leygardagur 13. mars 2004síða 8
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 51 - 13. mars 2004
15
FUNDARRØÐ
Javni
Í komandi viku skipar
Javni fyri eini almennari
fundarøð við heitinum:
»Fosturkanningar – hvat
vilja vit?«. Framstig innan
læknavísindi hava havt
nógvar batar við sær á
heilsuøkinum, men hava
eisini reist nógvar nýggjar
spurningar at taka støðu
til. Ein av hesum er spurn-
ingurin um fosturdiagno-
stik: Er tað rætt at kanna
kvinnur við barn, um fostr-
ið kann hava viðføtt brek,
fyri at bjóða kvinnuni
fosturtøku, um brek verður
staðfest? Hesin spurningur
er ikki kliptur úr einum
framtíðarfilmi, men er
viðkomandi í Føroyum í
dag.
Sum er verða kanningar
bjóðaðar øllum kvinnum
yvir 35 ár og teimum, har
arvalig brek eru í familj-
uni. Donsku heilsumynd-
ugleikarnir mæla nú til at
taka burtur hetta aldurs-
markið og fara neyvari til
verka fyri at staðfesta brek
so tíðliga sum gjørligt.
Hetta millum annað við at
bjóða eina skanning, ið við
stórari vissu kann vísa, um
fostrið hevur Down's Syn-
drom (mongolismu). Um
føroyskar barnakonur fara
at fáa somu tilboð er upp
til okkara egnu heilsu-
myndugleikar. Men tað er
av stórum týdningi, at vit
sum samfelag og sum ein-
staklingar eisini spyrja
okkum sjálvi, hvussu langt
vit ynskja at farast skal við
slíkum kanningum.
Hví fosturkanningar?
Ein týðandi spurningur er
sjálvsagt, hví eitt samfelag
velur at brúka nógvan
pening til at finna og beina
fyri teimum fostrum, sum
hava brek? At tað ber til at
gera slíkar kanningar er í
sær sjálvum ikki nøkur
grundgeving fyri, at tær
skulu gerast.
Vanliga vera tríggjar or-
søkir givnar fyri at bjóða
fosturtøku í sambandi við
illgruna um brek:
• Tað kann verða gjørt fyri
at spara tað brekaða
barnið fyri líðing
• Tað kann verða gjørt fyri
at spara foreldur og
onnur avvarandi fyri
líðing og stríð
• Tað kann verða gjørt fyri
at spara samfelagnum
nakrar útreiðslur.
Fosturtøka
kann
vera
framd fyri at spara brekaða
barnið fyri líðing í lívinum
- einum lívi, sum ikki
verður mett at vera virði-
ligt. Tað ljóðar sum eitt
vakurt ynski - og er tað
kanska eisini. Men tað er
helst rættiliga sjáldan, at
tey brekaðu "líða" nógv av
sínum breki. Tvørturímóti
vita øll, sum umgangast
børn ella vaksin við breki,
at tey ofta eru glað og væl
nøgd við lívið, tá umstøð-
urnar verða lagaðar til
teirra serliga tørv. Um
lívið er virðiligt er tí meira
ein spurningur um, hvørjar
umstøður verða bodnar
teimum, og hvussu vit í
heila tikið umgangast fólk
við breki.
Næsta grundgevingin er,
at tað er fyri foreldranna
skuld. Strævið er tað ofta,
men ongin ivi er um, at
hóast tað ofta er strævið og
møtimikið, so eru eisini
nógvar góðar løtur. Bara at
leggja dent á tað strævna
gevur ikki rætta mynd av
støðuni. Tá framstig og
menning ikki henda "av
sær sjálvum" verður ein so
mikið glaðari fyri tey smáu
framstigini, sum síggjast.
Hvussu strævið tað er fyri
foreldur og onnur avvarð-
andi at hava eitt barn við
breki er tí í stóran mun ein
spurningur um, hvat gjørt
verður frá samfelagsins
síðu fyri at hjálpa - og
hvussu nógv stríð skal til
fyri at fáa hjálpina.
Triðja grundgevingin er
fíggjarlig. Eitt hvørt væl-
ferðarsamfelag má taka
sær av øllum sínum borg-
arum og hjálpa eftir tørvi.
Fólk við breki hava ser-
ligan tørv, ið má nøktast
við serligum loysnum - og
serligar loysnir kosta eyka.
Fryktandi er tí fyri, at tess
størri dentur verður lagdur
á ein fíggjarligan hugsan-
arhátt í samfelagskjakin-
um, tess størri verður
ynski frá samfelagsins
síðu at forða fyri, at børn
við breki verða fødd, sum
krevja serligar viðgerðir
og serligar umstøður. Og
tess størri verður tørvurin
at fjala hesa ikki rættiliga
borðbæru grundgevingini
aftanfyri aðrar og dám-
ligari grundgevingar, eitt
nú atlitið til barnið ella
foreldrini.
---
Ivaleyst er tilboðið um
fosturdiagnostikk
væl
meint frá læknaligari síðu.
Kortini mugu vit spyrja
okkum sjálvi, um ikki tað
er ein bjarnatænasta, bæði
móti teimum foreldrum,
sum ætlanin er at hjálpa,
og ímóti samfelagnum
sum heild. Tað kann fáa
lagnutunga ávirkan á alt
samfelagið, ja á alla okk-
ara mentan og hugsanar-
hátt.
Tað er ringt at steðga -
ella bara bremsa - gongd-
ini. Men vit eiga í minsta
lagi at royna at stýra henni.
Tí eiga vit fyrst og fremst
at gera okkum greitt hvat
endamálið er, tá fostur-
kanningar verða gjørdar.
Er tað fyri at spara tað
brekaða barnið fyri líðing
við at taka tað burtur í
móðurlívið, fyri at spara
familjuna fyri stríði at
hava eitt breka barn, ella
fyri at spara samfelagnum
fyri nakrar krónur ?
Við at skipa fyri eini
fundarrøð um evni ynskir
felagið Javni at varpa ljós
á hesar spurningar.
Javni: Fosturkanningar – hvat vilja vit?
Seinastu tíðina eru
borin tíðindi um eina
skanning, sum ger, at
vit kunna finna upp-
ftur fleiri børn, sum
líða av Downs
Syndrom. Nú fara
barnakonur at fáa
tilboð, sum lættliga
kann staðfesta, um
tær bera eitt slíkt
fostur. Endamálið er
ikki at lekja ella linna
um hjá mongolum,
men at geva foreldr-
unum møguleikan at
beina tey burtur í
móðurlívi. Hetta
hevur fingið foreldur
og onnur at øtast
FOSTURSKANNING
Rúna Sivertsen
runa@sosialurin.fo
Dugir, dugir ikki. Dugir,
dugir ikki. Er tað vegurin,
vit skulu fara, tá ið ræður
um
komandi
ættarlið?
Skulu vit skilja millum
børnini, hvør ið skal fáa
loyvi til at liva og hvør skal
doyggja?
Soleiðis skrivar felagið
Føroya Pro Vita í einari
viðmerking í bløðunum
herfyri.
Nýliga mælti ein arbeiðs-
bólkur hjá danska heilsu-
stýrinum til, at allar barna-
konur fingu tilboð um eina
kanning fyri kromosomfeil
hjá fostrinum. Í Føroyum
kunnu vit eisini rokna við,
at hetta tilboðið verður
galdandi um stutta tíð.
Kvinnurnar fáa tilboð um
at fostrið verður skannað
fyri eitt nú, Down Syn-
drom.
Bæði her heima og í Dan-
mark, hava tíðindini skelk-
að foreldur og avvarðandi
at børnum við Down Syn-
drom.
Hóast tað í Danmark
vísir seg, at yvir 90% av
barnakonunum taka av til-
boðnum, so stúra danskir
politikarar fyri etikkinum.
Landsfelagið hjá fólki
við Down Syndrom í Dan-
mark, hevur funnist at til-
mælinum frá arbeiðsbólk-
inum. Tey óttast, at eitt slíkt
standard-tilboð fer at verða
við til at ávirka sýnið hjá
samfelagnum uppá mon-
golar.
Eisini felagið Føroya Pro
Vita hevur gjørt vart við
seg, og hevur skrivað land-
sins ráðandi kvinnum og
monnum bræv, har tey mill-
um annað heita á landsstýr-
ið og løgtingið um at leggja
fram og samtykkja tað lóg-
aruppskotið, sum var á lofti
í 1993 og sum er soljóð-
andi:
»Løgtingið samtykkir at
gera greiðar reglur fyri
fosturdiagnostikki, ið setir
bann fyri tí slagi, ið einans
hevur til endamáls longu í
móðurlívi at velja út tey
børn, sum hava álvarsamt
brek ella sjúku, til møgu-
liga týning, og somuleiðis
seta bann fyri diagnost-
iskum hátti, sum ber í sær
vanda fyri at elva til sjálv-
kravda misføðing ("spontan
abort").«
Í komandi viku byrja
árligu økisfundirnir hjá
Javna, og verður hetta evn-
ið høvuðsmál á skránni.
Fostur
undir
sjóneyku
Rói er 2 1/2 ára gamal og býr í Havn. Hann gongur í vøggustovu í Lítla Skógi. Hann skilir tíbetur ikki, hvat tað vil siga, tá tosað
verður um fosturdiagnostikk, men tað gera fleiri av hansara vaksnu lagsbrøðrum...
15
14
Nr. 51 - 13. mars 2004
Jona – ein gáva frá Gudi
Eg misti fullkomiliga
luftina, tá eg hoyrdi
um skanningina, sum
danska Heilsuverkið
nú fer at bjóða barna-
konum. Hvat verður
tað næsta? Tað eru jú
so nógv onnur brek,
skulu hesi eisini út-
ruddast? Fyri at verja
lívið hjá dóttur mín-
ari og øllum hinum
við Down Syndrom,
taki eg pennin í hond
SJÓNARMIÐ
Anna Maria Joensen
Eri so smátt komin fyri
meg aftaná skelkin, eg havi
fingið, og havi tikið pennin
í hond, fyri at kunna verja
lívið hjá dóttir mínari og
hennara líkum.
Skelkurin kom av, at
fjølmiðlarnir bera tíðindini
um at granskarir nú hava
funnið fram til eina nýggja
fosturskanning, ið kann
avdúka um barnið ein
kvinna ber undir belti ber
brek,
nevniliga
brekið
Down Syndrom, og at hetta
skal verða eitt tilboð til
kvinnur, ið eru við barn.
Eg, sum mamma at
gentu, ið hevur Down Syn-
drom, misti fullkomiliga
luftina. Eg skilti tað nevni-
liga soleiðis, at dóttir mín
hevur ikki rætt til at liva.
Granskarar meina, at dóttir
mín er til byrðu fyri sam-
felagið, og best var tí, at
hon als ikki var fødd.
Tá vit fyrstu ferð hoyrdu
tíðindini í føroyskum fjøl-
miðlum, spurdu hini børn
míni, hvat hatta veruliga
merkti? Eg greiddi so frá, at
nú fingu kvinnur tilboð um,
at taka fosturtøku, um tær
gingu við einum mongoli.
Børnini vóru sera skelk-
að, altso mamma, merkir
tað so, at tey ikki vilja hava
slík børn sum Jonu? Eg
svaraði játtandi og spurdi,
um tey høvdu viljað verið
Jonu
fyri
uttan.
Nei
mamma, tað veist tú væl -
hon er so fitt og elskulig, eg
elski hana!
Soleiðis var eisini við
restini av familjuni, manni
mínum, foreldrum, systkj-
um og vinum okkara, tey
vóru týðiliga skelkað - er
tað virkuliga nakar ið held-
ur, at okkara fitta sólstrála
og lítli eingil ikki burdi
verið okkara! Vit eru øll so
ótrúliga góð við hana, og
hon við okkum. Hon hevur
lært okkum so nógv um
lívið, og høvdu vit verið
fátøk um vit skuldi verið
hana fyri uttan.
Óbúgvið samfelag
Eg havi enn ikki fingið
nakra nóg góða grundgev-
ing fyri at nokta slíkum
børnum lívið. Fyri tað fysta
haldi eg ikki, at hesi børn
eru ólukkulig, tvørturímóti
hygg efttir teimum hvussu
glað tey eru, hvussu tey
kunnu spreiða gleði runt um
seg.
Fyri tað næsta, so trúgvi
eg ikki, at foreldur ikki eru
góð við hesi børn, ella vildi
sloppið av við tey, nei tey
vilja gera alt fyri tey.
Men
samfelagið
er
kanska ikki serliga búgvið
til at gera umstøðurnar nóg
góðar til slík børn og
familjur teirra, her hugsi eg
um
skúlar,
bústovnar,
sambýlir,vard arbeiðspláss
o.s.fr. So her liggur kanska
grundgevingin, men eg
haldi ikki at hon er haldgóð.
Skulu øll brek
útruddast?
Tað eru nógv onnur brek
til, uttan Down Syndrom,
skulu hesi eisini útruddast?
Hvat er tað fyri eitt sam-
felag har øll eru eins, hvørji
virði hevur eitt slíkt sam-
felag, hvussu verður stand-
urin í einum slíkum sam-
felag?
Tá slík tíðindi verða bor-
in, so fara tankarnir í gongd,
ein fer at hugsa fram í
tíðina. Um nú hetta tilboð
verður ein fastur partur av
einum
tilboðspakka
til
kvinnur, ið eru við barn, og
granskarnir kanska finna
fram til aðrar hættir, til at
finna útav um kvinna ber
barn við øðrum brekum, so
samfelagið heilt kann verða
frítt fyri fólk við breki.
Ja, hvat verður so gjørt,
um eitt barn gerst brekað
aftaná at verða komið til
verðina?
Óhugnaligt
at
hugsa hendan tankan, onkur
kanska heldur, at eg fari ov
langt nú. Men eg kann ikki
lata vera við at seta spurn-
ingin, tí eg eri veruliga
bangin fyri, hvar vit enda,
um vit fyrst byrja við at geva
kvinnum slík tilboð, sum
umnevndu fosturskanning.
Um vit fáa sálda hesi
børn frá, áðrenn tey verða
fødd, so sleppur samfelagið
frá at brúka pening uppá, at
gera karmar til fólk við
breki, og hvat tilboð verður
so til eitt barn, ið gerst
brekað aftaná føðing?
Eg haldi, at mestsum alt
her í lívinum gerst meiri
effektivt um tað eru fleiri
faktorar við, tað verði seg
familja, arbeiðspláss, frí-
tíðarítriv, vakurleiki o.s.fr.
Vit hava øll okkara egin-
leikar, og teir eru ymiskir
frá fólk til fólk, øll eru ikki
best til tað sama, men fyri
at fáa eina heild, so mugu
allir eginleikar til.
Ímyndið
tykkum
ein
urtagarð, har allar blómur-
nar eru eins og hava sama
lit. Ikki serliga fangandi
fyri eyga, men eru har-
afturímóti fleiri sløg av
blómum og nógvir litir, ja
so er hetta ein frøði fyri
eyga. Takið fleirrøddaðan
kórsang, tað er ein fragd
fyri oyra at lurta eftir, og
undurfult at hoyra saman-
spælið millum sangarnar.
Soleiðis er eisini við
okkum menniskjum, vit
skulu ikki øll vera eins, tað
verður tómt, tað fer at
mangla nakað í samfelagn-
um, sum í einum pusli-
spæli, ein brikkur manglar.
Eitthvørt menniskja er
unikt, tað er skapt í bílæti
Guds; 1. Mósebók 1,27 sig-
ur: So skapti Gud menn-
iskjuna í bílæti Sínum.
Vit siga okkum at vera
ein kristin tjóð, byggja á tað
kristnu siðalæruna, eitt
barn við Down Syndrom er
skapt, sum Gud vil hava tað
at verða, hava vit nakran
rætt til at noktað slíkum
børnum lívið?
Down Syndrom ikki
tað ringasta
Eg sjálv bleiv mamma at
gentu við Down Syndrom
sum 21 ára gomul, ja tað
var eitt sjokk og ein sorg,
eg hevði jú ynskt mær eitt
normalt barn, og eg hevði
mínar dreymar um fram-
tíðina hjá hesum barni.
Men eg lærdi skjótt at
hetta ikki var so forferdi-
ligt, eg var akkurát líka góð
við hana sum um hon hevði
verið normal. Eg tók hetta
sum eina serliga uppgávu,
ið okkum var tillutað.
Okkara dóttir hevur eisini
nógvar av teimum fylgi-
sjúkum ið fylgja við Down
Syndrom, og má eg siga, at
tað hevur verið so nógv
truplari enn sjálvt brekið.
Vit hava fingið 2 børn
síðani, og havi eg hvørga
ferð fingið tikið nakra
roynd, ið vísa kundi, um
barnið bar brek. Eg eri av tí
sannføring, at skuldi so
borið á, at barnið bar brek,
ja so haldi eg, at vit høvdu
allar fortreytir fyri at taka
ímóti einum slíkum barni.
Men eg má ásanna at
samfelagið er komið ótrú-
liga stutt, við at gera livi-
korini góð hjá teimum ið
bera brek og familjum
teirra, og tað hevur verið og
er eitt stríð, bara at fáa tær
sømdir ið eru ein sjálv-
fylgja hjá einum normalum
barni, og sum ein hevur
rætt til. Hetta er bara
samfelagnum til skomm!!
Betur og ríkari
samfelag
Kanska onkur sigur, at eitt
barn við Down Syndrom
kann forða kvinnuni í at
menna seg og útbúgva seg.
Eg sjálv hevði kanska
dreymar um okkurt ávíst,
men eg má ásanna, at eg
havi fingið eina nógv djúp-
ari, breiðari og ríkari út-
búgving av at verða mamma
at einari gentu, ið ber brek.
Eg havi fingið møguleik-
ar, ið eg nokk aldrin hevði
fingið, um eg ikki átti hana.
Tað er umráðandi at hava
opin eygu, góðtaka tað støðu
ein er í og gera brúk av teim-
um møguleikum, ið ein fær.
Vit hava øll okkara máti-
stokk um virðir her í lívin-
um, eg má siga, at mín máti-
stokkur broyttist totalt, tá vit
fingu okkara fittu mongol-
gentu, hon lærdi okkum
hvat verulig lívsvirðir eru!
Eg eri greið yvir at vit
ikki steðga granskarum í at
koma við slíkum tilboðum,
men politikarnir í Føroyum
kunnu avgera, um slík
tilboð verða sett í verk í
Føroyum ella ikki.
Mín áheitan til politik-
arnar skal tí verða: Latið
vera við at nýta pening uppá
at seta slík tilboð í verk. Nei,
nýtið heldur peningin til at
gera umstøðurnar hjá teim-
um, ið bera brek og familj-
um teirra betri. Tað fer at
gagna samfelagnum nógv
betri, og gera samfelagið so
nógv ríkari!
Jona er 15 ára gomul og hevur Down Syndrom. Tá systkin hennara hoyrdu tí?indini um fosturskanning spurdu tey, hvat ta? veruliga merkti. Tá tey fingu at vita,
at ta? var eitt tilbo? um fosturtøku til kvinnur, sum ganga vi? mongoli, spurdu tey: – Altso mamma, merkir ta? so, at tey ikki vilja hava slík børn sum Jonu?
Mynd: Rúna Sivertsen
C
M
Y
K
14