Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-07-02, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 2. juli 2012síða 2

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 2. juli 2012 · Nr. 75 Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo Oddagrein Dagsins redaktørur: Eyðun Klakstein Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo mánadagsblaðið Leygardagin varð Ólafur Ragnar Grímsson afturvaldur til íslendskan forseta. Hann hevur verið forseti síðani 1996. Grannarnir í útnorði hava upplivað hvørt av sínum hesi seinastu árini. Ísland var fyrsta landið, sum snávaði í stóru búskaparkreppuni, fíggjargeirin koppaði allur sum hann var av alt ov stórari gearing, og sum vanligt endaði rokningin hjá fólkinum og almenna kassanum. Euforiin, sum nakrir smartir kalar skaptu, gjørdist mest sum ein trúarsøk, og alt og øll royndu at renna saman við og aftaná turbokapitalismuni, sum ongan botn hevði - eisini Ólafur Ragnar Grímsson! Tað stendur greitt, at orsøkin til djúpu kreppuna er politisk deregu­ lering. Áhugamálini í kapitalinum taka kvørkratak um politisku skip­ anina, parkera hana, og so verður politiska skipanin bara eitt hent amboð í hondunum á nøkrum fáum stórkapitalistum og spekulantum. Fólkið hevur ikki ein livandi kjans, tá ið hendan kapitalboblan fer á flog. Fólkaræðið hvarv og kom ikki aftur í aftur fyrrenn gøtu­parlamentið setti politisku dagsskránna av nýggjum. Forsetin stóð skeivu megin stikið um hetta mundið. Tjóðin hevði mist álitið á honum, og í eini meiningar­kanning fekk hann 1% av atkvøðunum. Góður telvari man hann vera, tí í Icesave málinum hálsaði hann um, og gjørdist brádliga ein partur av teimum, sum stríddust á Austurstræti við grýtum, lokum og súpanarskeiðum, og úrslitið av umbroytingini sást leygardagin, tá hann varð afturvaldur. Hann heldur nú, at fólkið hevur mist álitið á politisku skipanini og Altinginum, og at orsøkin til valið av honum kann vera, at íslendingar ynskja ein stabilisator, meðan Altingið vinnur sær fólksins álit aftur. Tað gongur skjótt framá í Ís­ landi. Skuldin er stór, men hon kann basast. Kreppan var meira eitt bankakollaps heldur enn eitt sam­ felagskollaps. Skuldin í fiskivinnuni var stór, men sum vinna var hon als ikki í kreppu, og hon er nú aftur tann stóri motorurin, sum heldur hjólunum gangandi. Bíliga orkan og aluminumsvirkini gera ikki støðuna verri í strembanini eftir at koma á beint aftur. Ólafur er 69 ára gamal, og tí verður hetta helst hansara sein­ asta seta. Harvið hevur hann ikki stórvegis tørv á at vinna sær undir­ tøku við at taka støðu í politiskum málum. Roknast kann tí við, at hann verður meira um­boð­andi í hesum skeiðnum, enn hann hevur verið frammanundan. Higani ynskja vit Ólafi og íslendsku tjóðini blíðan byr. Góður telvari man hann vera Fleiri hava gjørt vart við, at tey hava sæð fyrr­ver­ andi amerikanska for­setan George W. Bush í havn­ar­ gøtum um viku­skiftið. Talan er um dupult­gang­ aran hjá honum ameri­ kanaran John Morgan, sum líkist fyrrverandi forset­ anum og hevur lagt seg eftir at síggja út sum hann. Bæði medferðin, gongulagið og hátturin hann tosar upp á, og ikki minst tá hann heilsar upp á fólk. John var í Føroyum í sambandi við eitt tiltak í Norðurlandahúsinum leyg­ ar­kvøldið. Myndin er tikin sunnu­ dagin, tá hann vitj­aði sam­ komuna Lívd­ina í Skúlanum við Løg­manna­breyt. Mynd: Tórvør Vang Sóu Bush í Havn Ólafur er stabilisatorurin Ólafur Ragnar Grímsson er afturvaldur sum forseti í Íslandi. Talan er um væl­ lærdan mann, sum hevur drúgvar royndir í polit­isku skipanini. Hann er stjórn­ málafrøðingur frá enskum fróðskaparsetri, og hann hevur verið professari við Háskola Ís­ lands. Í mong ár var hann ein av oddvitunum í Fólka­ alliansuni, sum var ein saman­renning av fleiri flokkum á vinstraveinginum – eitt nú í kommunistiska A­lþýðu­bandalagnum. Hann var altings­maður og ráðharri í mong ár, og hann var eisini virkin í útgávuni av hinum vinstra­halla Þjóðviljanum. Vanliga verður forseta­ em­bætið hildið at vera ópolitiskt, og tey sum hava mannað postin framman­ undan Ólafi, hava øll agerað sum umboðandi organ fyri Lýðveldið. Tað hendi eitt skifti, tá núverandi forsetin varð valdur í 1996, og tað kom ikki óvart á nakran, tí maðurin hevði verið óvan­ liga kontroversiellur sum politikari. Vællærdur og royndur Brot á stýris­skipan blá­stemplað Høgni Hoydal Kjak á síðu 23 Upp­ tikið, upptikið, upptikið lasse klein kjak á síðu 10 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000