mánadagur 2. juli 2012síða 13
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
Mánadagur 2. juli 2012 · Nr. 75
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttarblaðið
Effo-deildin 15. umfar
Tvøramenn fingu
løn fyri stríðið
TB javnaði í evstu løtu, og gestirnir stórfegnaðust, meðan heimamenninir í B68 kendu tað sum
um, at teir við 1-1 javnleikinum høvdu mist tvey stig og harvið framvegis eru undir strikuni
Í dag fóru tey til arbeiðis á nýggja
uppisjóvarvirkinum á Tvøroyri. Tí
sigur tað seg sjálvt, at lagið er gott
millum suðuroyingar.
Leygardagin var TB til arbeiðis á
nýggja graslíkinum á Svangaskarði,
og tvøramenn fingu løn fyri stríðið,
hóast tað leingi ikki sá nakað serligt
út.
Vanliga leiktíðin var um at vera
farin, tá ið tað eydnaðist at javna
til 1-1. Málskjútti var Gilli Sørensen,
sum sendi fríspark dygst uttanvert
brotsteigarmarkið beinleiðis í málið
aftanfyri Hans Jørgensen.
Nýggja TB fjepparafelagið var
mannsterkt á Svangaskarði, og bæði
millum teir svart og hvít stríputu
innanfyri girðingina og millum tey
á áskoðaraplássunum norðanfyri
vøllin var fagnaðurin øgiligur.
Tað var lætt at skilja.
Talan var um lyklauppgerð
í stríðnum um at sleppa undan
niðurflyting. Úrslitið bar við sær,
at TB heldur tørn um fjarstøðuna
til niðurflytingarplássið, sum B68
heldur summarfrí á.
Og úrslitið var undirstriking av,
at tað loysir seg at arbeiða.
B68 var í steðginum framman
fyri við málinum, sum miðvallarin
Ndende skoraði, tá ið stórur hálvur
tími var farin. Skjóti síðuspælarin
í høgru, Jónleif Højgaard, streyk
fram
ímóti
baklinjuni,
og
so
smekkaði hann til ímóti málinum.
Ivan Stojkovic í TB málinum hálv
bjargaði, og so var senegalesiski
miðvallarin fyrstur á returbólt
inum.
At B68 legði seg framum var ikki
so óvæntað. Spælið hekk hampuliga
væl saman hjá heimaliðnum í 1.
hálvleiki, tá ið Jann Ingi Petersen,
sum leingi hevur verið burtur frá
orsaka av skaða, var eyðsýndur
á sentrala miðvøllinum. At hann
ikki kom á vøllin eftir steðgin
var smeitur, serliga tá ið Jústinus
R. Hansen, sum plagar at vera
sentralur, ikki var á liðnum, tí hann
var burturstaddur.
Grammir gestir
Beinanvegin eftir steðgin sást, at
tilvitanin millum TB spælararnar
var stór um, at nógv stóð upp á
spæl, og at tað seinni í ár kann fara
at vísa seg at vera avgerandi fyri
niðurflytingina, at tað eydnaðist at
fáa úrtøku við av Svangaskarði.
Tað var smeitur fyri TB, at
Rógvi Joensen, sum var sentralur
miðvallari
saman
við
Martini
Tausen, longu eftir stórt korter
noyddist skaddur av vøllinum.
Unglingaspælarin Poul Ingason
loysti av, og eisini hann var sannur
brandur, tá ið TB støðugt arbeiddi,
stríddist og spældi fyri at fáa
týdningarmikla málið.
Tvøramenn vóru grammir og
skjótir. Sum 2. hálvleikur leið,
vunnu teir flestu nærdystirnar,
teir vóru fyrstir á returbóltunum,
teir fluttu seg væl, og samanspælið
riggaði, og ikki minst Gilli Sørensen
var við sínum skjótleika støðug
hóttan í álopspartinum.
Fjeppararnir koydu á TB, men
Hans Jørgensen í B68 málinum helt
tørn saman við miðverjunum Oddi
og Jóhan Dávur Højgaard og Dánjali
Paula Højgaard og Einari Hansen í
borðunum, hóast Gilli Sørensen í
vinstru og Dan Mortensen í høgru
vóru sprelskir og vandamiklir.
Og so var tað í evstu løtu, at
tað eydnaðist TB at javna. Tórur
Mortensen, sum sat á beinkinum,
sá gult fyri at leypa inn á vøllin at
fegnast saman við kátu liðfeløg
unum, og í tíðini, sum Eiler Ras
mussen hevði lagt aftrat, sóu bæði
Einar Hansen og Óli Olsen hjá
B68 gula kortið, tá ið vónbrotnu
menninir
gjørdu
frustratións
fríspørk.
Á nýggja uppisjóvarvirkinum á
Tvøroyri kunnu tey saman við øllum
øðrum TB viðhaldsfólkum fegnast
um TB avrikið á Svangaskarði
leygardagin, og av tí kunnu tey
læra, at tað loysir seg at dríva á!
Stór avbjóðing
Toftamenn fegnast um nýggja
vøllin, sum ber við sær hópin betri
umstøður bæði at venja og spæla.
Tað er einki at siga til, at teir vóru
ógvuliga vónbrotnir um, at tað
ikki eydnaðist at halda tørn um
leiðsluna, ið teir høvdu vunnið sær
í 1. hálvleiki.
Keita var á vøllinum síðsta lítla
hálva tíman, og tá ið bæði hann og
Emmanuel Ukpai eftir summar
steðgin verða førir fyri at spæla við
fullari ferð, og tá ið Kamara eisini
verður komin fyri seg, so eiga vánir
at vera fyri, at tað skal eydnast at
skava stigini saman, sum skulu til
fyri at varðveita sessin í fremstu
røð. Fyribils kann ikki hugsast um
meiri enn hetta.
Takið er í tólv teimum seinastu
umførunum at vinna trý stig fleiri
enn NSÍ og fýra stig fleiri enn
TB. Eftir síðsta umfarið undan
summarsteðginum kennist tað ikki
at vera so lítið!