mánadagur 2. juli 2012síða 4
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 2. juli 2012 · Nr. 75
4
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Vilmund Jacobsen
Vinnulívið í Klaksvík hevur
aftur spent seg út, og enn
einaferð er tað JFK-samtakið,
sum ger vart við seg. Nú
hevur felagið keypt norska
nótabátin Kanstadfjord, sum
er á veg heim til Føroya.
Á skrivstovuni hjá JFK-
Troli
verður
upplýst,
at
skipið bæði skal fiska og
eisini taka móti makreli í
summar frá trolbátunum.
Ætlanin er, at øll veiðan skal
leggjast upp til Faroe Pelagic
í
Kollafirði,
sum
JFK-
samtakið er ein partur av.
Tað er norska felagið
Ytterstad, sum hevur selt
JFK nótabátin, men einki
verður upplýst um prís.
Kanstadfjord,
sum
er
smíðaður í 1995, er góðar 57
metrar langur, 12 metrar
breiður og lastar 1500 tons.
Hann fær navnabroyting
til Slættaberg, ið er gamalt
skipanavn hjá JFK-Troli.
Ikki greitt
Tá Sosialurin hevði orð á
JFK-Trol í morgun, vistu tey
ikki neyvt, nær Kanstadfjord
er í Føroyum, og á Havnar
skrivstovuni
í
Klaksvík
høvdu tey onga fráboðan
fingið um, nær skipið er
væntandi á Klaksvík.
Sum skilst á Havnaskriv
stovuni, tekur túrurin heim
úr Noregi helst eini 2-3 sam
døgur, tí skipið er so norðar
liga.
Árni Joensen
Av teimum knappliga 236.000
íslendingunum, sum høvdu
valrætt leygardagin, vóru
heldur fleiri enn 163.000 á
vali, og ongantíð áður í
fullveldistíð landsins hava
veljararnir havt so mong
valevni at velja ímillum á
einum forsetavali. Ikki færri
enn seks fólk stillaðu upp,
men longu síðani uppstill
ingarfreistin var úti, var tað
greitt, at valið fór at standa
ímillum verandi forsetan og
kringvarpskvinnuna
Þóru
Arnórsdóttir. Men meininga
kanningarnar avdúkaðu líka
skjótt, at íslendingar ætlaðu
sær ikki at skifta forseta.
Kanningarnar hildu rætti
liga væl. Tá uppteljingin var
liðug gjáramorgunin, hevði
Ólafur
Ragnar
Grímsson
fingið 52,78 prosent og Þóra
Arnórsdóttir 33,16 prosent.
Hetta var næstan neyvt tað,
sum tann seinasta kanningin
hjá Ríkisútvarpinum hevði
víst. Umframt heildarúrslitið
kundi forsetin fegnast um, at
hann vann í øllum teimum
seks valdømunum.
Valluttøkan var góð 69
prosent, og bara eina ferð
áður er tað hent, at færri enn
70 prosent av veljarunum
hava verið á forsetavali. Fyrru
ferð var í 2004, tá Ólafur
Ragnar Grímsson hevði tveir
avbjóðarar. Sjálvur heldur
forsetin ikki, at tað er nakað
óvanligt, at færri fólk fara á
val. Hann vísir á, at gongdin
er
tann
sama
í
øðrum
londum. Harafturat var tað
serliga í høvuðsstaðnum, at
valluttøkan var minni, enn
hon plagdi at vera, og soleiðis
hevur tað eisini verið í
sambandi við onnur val tey
seinnu árini.
Ikki bara forsetaval
Eingin
íslendskur
forseti
hevur verið so virkin í tí al
menna kjakinum í Íslandi
sum Ólafur Ragnar Gríms
son, og hann hevur ongar
ætlanir um at gera minni við
tann partin av embætinum í
komandi tíð. Heldur tvørtur
ímóti, og í hansara eygum
var valið leygardagin ikki
bara eitt val um forsetan,
men eisini um leiklut for
setans í samfelagnum.
– Kjarnin í málinum er, at
tann demokratiska kollvelt
ingin, sum kom við fólka
atkvøðuni um Icesave-málið,
hevur havt sera stóran týd
ning fyri tað demokratiska
kravið hjá fólkinum um at
sleppa at siga sína hugsan,
segði Ólafur Ragnar Gríms
son í einari samrøðu í gjár.
Forsetin segði, at vantandi
álit á Altingið ger, at fólkið í
størri mun enn fyrr vil hava
forsetan at siga sína hugsan
um politisk viðurskifti. Hann
segði, at hann ætlar sær tó
ikki at fara út um tann leik
lut, sum liggur í forsetaem
bætinum.
Ósigur fyri stjórnina
Júst luttøkan hjá forsetanum
í tí almenna kjakinum og eitt
nú avgerð hansara at koyra
Icesave-málið
til
fólkaat
kvøðu hava gjørt, at stjórnin
hjá Jóhonnu Sigurðardóttir
vildi havt annan forseta enn
Ólaf Ragnar Grímsson aftan
á valið leygardagin. Eitt nú er
tað alment kent, at Jóhanna
Sigurðardóttir styðjaði Þóru
Arnórsdóttir undir valstríð
num.
– Sigurin hjá Ólafi Ragnari
var ein ósigur fyri stjórnina
og ein sigur fyri andstøðuna,
skrivaði Hannes Hólmsteinn
Gissurarson, professari á
stjórnmálafrøði, á síni heima
síðu í gjár.
Ein annar professari í
stjórnmálafrøði, Gunnar Helgi
Kristinsson, segði við Ríkis
útvarpið, at tann afturvaldi
forsetin verður tungur hjá
stjórnini at dansa við og
helst tyngri, enn hann hevur
verið, nú veljararnir hava
víst honum, at teir styðja
hann og hansara tulking av
leiklutinum hjá forsetaem
bætinum.
Val Leygardagin
valdu íslendingar
Ólaf Ragnar
Grímsson til
forseta fyri
eitt fýra ára
skeið afturat
teimum trimum
valskeiðunum,
sum hann longu
hevur røkt
embætið. Men
valið ikki bara
eitt forsetaval
Skip Nótabáturin, Kanstadfjord, sum JFK-samtakið
hevur keypt úr Noregi, kemur á Klaksvík fyrst í
hesi vikuni og fær navnabroyting til Slættaberg
Valdu forsetan og
leiklutin aftur
Enn eitt skip til Klaksvíkar
val
Sum forseti hevur Ólafur Ragnar Grímsson gjørt seg eitt slag av einum fólkains
talsmanni og varðhundi mótvegis tí politiska valdinum
Mynd: Polfoto
Klaksvíkingar hava aftur spent seg út og hava keypt nótabát úr Noregi,
sum bæði skal fiska og taka ímóti makreli frá trolbátum
... Kanstadfjord, sum er smíðaður
í 1995, er góðar 57 metrar langur, 12
metrar breiður og lastar 1500 tons...