Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-07-02, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 2. juli 2012síða 7

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 Mánadagur 2. juli 2012 · Nr. 75 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Rógvi Nybo Býr tú antin í Suðuroy ella á Sandoynni er tú í størst vanda fyri at liva í fátækra­ váða. Tað vísir ein nýggj upp­ gerð hjá Hagstovu Føroya yvir hvussu javnt var býtt í Føroyum í 2010. Í hesum báðum sýslunum vóru tað ávikavist 13 og 15 prosent av borgarunum, sum høvdu so lága inntøku, at tey eru í vanda fyri at liva í fátækt. Samanborið við hinar sýsl­ urnar er hetta næstan tví­falt so nógv. Í hinum sýslu­num liggur talið millum 7 og 9 prosent. Uppgerðin vísur, at yvir­ høvur vóru 8,5 prosent, svar­ andi til beint omanfyri 4000 føroyingar, í fátækraváða. Yvirhøvur minkaði fá­tæ­ kra­váðin frá 2009 til 2010. Størsta minkingin var í Suð­ ur­oyar, Vága og Norðoya sýsl­um, sum talvan eisini vísur. Sunnari partur minst inntøku Tað er eisini í Suðuroynni og í Sandoynni at miðintøkan er minst. Í hesum báðum sýslunum liggur miðinn­ tøk­an góðar 30.000 krónur niðanfyri miðinntøkuna í Suðurstreymoy, har hon er hægst. Í Suðurstreymoy var miðinntøkan 204.000 krónur í 2010. Í Sandoynni, har miðinntøkan var lægst, var hon 172.000 krónur, ella góð 16 prosent minni. Í Suðuroy var hon 176.000 krónur, ella góð 14 prosent minni enn í Suðurstreymoy, vísir uppgerðin hjá Hagstovuni. Ræðandi tøl fyri stakar uppihaldarar Tá hugt verður eftir hvørji fólk, tað eru, sum eru í fátækraváða, eru tað serliga stakir uppihaldarar, sum er stóri vandabólkurin. Ræð­ andi tølini hjá Hagstovu Føroya vísa, at meiri enn annarhvør stakur uppihald­ ari við børnum millum 0 og 5 ár, góð 53,6 prosent, er í fátækraváða. Millum stakar uppihaldarar við børnum millum 6 og 17 ár er talið 30,6 prosent, samanborið við 8,5 prosent fyri øll húski í Føroyum. Pensjónistar eisini í fátækraváða Tá hugt verður eftir borgar­ un­um eftir aldri, er tað pen­ sjónistarnir, aldursbólk­urin 67 ár og eldri, sum eru mest í fátækraváða. Góð 17 prosent av teimum hava eina javn­ virðisinntøku, sum er niðan fyri fátækraváðamarkið, og tað er munandi fleiri enn fyri hinar aldursbólkarnar. Hin­ vegin er tað aldursbólkurin millum 55 ár og 67 ár, sum er minst í fátækraváða. Hetta hongur helst saman við, at inntøkan hjá hesum fólk­ unum er nakað hægri enn hjá hinum bólkunum, tá hesi hava verið longst tíð á arbeiðsmarknaðinum. Fyri tann elsta aldurs­ bólkin er tó at siga, at gloppið til fátækraváðamarkið er minst hjá tí bólkinum. Har er gloppið upp til fátækra­váða­ markið 5,7 prosent, meðan tað hjá øllum hinum aldurs­ bólkunum liggur omanfyri 15 prosent. Hetta merkir, at mið­inntøkan hjá hinum bólk­unum liggur meiri enn 15 prosent undir fátækraváða­ markinum. Føroyar javnari enn grannalondini Hagtølini hjá Hagstovuni verða gjørd eftir altjóða leisti. Tískil ber til at saman­ bera okkara hagtøl við tøl úr grannalondunum. Til hetta verður sokallaða Gini-vísi­ talið, sum er eitt mát fyri ójavna í vælferðini, og sum gongur millum 0 og 100, har 0 merkir at tað inntøkurnar eru fullkomiliga javnt býttar í samfelagnum. Tá vit samanbera Føroyar við eitt nú Danmark, eru inn­ tøkurnar her eitt vet javnari. Gini-vísitalið fyri Føroyar er 20,2, meðan tað fyri Danmark er 27. Í Íslandi er talið 25,7, í Noregi er tað 23,6 og fyri Bretland er talið 33. rogvi@sosialurin.fo Sætti hvør sandoyingur í fátækraváða Hagtøl Sætti hvør sandoyingur og sjeyndi hvør suðuroyingur hevði í 2010 so lága inntøku, at tey livdu í fátækraváða. Í Suður­ streymoy vóru munandi færri - bert ein av fimtan - í fátækraváða 2010 2009 Sýsla Tal av borgarum Borgarar % í fátækraváða % í fátækraváða í fátækraváða tilsamans Norðoya 528 5699 9,3 10,1 Eysturoyar 823 10548 7,8 7,6 Norðstreymoyar 314 3749 8,4 8,9 Vága 278 3000 9,3 10,5 Sandoyar 201 1322 15,2 15,4 Suðuroyar 593 4603 12,9 14,6 Suðurstreymoyar 1267 18381 6,9 6,9 Føroyar 4004 47302 8,5 8,8 Markið fyri, nær tú livir í fátækraváða, er tá tú hevur eina inntøku, sum er minni enn 60 % av miðinn­tøkuni. FÁTÆKRAVÁÐI Risk of poverty Miðinntøka er tann mittasta inntøkan, har helvtin av borg­arunum vinna meira og helvtin av borg­arunum vinnur minni. Henda er ikki tað sama sum miðal­inntøkan, sum kann ávirkast nógv av fáum persónum við stórari inntøku. Miðinntøka Sætti hvør sandoyingur og sjeyndi hvør suðuroyingur hevur so lága inntøku, at tey liva undir markinum fyri at verða í fátækraváða. Millum stakar uppihaldarar er annarhvør í fátækraváða. Men hóast hetta eru Føroyar eitt javnari samfelag enn grannalondini Mynd: Savnsmynd