Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-07-02, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 2. juli 2012síða 8

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 2. juli 2012 · Nr. 75 8 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Nøvn Tann 10. juni andaðist Sólrun Háberg, 92 ára gomul. Hon hevði leingi verið veik, og var tað tí ikki óvæntað, at hon slapp. Sólrun var dóttir Honnu Olsen, ættað úr Søldarfirði, og Johannes Frederik Poul­ sen úr Havn. Tey bæði áttu eisini Hildegun, sum var yngri enn Sólrun. Tey búðu Undir Ryggi, eisini kallað Kilerkanalin, beint aftan fyri gomlu Dimmalætting. Sólrun kom at arbeiða í handlinum hjá Demmus í Havn í nógv ár, til hon 35 ára gomul í 1955 giftist við Niels Juel, sum var sonur Mallu og Pola skómakaran. Niels Juel var tá 43 ára gamal, so tað var í búnum aldri, tey giftust. Niels Juel var ein dugna­ ligur prentari. Millum annað var hann í 1949 saman við øðrum góðum monnum við til at prenta føroysku Bíbli­ una. Hetta var eitt rættiligt avrik, sum útgerðin var tá. Sjálvt í dag verður ein slík bók neyvan prentað í Før­ oyum. Niels Juel var eisini við til at stovna B36 og spældi eisini við í nøkur ár. Tey bæði giftust inn til foreldrini hjá Niels Juel í Konradsbrekku, har ein íbúð var í kjallaranum. Har búði eisini systirsonur Niels Juel, Petur, sum tá var 7 ára gamal. Sólrun kom tískil beinanvegin at hava umsorgan fyri honum. Petur tekur eisini til, hvussu góð Sólrun var við hann. Í 1958 fingu tey dóttrina Linu. Hon var ein stak fitt og evnarík genta, og gjørdist sjálvsagt teirra eitt og alt. Meðan tey búðu í Gr. Kambansgøtu høvdu tey eina lítla prentsmiðju, har skó­smiðjan hjá Pola hevði verið. Har stóð Sólrun ofta og legði pappír til, tá ið nógv var at prenta. Niels Juel fekk tíðliga í tíðini ein kolonihava uppi á Ternuryggi. Hansara dreymur var at koma at búgva har uppi. Hetta gjørdist veruleiki í 1972, tá ið tey keyptu eini hús í Hoydølum, sum í heil­ um líki vórðu flutt yvir á Ternurygg. Her kom henda lítla fitta familjan at liva trygt og lukkuliga. Tey vóru so hugna­lig at koma inn til. Niels Juel dugdi væl at greiða frá, og Sólrun var altíð skjót við einum drekkamunni. Men í mai 1981 rakti óeyd­ nan tey brádliga. Ein morgun Lina var við at gera seg klára at fara til arbeiðis, small hon niður deyðasjúk, og nakrar dagar seinni andaðist hon. Hon gjørdist einans 23 ára gomul. Hetta var ein stórur skelkur fyri øll, sum kendu tey, men sjálvsagt var hann størstur fyri foreldrini, sum mistu teirra einasta barn. Størri smeit kundu eini foreldur ikki fáa, og slíkt ber illa til at koma yvir. Men lívið mátti halda fram, og hetta dugdu tey sum so væl. Í 1994 doyði Niels Juel, og nú var Sólrun einsamøll eftir. Hon gjørdist meira og meira innisæl, kanska meira enn gott var. Sólrun hevði framúr góð­ ar grannar, sum vóru um hana til tað seinasta. Hon segði eisini mangan, at hetta var hon eisini takksom fyri. Hetta skal heldur ikki verða gloymt teimum. Sólrun var spurd fyri ikki so langari tíð síðani, um hon nakrantíð kendi seg einsamalla. Svarið var eitt hart og týðiligt NEI, hon kendi seg ongantíð einsa­ malla. Hon hvíldi í síni anda­ ligu sannføring. Sólrun var eitt skilafólk. Hon fylgdi væl við, las nógv og visti nógv. Hetta kom eisini mangan til góðar, tá ið brúk var fyri at vita okkurt úr gomlu Havnini. Hóast innisæl, so hevði Sólrun kortini samband úti í stóru verð. Hon hevði millum annað eina pennavinkonu í Ný Sælandi. Hana skrivaði hon saman við í mong ár. Hon hevði eisini nógv samband við systrina Hilde­ gun, sum búði niðri. Og so merkiligt var tað, at tað gjørdist lítið meira enn ein mánaði millum, at tær and­ aðust. Hildegun gjørdist 84 ára gomul. Av hesum ættarliði hjá teimum báðum, Niels Juel og Sólrun, er nú bert Hjørdis Háberg eftir. Hon var gift við Petur, beiggja Niels Juel. Tær báðar høvdu nógv saman. Nú tær eldust var tað mest gjøgnum telefonina, men hana brúktu tær eisini dúgliga. Soleiðis kann lívið vera hjá summum. Nú standa tey smáu húsini á Ternuryggi tóm. Øll eru tey farin í Harr­ ans hendur, og eingin er at taka við. Men minnið um tey øll fer tó at liva hjá okkum, sum varaðu av og annars hjá teimum, sum vóru um Sólrun. Óli Til minnis um Sólrun Háberg Systrarnar Hildegun og Sólrun. Tað gjørdist bert ein mánaði millum andlátini hjá teimum báðum. Hjartaliga takka vit fyri sýnda samkenslu og hjálpsemi, tá kæra kona mín, mamma, omma, vermóðir, systir og verdóttir Paula Svalbard Jespersen andaðist og varð jarðað. Takk til prest, berarar og sangarar. Takk tit øll, ið vóru um hana her heima. Takk til Landssjúkrahúsið og Sjúkrahúsið her. Takk tit, ið gjørdi ervið og hjálptu til. Takk øll, sum mintust hana við blómum og gávum til kirkjuna. Fyri tey avvarðandi Leif og børnini Tøkk Andlát Kunngjørt verður fyri ætt og vinum, at elskaði maður, pápi, verpápi, abbi og langabbi okkara Rógvi Hansen tórshavn andaðist fríggjadagin 29. juni á landssjúkrahúsinum, 72 ára gamal. Farið verður úr landssjúkrahúskapellinum týsdagin 3. juli kl. 20.00. Jarðarferðin verður úr Ebenezer mikudagin 4. juli kl. 14.30. Familjunnar vegna Marjun Bjørn, Jógvan, Tommy og Ida tey, ið ynskja at minnast Rógva, kunnu senda eina gávu til Krabbameinsfelagið, konto í peningastovnunum. Andlát Nora Nikala Sofía Olsen fødd Højgaard ættað úr Rituvík, búsitandi í Havn fødd 06.09 1937 andaðist fríggjadagin 29. juni. Farið verður úr kapellinum á landssjúkrahúsinum mánadagin kl. 19.30. Jarðarferðin verður 3. juli kl. 15.30 úr Havnar kirkju.