leygardagur 13. mars 2004síða 9
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 51 - 13. mars 2004
Nr. 51 - 13. mars 2004
17
Swingandi tónleikur,
týskur sjónleikur og
hugleiðingar hjá
oljustjóra um
studentalívið vóru á
skránni fyri kvøldsetu
á Kambsdali hós-
kvøldið
KVØLDSETA
Orð og myndir:
Jón Brian Hvidtfeldt
jonbrian@sosialurin.fo
– Flestu gomlu næmingar
eru vinir okkara.
Sámal í Skorini bjóðar
vælkomin í fullsettu auluni
á
Studentaskúlanum
á
Kambsdali, har eini hálvt-
triðhundrað fólk hava leitað
sær innar.
Rektarin er væl upplagd-
ur, tá hann tosar um sín
skúla, sum vil vera ein virk-
in og sjónligur partur av
lokalsamfelagnum í norð-
ara parti av landinum.
Partur av hesi ambitión
eru hálvárligu kvøldseturn-
ar við sangi, tónleiki og
øðrum tiltøkum, sum hava
verið fastur táttur seinastu
fimm árini.
Sámal greiðir frá upp-
gávu skúlans, ið er at læra
næmingarnar at taka við
avbjóðingum á sosiala,
mentanarliga, lestrarliga og
vinnuliga økinum. Og hann
fegnast um næmingarnar,
ið koma hvør úr sínum
herðashorni til skúlaum-
hvørvið á Kambsdali, ið so-
statt byggir brýr millum
lokalsamfeløgini og ymisk-
ar lívsfatanir og hugsjónir.
Hvat fekk eg burturúr
Á langu, gulu gongum
skúlans hanga tey øll.
Næmingar skúlans, ið mill-
um ár og dag hava fingið
húgvuna á høvdið. Ein av
persónunum á myndini frá
1987 fekk ein av døgunum
eina uppringing á skriv-
stovu síni í London.
– Hvat fekk eg burturúr
studentatíðini?
Rúni M. Hansen smílist.
Hann er komin aftur á slóð-
ina at hugleiða um tíðina á
Kambsdali, um førningin
og førleikan, ið studentatíð-
in gav honum.
Rúni
hevur
lisið
cand.merc í Keypmanna-
havn, síðan tikið eina
MBA-grad í Bretlandi, ar-
beitt á Vónini og Skipafel-
agnum áðrenn hann í 1997
fekk starv hjá Statoil í
Studentaskúlin á Kambsdali:
Eitt virkið umhvørvi
Elly Danielsen av Morskranesi hevði høvuðsleiklutin í brotinum úr sjónleikinum »Goodbye Lenin«, sum málsligu 2. árs næmingarnir framførdu á týskum til kvøldsetuna á Kambsdali hóskvøldið
Símun Olsen av Toftum
slapp væl frá framførsluni av
tónleiki hjá bretska bólkinum
Muse
– Okkara skúli skal vera ein virkin og sjónligur partur av lokal-
samfelagnum, sigur Sámal í Skorini, rektari á Studentaskúlan-
um og HF-skeiðnum í Eysturoynni
Keypmannahavn.
Síðan
hevur hann arbeitt á ymsum
deildum hjá norska oljuris-
anum, og situr í dag sum
stjóri fyri leitingini hjá
Statoil í Føroyum og er har-
umframt
Business
and
Planning Manager í leiti-
arbeiðnum hjá Statoil í
Evropa.
– Tað stuttliga er, at eg
minnist bara tað góða.
Rúni peikar á floksmynd-
ina frá '87. Rektarin hevur
biðið hann greiða frá floks-
feløgum sínum. Har eru
politikararnir Aage Arnold-
sen og Helgi Abrahamsen,
Peter Holm á Kaupting,
fysioterapeuturin
Álvur
Hansen. Hann nevnir tey
øll. Jákup Meinhard, frá
Søldarfirði, sum nú býr í
Vestmanna; Petur Ovi úr
Fuglafirði, sum er í Århus;
Julia, ið býr í grannalagn-
um í Havn, Ingun úr Klaks-
vík; Paula, sum býr í Dan-
mark; Simona av Morkra-
nesi, sum býr á Tvøroyri;
Gerda úr Klaksvík; Elna úr
Runavík; Eyðgerð, sum býr
í Keypmannahavn og uttast
Daisy úr Fuglafirði. Afturat
hesum var ein genta úr
Klaksvík í flokkinum. Rúni
smílist.
– Her fann eg hana, sum
seinni gjørdist kona mín,
sigur hann og hyggur upp á
Kalu, ið er við á kvøldset-
uni.
– Og fyri fyrstu ferð í lív-
inum tók eg tá glabbeintur
undir við bólkaarbeiðinum
í skúlanum, leggur hann
skemtandi afturat.
At taka støðu
– Tað, sum eg fyrst og
fremst lærdi í studentatíðini
var, at ein bleiv konfronter-
aður. Skal eg hetta ella skal
eg hatta, greiðir Rúni frá.
– Ofta verður sagt, at í
studentatíðini loyvir ein
sær alt. Men hetta kann eis-
ini vendast til nakað posit-
ivt, tí samtíðis verður tú
noyddur at taka eina støðu.
Rúni kemur inn á fysik-
og kemirapportirnar og stíl-
arnar, sum tey ikki altíð
hildu mundu fara at geva
tað stóra.
– Men tú lærdi at levera.
Og tú lærdi at analysera.
Eginleikar, ið ein fær brúk
fyri alt lívið.
Eight days og rap
At studentaskúlin ger nak-
að fyri at liva upp til sínar
sosialu og mentanarligu
ambitiónir fekst sjón fyri
søgn hóskvøldið.
Eyðun á Lakjuni, ið hev-
ur verið tónlistarliga drív-
megin á skúlanum seinastu
mongu árini, hevur nógvar
trumfar í ermuni.
Og tá næmingar úr 1.y,
við undirspæli frá Maggie
Jacobsen, leggja fyri við
Beatles-slagaranum »Eight
days a week« eru áhoyrar-
arnir við.
Hinir
matematisku
smølfarnir vilja ikki standa
aftanfyri og borðreiða við
einum saftigum rappsangi,
sum í røttum rapparastíli
gevur hinum næmingunum,
skúlaflokkunum, handils-
skúlanum og øðrum við
turt uppá. Men við einum
skálkabrái,
skilst.
Teir
tríggir rapparnir, Jákup Jus-
tinussen úr Leirvík, Odd-
mar á Lakjuni úr Klaksvík
og Ovi Magnussen av Toft-
um hava sjálvir gjørt orð og
lag, og framførdu fyrstu
ferð, tá framhaldsdeildir
fólkaskúlans herfyri vitjaðu
á Kambsdali.
Á týskum
Gjøgnumgangandi
fyri
kvøldseturnar á Studenta-
skúlanum á Kambsdali er,
at lærugreinirnar skiftast
um at skipa fyri einari
framførslu. Hesaferð eigur
týskt tørn, og Steingrím
Abrahamsen og hansara
málsligu 2. árs næmingar
framføra brot úr filminum
»Goodbye Lenin«, sum
herfyri varð innstillaður til
eina Oskar-virðisløn fyri
besta film á øðrum máli
enn enskum.
Hálvt ár undan kvøldset-
una verður gjørt av, hvør
lærugrein skal standa fyri
tørni, og á rektaranum
skilst, at tað er ávís kapping
í hesum sambandi.
– Ja, tað hevur helst nak-
að við fakliga stoltleikan at
gera, sigur Sámal í Skorini
við einum brosi.
Úr Carmen til Muse
Eftir kaffimunn og heima-
bakað afturvið skiftir stílur-
in yvir í klassiska tónleikin.
Úrmælingarnir
á
tvør
floytu, Bodil Simonsen av
Glyvrum og Fríðhild Han-
sen úr Runavík, ið báðar
ganga á skúlanum, vunnu
fyri tíð síðan kapping mill-
um tvørfloytuleikarar úr
øllum Evropa, ið Berling-
ske Tidende skipaði fyri.
Hetta hóskvøld á Kambs-
dali vísa tær, saman við Vár
Hansen úr Fuglafirði og
russiska musikskúlalærar-
anum Katju Volovskaja,
hvør dugur er í teimum, tá
tær fýra violinirnar spæla
brot úr operaini Carmen hjá
Georges Bizet.
Umvegis svingandi tónar
sum »Got you on my
mind«, ið 3. árs næmingar
framføra, endar kvøldið við
einum braki.
– Eg bara ávari tykkum.
Fleiri ferðir áðrenn skrúvað
verður upp fyri progressiva,
harða og Radiohead inspir-
eraða
tónleikinum
hjá
bretska bólkinum Muse, ið
næmingar hegnisliga fram-
føra, roynir Eyðun á Lakj-
uni at fyrireika áskoðar-
arnar upp á eitt sindur av
larmi.
Men hóast oyruni á fleiri
áskoðarum eftir aldrinum
at døma kanska eru meira
til Magna Christiansen enn
Muse, so blíva eisini tey
sitandi. Og tá Símun Olsen
av Toftum skrálar »I want it
out, I want it out ? give me
complete control«, so fær
hann tað eisini.
Kapping
Fyri fyrstu ferð varð vár-
kvøldsetan í ár flutt til fyri
15. mars, ið er dagurin, tá
umsóknirnar um upptøku
til miðnámsskúlarnar skulu
vera inni. Og sum nakað
nýtt hevur skúlin sent 9. og
10. flokkunum í Eystur-
oynni og Norðoyggum inn-
bjóðing til kvøldsetuna.
Spurdur, hvørt hetta er
eitt taktiskt trekk í kapping-
ini við hinar miðnámsskúl-
arnar, dregur rektarin eitt
sindur á.
– Eg vil ikki siga, at tað
endaliga er við tí fyri eyga.
Men vit vilja gjarna koma á
tal við tey ungu, ið møgu-
liga skulu velja sær eina út-
búgving, sigur Sámal í
Skorini.
Hóast freistin ikki er úti
metir hann seg hava fingið
fleiri umsøknir í ár, sam-
mett við í fjør. Orsøkin
metir Sámal í Skorini mill-
um annað vera, at størri
árgangir eru á veg, men
eisini ger støðan í samfel-
agnum sítt.
– Tað tykist ikki vera líka
lætt hjá teimum ungu at fáa
arbeiði í ár sum fyri einum
ári síðan. Og tað sæst aftur
í talinum av umsøknum til
miðnámsskúlarnar.
– 22 ára royndir vísa
mær, at tá tíðirnar versna
fyllist húsið, og í góðum
tíðum er minni trokan. Men
soleiðis eigur tað eisini at
vera, leggur Sámal í Skor-
ini afturat.
Umleið 250 fólk leitaðu sær til kvøldsetuna á Kambsdali hóskvøldið
Jákup Justinussen úr Leirvík, Oddmar á Lakjuni úr Klaksvík og Ovi Magnussen av Toftum
rappaðu 1.x upp á ovastu rók
- Her fann eg hana, ið seinni gjørdist kona mín, segði Rúni M. Hansen, tá hann hugleiddi um
studentalívið á Kambsdali. Hann og konan Kala fingu bæði húgvuna í 1987
C
M
Y
K
17
16