Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-03-13, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 13. mars 2004síða 7

‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 51 - 13. mars 2004 Nr. 51 - 13. mars 2004 13 NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundir føðingardagar, brúðleypsdagar, starvssetanir og -dagar. Andlát 3. mars Ditlev Olsen, Argir, 81 ár. 5. mars Bergljot Helles, búsitandi í Vejle, fødd Skaalum, ættað úr Vági, 73 ár. 6. mars Karolina Láberg, Skopun, 87 ár. 7. mars Jákup Andrias Høgnesen, vanliga nevndur Dia, Klaksvík, 77 ár. Árni Nielsen, Tórshavn, 59 ár. 9. mars Jákup Frants Poulsen, Innan Glyvur, 80 ár. 10. mars Sigga Jønsson, Tvøroyri, ættað úr Sørvági, 92 ár. Brúdleyp Í dag, 13. mars, giftast Marit Hilmarsdóttir Jensen av Sandi og Friðfinn Nicolajsen úr Skopun. Vígslan verður í Sands kirkju kl. 16.00. Veitslan verður í Samljóð í Skopun kl. 19.00. Klaksvíkar Hornorkestur skipar fyri Grækarismessu- haldi í Klaksvík. Vanligt er, at haldið er tann nærmast sunnudagin við sjálvan Grækarismessudag, og í ár er onki undantak. Skrúðgonga við horn- orkestri og skótum fer frá býráðshúsinum sunnudagin klokkan 14.30 heim í skúlagarðin í Ósáskúlan- um, har Eyðfinn Reyðberg, stjóri í Norðoya Sparikassa flytur fram røðu og heilsu til tjóðfugl okkara. Eisini spælir hornorkestrið nøkur løg og onkrar marsjir. Skótarnir verða bidnir um at møta í hølum teirra klokkan 14 sunnudagin. -sae- Grækarismessuhald í Klaksvík Føðingar Mamma mín eitur Marjun A. Lómaklett og pápi mín eitur Janus á Tjaldrafløtti. Eg bleiv føddur á Sjúkrahúsinum í Frederikshavn tann 26. februar, vigaði 2970 g og var 52 cm langur. Tann 22. februar fingu Beinta Niclasen, Sørvági, og Ulf Fensten Madsen, Helsingør, eina dóttur. Hon var 57 cm long og vigaði 4520 gr. 1. mars fingu Jana Jacobsen, Kaldbak, og Signar Djurhuus, Kollafirði, ein son. Hann var 54 cm langur og vigaði 3300 gr. 3. mars fingu Gunnbjørg og Jón Guttesen, Tvøroyri, eina dóttur. Hon var 52 cm long og vigðaði 3300 gr. 3. mars fingu Anna og Poul Eli Jacobsen, Klaksvík, eina dóttur. Hon var 54 cm long og vigaði 3900 gr. 4. mars fingu Esther Dahl og Kristvin B. Jacobsen, Argjum, eina dóttur. Hon var 56 cm long og vigaði 4050 gr. 4. mars fingu Lilla Arge Johannesen og Rói í Dali, Tórshavn, ein son. Hann var 50 cm langur og vigðai 2510 gr. 5. mars fingu Evi Hallursdóttir Isaksen og Faber Isaksen, Søldarfirði, ein son. Hann var 55 cm langur og vigaði 4200 gr. Drongurin eitur Thórleif. 5. mars fingu Urd Johannesen og Bernharður Wilkin- son, Tórshavn, ein son. Hann var 57 cm langur og vigaði 4500 gr. 7. mars fingu Mia Christensen og Finnbjørn Høj- gaard, Toftum, ein son. Hann var 53 cm langur og vigaði 3370 gr. 7. mars fingu Súsanna og Jón Nordendal, Sandavági, ein son. Hann var 54 cm langur og vigaði 3460 gr. 8. mars fingu Amanda og Magni Andreassen, Eiði, ein son. Hann var 54 cm langur og vigaði 3800 gr. Tað eru løtur í lívinum, tá vit noyðast at steðga á, líta aftur um bak og meta um, hvat vit veruliga hava fingið burtur úr lívinum. Her verður ikki hugsað um góðs og fæ, men um tey virði, sum ikki kunnu keypast fyri pengar. Ein slík løta kom tann dagin, tá vit frættu, at Ann var farin. Hon hevði verið sjúk nøkur ár, men deyðin kom kortini so brádliga, so óvæntað … Ann vaks upp við Tinghúsvegin í Havn. Vit gingu allar í sama skúla, gingu til prest saman. Thaysen, prestur, konfirmeraði okkum í Havnar kirkju 2. oktober 1949. Vit hittust øll aftur at minnast henda dag 45 og 50 ár seinni, og sjálvandi var Ann ein av fyrireikarunum. Sum skúlagentur høvdu vit ein bindiklubba, – kanska ikki so nógv fyri at binda. Tað var felagsskap- urin, sum dró okkum saman. Vit gjørdu eisini fimleik í Havnar Fim- leikafelag og vóru við til »uppvís- ing«, eins og nógvar myndir vísa. Sagt í stuttum, so høvdu vit eina góða ungdómstíð. Í realskúlanum gingu vit í sama flokki, og tóku realprógv í 1951. Sambandið okkara millum slitnaði ongantíð, hóast Ann, eins og fleiri aðrar, fór uttanlands at læra í nøkur ár. Hon var á húsarhaldsskúla í Skotlandi, og síðan las hon til ensk/ týskan korrespondent í Keyp- mannahavn. Á hvørjum sumri, tá útisetarnir komu heim, skipaðu vit fyri einum hugnaligum kvøldi. Tað hevði týdning at hittast aftur og práta. Tað eru dýrabar lívsvirði, sum verða bygd upp soleiðis millum skúlagentur, sum hava kenst alt lívið. Vit komu at kenna bæði sterkar og minni sterkar eginleikar hjá hvør aðrari. Og tað er so gott í slíkum felagsskapi at kenna seg trygga og góðtikna. Næstan sum í systraflokki. Ann hevði góðar gávur. Hon var serstøk á sín dámliga hátt. Bar sín uppruna við sær. Hetta góða, gamla føroyska lyndið úr móðurættini úti í Mattalág í Havn, og so hitt skotska lyndið frá pápa sínum, sum var úr Aberdeen. Ann var ofta biðin um at standa fyri, tá størri tiltøk skuldu verða, sum tá t.d. stóra Skarðhamar- familjan í juli 1998 skuldi hittast. Ann dugdi væl at leggja til rættis og spardi seg ikki. Har var skil í, einki hálvgjørt. Sjálv ferðaðist Ann víða um. Saman við manninum og børnun- um búðu tey 3 ár í Kanada, 3 ár í Hammerfest, 1 ár í Schweiz og 1 ár í Danmark í sambandi við arbeiðið hjá Roberti. Tá vit allar fóru á eftirløn, var Ann ein av teimum, sum skipaði fyri at vitja tær í Real'51, sum ikki búgva í Havn. Vit vóru í Schweiz, í Noregi, í Klaksvík, í Húsavík og fleiri aðrastaðni. Ann var bókhaldari á virkinum hjá Roberti. Hon fýrdi ikki fyri tí nýggja, og í 1990 tók hon teldu- koyrikortið. Ann verður stórliga saknað av okkum í bindiklubbanum. Hon var altíð so lívsglað. Altíð í gongd við okkurt handarbeiði. Dugdi so væl at siga frá og var altíð við tí góða orðinum. Serliga minnast vit Ann fyri hennara trúfesti og hjálpsemi. Somuleiðis eiga vit nógv góð minni um hana. Vit vátta okkara samkenslu við tykkum, sum mistu eina góða konu, mammu, ommu, systur og vermóður. Ærað veri minnið um vinkonuna Ann. Bindiklubburin Minningarorð um Ann Gunhild Marr Poulsen 18. september 1934 29. november 2003 TÍÐINDASKRIV Skótalið Sigmunds Brestissonar Sunnudagin 14. mars kl. 15.00 verður Grækaris- messuhald á Vaglinum. Skótarnir ganga skrúð- gongu, Havnar hornor- kestur spælir og kórið Sólarmagn frá Kirkjubøar sókn syngur. Jógvan Arge flytur fram røðu. Fyrsta Grækarismessan varð hildin í 1943, og var tað Sverri Paturson sum heitti á skótarnar um at halda henda dagin. Allir skótar í Havnini skulu møta ein tíma áðrenn í skótahølum sínum. Skrúðgongan fer frá Vágs- botni kl. 14.45. Gingið verður eftir Bøgøtu– Tróndargøtu-Niels Fin- sensgøta–oman á Vaglið. Grækarismessuhald í Havn Hevur tú sungið í kóri í KFUM og K, Klaksvík, so hygg her: Leygardagin 17.04.2004 fars vit øll at samlast aftur í KFUM og K, Klaksvík. Vit byrja kl. 9 um morgunin, og verða allan dag í KFUM og syngja – vit fáa sjálvandi eisini morgunmat, døgurða og nátturða. – Dagurin endar við eini sangløtu í Christianskirkjuni kl. 19.30, aftaná verður kaffi og hugnaløta í KFUM og K. Allir fyrrverandi kórleið- arar heilt aftur til 1960 eru bodnir við, og koma vænt- andi allir. Kórleiðararnir leiða hvør sín sang, og allir sangluttakararnir vera savnaðir í eitt stórt felags- kór. Mong av tykkum hava fingið skrivliga innbjóðing, men longri aftur í tíðina, vit skulu, verri er at finna fram til, hvør hevur sungið við. So, um tú ert ein av teimum ið ikki hevur fingið bræv, er tað als ikki, tí tú er gloymd/gloymdur, tú ert sjálvandi hjartaliga væl- komin. So… tit, ið hava fingið bræv, og sangarar, ið onki bræv hava fingið, eru øll vælkomin at vera við til dagin. Mint verður á, at freistin at tekna seg til tiltakið er 15. mars 2004. Tilmelding fer fram hjá Jóhannu á tlf. 455837 /223121. NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. Dagurin 13. mars, Macedonus, deyður umleið 300. Tikin av døgum við konuni Patriciu og dóttrini Modestu. 14. mars, Euthycius, deyður umleið 740. Tikin av døgum í Mesopotamiu. 15. mars, Sakarias, deyður 752. Grikki valdur til páva í 741. Hebráiskt navn, ið merkir: Gud hevur minst til mín. 15. og 21. mars vórðu róptir gandadagarnir. Teir vóru sera óálítandi til veður. Sí annars pátriksmessu tann 17. mars. Sangdagur í KFUM og K Klaksvík Tøkk Familjunnar vegna takki eg fyri sýnda samkenslu, tá Edith doyði og varð jarðað. Vinarliga Aksel Hjartaliga tøkk til tykkum øll, sum heilsaðu mær á mínum 80 ára føðingardegi við telefonsamrøðum, fjarritum, blómum, gávum og vitjan. Harrin signi tykkum øll. Kærar heilsanir Torkil Beder Kunngjørt verður fyri ætt, vinum og kenningum, at kæri bróður okkara Jóannes Olsen, keypmaður, Hósvík andaðist hósdagin 11. mars 2004, 63 ára gamal. Jarðarferðin verður týsdagin kl. 14.00. Familjunnar vegna Systkini Tey, sum vilja minnast Jóannes við blómum ella kransum, kunnu ístaðin lata Hósvíkar kirkju eina peningagávu, konto í Føroya Sparikassa. Kunngjørt verður fyri ætt, vinum og kenningum at okkara elskaða mamma, vermamma og omma Margretha Eidesgaard á Eiði andaðist á Landssjúkrahúsinum hósmorgunin 11. mars 2004, 78 ára gomul. Bønarhald verður í Landssjúkrahúskapellinum leygardagin kl. 14.00. Jarðarferðin verður úr Eiðis kirkju sunnudagin kl. 15.00. Familjunnar vegna Jákup Eli Mikudagin 10. mars fylti Petur Zachariassen 60 ár. Petur er havnarmaður, og sum hjá so mongum øðr- um, so vóru foreldrini av bygd. Tey vóru vóru Katrina og Esbern Zacha- riassen úr Gøtu. Tey fingu dreingirnar Arnfinn og Petur. Petur tók matematisk studentsprógv í 1962 úti á VBV við Skansavegin. Hetta var seinasta árið at studentarnir gingu á VBV (Vandbygningsvæsenet), áðrenn flutt var í nýggja skúlan í Hoydølum. Petur fór at lesa stødd- frøði í Århus, har hann leyk cand.scient.-prógv í 1969. Í 1969 flutti Petur til Keypmannahavnar, har hann hevði fingið starv sum støddfrøðingur á Stat- ens Seruminstitut, har hann arbeiddi við biostatistik. Longsulin stóð kortini heimaftur á klettarnar, og í 1971 flutti familjan aftur til Havnar. Eftir í eitt stutt skifti at hava verið lærari í Hoydøl- um, fór Petur á Fróðskapar- setrið, har hann var við til at leggja lunnar undir støð- isútbúgvingarnar. Menningin av Fróðskap- arsetrinum hevur havt al- stóran týdning, og Petur hevur verið roknaður sum ein faðirfigurur í hesum sambandinum, sum ein av starvsfeløgunum á setrin- um tekur til. Tey flestu av teimum, sum hava nomið sær náttúruvísindaliga út- búgving á universitetsstigi eru farin undir lesturin á Fróðskaparsetrinum. Vit kunnu eitt nú nevna stødd- frøðingar, alisfrøðingar, teldufrøðingar, verkfrøð- ingar, og jarðfrøðingar. Menningin av Fróðskap- arsetrinum hevði við sær, at Fróðskaparsetrið síðst í áttatiárunum gjørdist eitt rættuligt universitet. Í 1987 varð Petur valdur at vera fyrsti rektarin á Fróðskap- arsetrinum, og hann røkti hetta starvið í 3 ár. Tað, sum hevur havt ser- liga áhugan hjá Peturi, hevur verið teldufrøðin. Í hesum sambandi er áhuga- vert at nevna, at Petur, eftir áheitan frá ráðnum fyri Fróðskaparsetrið, longu i 1972 hevði almennar fyri- lestrar um elektroniska dátuviðgerð. Vit kunnu siga, at hann við hesum sum tann fyrsti gloppaði hurðina fyri føroyingum inn í tann heimin, sum seinni skuldi verða rópt kunningarsamfelagið. Petur var verkstjóri fyri móðurmálsorðabókina, sum eisini er teldutøk. For- ritið til móðurmálsorða- bókina, RiSt, er síðani selt uttanlands. Saman við góð- um fólki stóð Petur fyri menningini av forritinum. Hann var ábyrgdarrit- stjóri á Frøði, tey fyrsti 3 árini tað kom út. Eisini á økjum uttanfyri Fróðskaparsetrið hevur Petur verið aktivur. Millum mongu nevnar- og álitsessirnar kunnu vit nevna, at hann hevur havt sítt tørn sum semingsmað- ur. Petur hevur síðan 1994 verið formaður í nevndini í Føroya Sparikassa. Hann hevur verið í mongum útbúgvingar- nevndum, eitt nú er hann formaður í nevndini fyri nýggja lærara- og pedagog- útbúgving. Hann er nevn- arlimur í SpF BitLand. Pet- ur er formaður í nevndini fyri Kirkjubømúrin. Petur giftist í 1966 við Sonju, fødd Magnussen. Í mong ár hava tey búð í Nicolaj Mohrsgøtu í Hoy- vík. Tey eiga børnini Martin, føddur 1967, Per, føddur 1969, Heine, føddur 1972 og Onnu, fødd 1981. Petur Zachariassen 60 ár C M Y K 13 12