mánadagur 2. juli 2012síða 9
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
Mánadagur 2. juli 2012 · Nr. 75
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Í dag, 2. juli, fyllir Karl Jóhan
Nielsen í Vatnsoyrum 70 ár.
Karl Jóhan er sonur Doru
og Dánjal Nielsen, Vatns
oyrar. Giftur við Lydiu Thom
sen (gift Nielsen) úr Keyp
mannahavn. Tey hava búð í
Vatnsoyrum síðani 1969, tó í
Grønlandi 1970-72.
Døturnar
eru:
Durita,
Sólrun, Annika og Súsanna.
Durita er gift við Paula Djur
holm, og tey eiga 3 børn,
Annika er gift við John
Rajani, og tey eiga 3 synir,
Sólrun er gift við Leif Koivu
neva, og tey eiga 2 synir, og
Súsanna er gift við Guttorm
S. Joensen, og tey eiga 2 synir.
Sólrun býr í Danmark, Annika
og Súsanna í Føroyum, og
Durita flytir við familjuni til
Cambodia í summar.
Karl Jóhan varð útbúgvin
tannlækni í Keypmannahavn
í 1968. Bleiv hereftir bjóðaður
starv í Sørvágs Kommunu,
sum hann hevur røkt síðani
1969, - hálva tíð sum barna
tannlækni og hálva tíð sum
privat praktiserandi. Hann
var tó í farloyvi í gott 2 ár,
meðan hann saman við
familjuni arbeiddi sum tann
lækni og trúboðari í Narsaq í
Grønlandi.
Heimasamkoman,
Ked
ron, hevur altíð havt eitt
stórt pláss í hansara lívi.
Hann lærir Orð Guds, leiðir
og virkar millum ungdómin.
Eitt av hansara málum er, at
hann skal kunna siga sum
Paulus sigur í Áp. 20:27 "Tí
eg havi einki hildið aftur,
men
kunngjørt
tykkum
alt ráð Guds." Karl Jóhan
brennir
fyri
kristiligum
arbeiði. Honum dámar væl
at undirvísa í Orði Guds,
leiða og virka millum tey
ungu. Hann er ein góður
íverksetari, og tá hann setur
sær mál ella halgar seg til
eina tænastu, so heldur á
inntil málið er nátt. Karl
Jóhan elskar menniskju, at
granska Orð Guds, náttúruna
og familjuna.
Karl Jóhan hevur verið
virkin innan nógv økir og
hevur arbeitt fyri málum,
sum hava stóran týdning fyri
Vágoynna. Hann er í løtuni
formaður í Krígssavninum
í Vágum, sum hann eisini
hevur verið við til at sett
á stovn. Hann hevur eisini
arbeitt fyri at varðveita flog
vøllin í Vágum og at fáa fast
samband millum Vágoy og
Streymoy. Hann var við til
at seta Vága Bjargingarfelag
á stovn.
Hann hevur eisini verið
sera virkin innan føroysk
ross, tí hann sær eitt virði
í, at varðveita fjølbroytni í
náttúruni, og at at varðveita
søguna. Hann var við til
at stovna felagið Føroysk
Ross, sum fekk staðfest, at
føroyska rossið er ein serstøk
rasa.
Karl Jóhan hevur verið
virkin og havt nógv áhuga
mál. Tá hann brennir fyri
onkrum, verður farið fult
inn í tað. Hann er ein góður
íverksetari, sum elskar at fáa
ting í rættlag.
Karl Jóhan er burtur
staddur á føðingardegnum.
Vit ynskja honum og familju
hansara góðan byr framyvir.
Hjartaliga tillukku við 70 ára
føðingardegnum.
Karl Jóhan Nielsen 70 ár
Lydia og Karl Jóhan Nielsen í Gásadali
Hósdagin 28. juni 2012 varð
móttøka í Barnatannlækna
stovuni
hjá
Klaksvíkar
Kommunu í sambandi við, at
Katrin Jacobsen hevur starv
ast har í 25 ár.
Katrin Jacobsen byrjaði í
starvi sum klinikkassistentur
á Barnatannlæknastovuni 15.
august 1987, og rundar sostatt
í ár sín 25-ára starvsdag.
Hetta varð hátíðarhildið
við móttøku á Skúlatann-
læknastovuni har fitt av fólki
varð savnað til at heilsa upp
á og ynskja Katrin tillukku
og bestu eydnu á víðari
yrkisleiðini.
Bogi á Steig, tannlækna-
leiðari, bar fram nøkur góð
orð til Katrin, somuleiðis
bar borgarstjórin, Gunvá við
Keldu, fram eina heilsan og
handaði Katrin eina gávu og
blómutyssi frá býráðnum.
25 ár á Skúlatann
læknastovuni
Bilrøkt søkir lærling
Bilrøkt søkir eftir dugnaligum og
álítandi lærlingi til mek verkstaðið at
byrja skjótast gjørligt.
Arbeiðsuppgávur:
Arbeiðið fevnir um allar umvælingar
av bilum.
Førleikakrøv:
Tað er treyt, at tú hevur lokið
fólkaskúlan og hevur SIT innan bilfag.
Harafturat er tað ein fyrimunur at
hava nakað av starvsroyndum.
Setanarviðurskifti:
Løn og setanartreytir annars verða
sambært lærlingasáttmálanum
millum Føroya Handverkarafelag/
Landsfelag Handverkanna og
Føroya Arbeiðsgevarafelag/ Føroya
Handverksmeistarafelag. Lærutíðin er
4 ár og endar við einari sveinaroynd.
Umsóknir:
Umsókn við prógvum og lívsgong
darlýsing (cv) kann sendast til Bilrøkt
box 1234 ella bilrokt@bilrokt.fo.
Nærri upplýsingar um starvið kunnu
fáast við at venda sær til Heina á Borg
tel 235888.
Bilvask
Vit vaska bilin
innan og uttan
Verkstaður
Dekk, oljuskift og
smáar umvælingar
Leigubilar
Persón- og vøruvognar.
Góðir og bíligir bilar
Flutningshjálp
Vit flyta bilar,
maskinur o.m.a.
Stiðjagøta 3
Postsmoga 1234
tel. 35 88 88
bilrokt@bilrokt.fo
www.bilrokt.fo