Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-07-02, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 2. juli 2012síða 6

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 2. juli 2012 · Nr. 75 6 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Supply Service eigur nú fýra frálandaskip Tað var Durita Hansen, sum gav nýggjasta skipinum í føroyska flotanum – Tórsborg – navn leygardagin, tá skipað varð fyri hátíðarhaldi. Tórsborg er longu við síni manning farin í altjóða oljuvinnu Vilmund Jacobsen Fyrrapartin leygardagin kom nýggja frálandaskipið hjá Supply Service – og nýggjasta skipið í føroyska flotanum - á Havnina, og seinnapartin hendan dagin var hátíðar­ hald, tá skipið varð navn­ givið. Tað var Durita Hansen, sum hesaferð var gumma og gav skipinum navnið Tórs­ borg. Tórsborg er fjórða frá­ landaskipið hjá Supply Ser­ vice. Hini skipini eru Eldborg, Sæborg og Sjóborg, sum øll eru skrásett í FAS, Føroysku Altjóða Skipaskrásetingini. Øll skipini hava føroyska manning, og samlaða mann­ ingartalið liggur um 100. Men, við so stórum virksemi, er eisini neyðugt við væl­ virkandi skrivstovu, og hesi fólk eru so umframt tey 100, sum beinleiðis eru knýtt at frálandaskipunum. Eftir dóp og røður, fingu fólk høvi at síggja snotuliga skipið, sum longu eru farið í altjóða oljuvinnu. Leggjast kann aftrat, at Supply Service, sum øll árini hevur havt skrivstovu í Leirvík, nú byggir nýggjan skrivstovubygning í Havn, og við tíðini verða skipini hjá felagnum eisini skrásett í høvuðsstaðnum. Tað var Durita Hansen, sum gav Tórsborg navn Myndir: Álvur Haraldsen Tórsborg er fjórða skipið hjá Supply Service í Leirvík, sum í næstum flytir sítt virksemi til Havnar Myndir: Álvur Haraldsen ... øll skipini hjá Supply Service hava føroyska manning, og samlaða mann­ ingartalið liggur um 100...