Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-07-02, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 2. juli 2012síða 3

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

3 Mánadagur 2. juli 2012 · Nr. 75 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Reinsað fyri ljóta skuldseting Í dag er Edith Poulsen í Oyndarfirði løtt um hjartað. Hon er fullkomiliga reinsað fyri skuldsetingina um at hava stolið pening frá einum manni, hon var heimahjálp hjá Randi Jacobsen – Tað, sum eg havi upplivað, vildi eg ikki unt mínum ring­ asta fígginda, um eg hevði nakran slíkan. Men nú eri eg fegin og havi fingið lívs­gleð­ ina aftur. Hetta sigur Edith Poulsen í Oyndarfirði, sum í fimtan ár var heimahjálp. 13. oktober 2010 var ein ræðuligur dagur hjá henni. Stjóri hennara ringdi og spurdi, hvussu tað bar til, at so nógvur peningur var tikin út eftir stuttari tíð á kontuni hjá einum manni, hon var heimahjálp hjá. – Tað visti eg einki um, og eg varð eisini løgd undir at hava veruð í handlinum og keypt upp á hendan mannin fyri at taka vøruna heim til mín sjálvs, sigur Edith Poul­ sen. Hon varð eisini biðin um at møta á politistøðini í Run­ avík til avhoyringar. Søgd úr starvi Dagin eftir komu leiðarar í heimarøktini at vitja, og hon varð uppsøgd upp á grátt pappír. Edith Poulsen veit, at tað vóru avvarðandi hjá manni­ num, sum meldaðu hana. – Verðin hjá mær fór í grús. Eg havi ongantíð tikið nakað, sum onnur hava átt, sigur Edith Poulsen. Tað var hart eisini upp á ein annan máta, tí maðurin var deyðasjúkur. Edith Poulsen var ólukku­ lig og visti ikki, hvat hon skuldi gera. Tað var ikki lætt at skula búgva í lítlu bygdini Oynd­ arfirði við slíkum skuld­set­ ingum hangandi yvir høvdi­ num. Fór útaftur Hon hevði bestan hugin at krógva seg inni, men valdi kortini at fara sín dagliga túr við hundinum. Eitt gott var, ongantíð upp­livdi hon, at bygdarfólkið vendi henni bakið. Tá ið nakrir dagar vóru farnir, vendi hon sær til fak­ felag sítt. – Eg var vónsvikin av, at eg ikki fekk nakran stuðul har. Taðinasta, eg fekk at vita, var, at eg skuldi venda mær til Arbeiðs­loysis­skipan­ ina, sigur Edith H. Poulsen. Hon stóð fast við sítt, og stutt fyri jól fekk hon boð frá fútanum um, at eingin ákæra fór at verða reist. Einki grund­arlag var fyri at reisa ákæru. Tann avgerðin varð kærd til Ríkisadvokatin, sum kom til somu niðurstøðu sum fútin. Edith Poulsen heldur ikki, at nakar kann ímynda sær, hvussu ringt hon hevði tað. – Eg misti matarlystin og hugin at liva, og eg tordi ikki at gleða meg til nakað, men nú eg eri fullkomiliga reins­ að, kenni eg meg sum ein frían fugl. Øll tann tunga byrðan er kastað av mær og mínum. Nú royni eg at tveita alt aftur um meg og spaku­ liga byrja at liva aftur. Fyri hálvum øðrum mán­ aði síðan doyði maður henn­ ara. Fekk skaða umborð á Tjaldrinum Leygarkvøldið fekk ein 38 ára gamal maður skaða umborð á Tjaldrinum. Tjaldrið hevði lagt upp á síðuna av Polarhav, og tað livdi eitt sindur. Teir vóru komnir næst­ an inn til molan í Havn, tá ið portrið á Tjaldrinum fór upp og rakti mannin, sum stóð eitt petti frá. Hann varð raktur á kroppin. Av tí at Tjaldrið var so nær landi, gingu bara 10 minuttir, til maðurin var umborð á sjúkrabili, sum flutti hann á Lands­ sjúkrahúsið. Serskipan fyri dansktlønt Randi Jacobsen Fríggjadagin seinnapartin komu boð frá Fíggjarmála­ ráðnum um, at lands­stýr­ið arbeiðir við eini serskipan fyri tey, sum hava út­ lendskan arbeiðsgevara og hava sína efirløn hjá út­ lendskum eftirlønar­veit­ ara. Serskipan verður gjørd, tí tað er greitt, at fleiri av teimum, ið bæði hava útlendskan arbeiðsgevara og útlendska eftir­lønar­ uppsparing, ikki hava fing­ ið tillagað síni eftirlønar­ viðurskifti til at taka hædd fyri føroysku lógaráset­ ingini um at skatta eftirløn við inngjald. Hesi boð komu tveir dagar fyri 1. juli, sum varð útsetta freistin, sum tey við útlendskum arbeiðs­ gevara fingu til at finna eina loysn. Hjá politinum, dóms­ valdinum og Ríkisum­boð­ num eru fleiri starvsfólk við danskari løn, og tey hava gjørt vart við, at tað kann fáa álvarsligar av­ leiðingar at skatta eftirløn teirra við inngjald. Eitt nú kann avleiðingin verða, at torført verður at fáa danir at søkja starv í Føroyum, tí tey missa so nógv, um eftirlønirnar verða skatt­ aðar við inngjald, og donsku eftirlønar­grunn­ar­ nir kunnu ikki gera ser­ skipan fyri limir í Før­ oyum. Fíggjarmálaráðið sigur, at arbeitt verður við eini serskipan, sum krevur lóg­ arbroyting, ið løgd verður fyri løgtingið eftir ólav­ søku. Ógreiða Starvsfólkini eru ør­kyml­ að av hesum, tí tá eru lønir teirra longu útgoldnar. Summi fáa lønina út­gold­ na forút, og sostatt koma í minsta lagi tvær lønir, áðrenn lógarbroytingin kemur fyri tingið. Herfyri endurgav Kring­ varpið eitt bræv frá Jørgen Niclasen, landsstýris­ manni í fíggjarmálum til danska starvsbróðurin. Kringvarpið fekk innlit í hetta brævið, sum donsku fakfeløgini við limum í Føroyum framvegis ikki hava sæð. Í tí brævinum stóð, at Fíggjarmálaráðið ikki fer at gera mun í eftir­løn­ar­ lóggávuni á starvsfólki hjá statinum og øðrum fólki í Føroyum. Hetta eru ikki somu boð, sum Figgjarmálaráðið nú sendir út um, at arbeitt verður við at gera ser­skip­ an fyri millum annað tey, sum starvast hjá stati­num. Starvsfólk í Føroyum við donskum arbeiðsgevara vita framvegis ikki, hvussu eftirlønir teirra verða skattaðar Edith Poulsen úr Oyndarfirði avmyndað frammanfyri húsini hjá manninum, har hon starvaðist sum heimahjálp og har næstringar hansara reistu mál um undandrátt. Hon er í dag reinsað bæði at fútanum og av ríkisákæranum Mynd: Jústinus Leivsson Eidesgaard. Hetta hevur verið ein hørð tíð fyri Edith. Tí meðan málið um undardrátt gekk fyri seg upp á tað harðasta, stríddist maður hennara Símin Poulsen við ringa sjúku. Hann doyði í vár, áðrenn Edith varð endaliga reinsað Mynd: Jústinus Leivsson Eidesgaard.