitt amt
millum hini í Danmark.
Neyvan hevur nakar heldur
roknað við, at Føroyar í
donskum
hagtølum
og
skrásetingum verða við-
gjørdar sum eitt amt.
Vanligt ella einstøk villa?
Nú kann hetta vera ein ein-
støk kiska, sum er komin
skeivt fyri. Til tess at fáa
greiði á hesum, hevur
undirritaði sett ein skriv-
ligan fyrispurning til ríkis-
umboðið.
Í fyrsta lagi verður spurt,
hví Føroyar í svarinum frá
Lars Løkke Rasmussen
verða lýstar sum eitt amt.
Og í øðrum lagi verður
spurt, um hetta bert er eitt
einstakt dømi, ella um tað
er vanligt, at Føroyar verða
viðgjørdar sum eitt av
donsku
amtunum
hjá
donskum ráðharrastovum
og myndugleikum.
Hvussu ovarlaga verður barsilsskipanin
nú raðfest!
Føroyar lýstar sum amt
Snarskivan
tekniskadeild PDF
Sosialurini
C
M
Y
K
11
10
Tekniska deild
heldur til í miðbýnum í
Havn saman við byggi-
og býarskipanardeildini,
snarskivuni og
postverkinum í gamla
posthúsinum.
Tekniska deild umsitur
millum annað allar
kommunalar vegir, og
ferðsluviðurskiftini á
kommunalu vegunum.
Tekniska deild umsitur
eisini: vatnverkið,
gøtuljós, heilsu- og
umhvørvismál, kloakkir
o.m.a.
Ferðslukønur til teknisku deild
Tekniska deild sóknast eftir starvsfólki til eitt fulltíðarstarv at taka sær
av málum innan ferðsluviðurskifti og almenna ferðslu.
Kommunan kundi hugsað sær, at tú hevur útbúgving og kunnleika
innan økið, t.d. verkfrøðingur ella byggifrøðingur.
Hevur tú áhuga í einum sjálvstøðugum starvi, har samskifti, opinleiki
og samstarv eru lyklaorðini, so er hetta rætta starvið fyri teg. Saman við
hinum á teknisku fyrisitingini fært tú nógvar spennandi avbjóðingar og
verður við til at menna tænastuna til borgaran og ikki minst, møguleika
at menna teg sjálvan.
Heldur tú at hetta ljóðar áhugavert, ber til at fáa meiri at vita um starvið
og setanarviðurskifti við at venda sær til Boða Haraldson,
býarverkfrøðing ella Marius Müller, tekniska stjóra, á tlf. 315160.
Umsókn saman við viðmælum og upplýsingum um útbúgving og
royndir, skal vera Tórshavnar kommunu, postsmoga 32, 110 Tórshavn,
í hendi í seinasta lagi mánadagin 29. mars 2004. Viðmerk á
brævbjálvan "umsókn um starv á teknisku deild".
www.torshavn.fo