mánadagur 2. juli 2012síða 14
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 2. juli 2012 · Nr. 75
14
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttarblaðið
Jóannes Hansen
Fótbóltshýrurin
kundi
verið
betri í Klaksvík, enn hann er tað
í løtuni! Sjálvandi fegnast klaks
víkingar og norðoyingar um, at
tað gongur sum eftir ánni hjá
fótbóltsflaggskipinum, sum hevur
vunnið 27 stig burtur úr tíggju
teimum seinastu umførunum, og
sum er farið í summarfrí við eins
nógvum stigum og oddaliðið.
Tað er ikki so galið, tá ið havt
verður í huga, at úrtøkan eftir
fimm umfør var trý stig! Tað,
sum KÍ fjeppararnir iðra seg um,
er, at tað nú er summarsteðgur
í landskappingini. Seinnu árini
hevur tað ofta víst seg at vera
striltið hjá KÍ at koma í gongd aftur
eftir summarsteðgin!
Heðin á Lakjuni er aldursforseti
á KÍ liðnum. 34 ára gamli vongverjin
er einasti spælarin, sum er farin um
tey tríati. Hann var fyrstu ferð á
besta liðnum í 1995, og hann var við
til at vinna FM í 1999. KÍ hevur ikki
vunnið FM síðani tá.
- Vit fegnast um gongdina
higartil. Men vit halda bæði beinini
á jørðini. Nú hava vit frí inntil
mánadagin í næstu viku. Tá fara
vit undir fyrireikingarnar til tólv
teir síðstu dystirnar. Vit fokusera á
eina avbjóðing í senn, og tann fyrsta
verður á nýggja heimavøllinum hjá
TB um tríggjar vikur. Vit vita, at
tað verður torført, men gongdin
higartil hevur borið sjálvsálit við
sær til ungu menninar, og í eyðmýkt
og við arbeiðssemi rokna vit við
møguleikanum, at tað ber okkum
til at vinna, sigur Heðin á Lakjuni.
Hvussu er hetta liðið sammett
við tað í 1999?
- Tað árið vóru allir sinnaðir at
renna nógv, og allir orkaðu væl.
Tá høvdu vit onkrar, sum skaraðu
framúr, eitt nú Kurt Mørkøre, men
hesa ferð er breiddin væl størri,
enn hon nakrantíð hevur verið.
Vit sóu tað í Vági leygardagin, tá ið
Álvur F. Christiansen, sum hevur
verið fastur á høgra vongverja
nógvu tær seinastu ferðirnar, var
leikbannaður. 19 ára gamli Jóhan
Jacobsen varð settur inn, og hann
spældi sera væl. Rudolf Eliasen og
Gunnar Christiansen, sum báðir
vóru við 1. deild leygardagin, hava
eisini røkt tað plássið í ár, so tað er
stór kapping.
Kennir tú teg tryggan á liðnum?
- Eingin kennir seg eiga plássið.
Ísak Simonsen var vongverji í
vinstru í fleiri dystum, og hann var
sera sannførandi. So tað ræður um
at spenna seg út og vera tendraður
og fokuseraður. Onnur dømi eru
miðvallararnir Heðin Klakstein og
Ivan Joensen, sum hava spælt væl,
tá ið teir hava fingið møguleikan,
men sum ikki hava verið millum
teir fyrstu ellivu so ofta. Sørmund
Kalsø var góður miðverji, men
nú er John Hammer á plássinum,
og hann hevur staðið seg væl.
Sjálvandi stríðist Sørmnd fyri at
vinna plássið aftur, og Bárður J.
Heinesen kempar fyri at sleppa
upp í part aftur í álopinum. Hetta er
gott fyri liðið, og tað kennist aftur
í kvalitetinum í venjingini, sigur
Heðin á Lakjuni.
Yvirvág í Vági
Leygardagin vann KÍ 4-1 í Vági.
Heimaliðið minkaði um munin í
síðsta minutti. Jón Krosslá Poulsen
stútaði bóltin í málið eftir innlegg.
Hetta var bara fjórða málið hjá
FC Suðuroy, sum framvegis eigur
fyrsta sigurin til góða.
KÍ legði ikki so stóran dent á
verjupartin síðstu løtuna. Tað
kann vera, at teir bláu hugsaðu
um at økja um leiðsluna og harvið
at vera oddalið í landskappingini í
summarsteðginum.
Nú er EB/Streymur frammanfyri.
Bæði liðini hava 30 stig, men
málmunurin hjá EB/Streymi er +11,
og hjá KÍ er hann +9.
- Vit hava ofta havt trupulleikar í
Vági. Eitt nú taptu vit 2-1 í 1999, sum
vit umrøddu í áðni. Leygardagin
høvdu vit vindin ímóti í 1. hálvleiki,
tá ið Henry Heinesen skoraði til 1-0.
Eg legði horna innfyri úr høgru,
Páll Klettskarð snittaði bóltin við
høvdinum, og við aftara stólpan
skoraði Henry. Tíðliga í 2. hálvleiki
var eg heppin við langskoti. Bólturin
fór inn við nærra stólpanum, og so
kendist tað bara sum um, hvussu
stórur sigurin fór at verða. Innskifti
Heðin Klakstein og Páll Klettskarð
við brotssparki, sum varð framt
ímóti honum, staðfestu stórsigurin,
greiðir Heðin á Lakjuni frá.
Marginalirnir eru við
Saman við Heðini á Lakjuni eru
Hjalgrím Elttør, Andras Gango og
Andy Olsen veteranarnir, sum hava
verið í bestu deildini í nógv ár. Hinir
eru allir yngri, men Heðin vísir á, at
teir eru ikki púra óroyndir. - T a ð
kennist gott, at tað eru so nógvir
lokalir á liðnum. Teir eru heldur
ikki púra óroyndir, tí teir flestu
hava verið við tvey tey seinastu
árini og onkrir meiri enn so. Vit
eru allir svangir at vinna, og vit
hava arbeitt fyri tí, tá ið dystirnir
síðstu løtuna hava koppað okkum
til fyrimunar. Ímóti t. d. B36 og ÍF
varð sagt, at vit vóru hepnir, men
vit stríddust fyri tí, og sigrarnir eru
ikki komnir púra burtur úr ongum.
Tað bar úrtøku við sær, og tað
kennist ógvuliga gott, og vit gleða
okkum til avbjóðingarnar, sum bíða
fyri framman.
Effo-deildin 15. umfar
Breidd og broddur
bera bláu bylgjuna
Superveteranurin á KÍ liðnum heldur tað vera sanna fragd at spæla saman við ungu monnunum, sum menn
Tróndur Arge - Gøta
Víkingur trýsti B36 í botn í fyrra
hálvleiki og skuldi verið á odda
við fleiri í hálvleikinum. B36 hevði
vindin ímóti og megnaði næstan
ikki at koma inn á Víkinga hálvuna.
Ferð aftaná ferð trýstu teir B36
verjuna, sum hevði Odmar Færø
við fyri fyrstu ferð síðani hann fór
av landinum at lesa í fjør. Umframt,
at Jonas Flindt Rasmussen eisini
er tøkur aftur. Men lítið hjálpti,
tí trýstið frá Víkinginum var
eirindaleyst.
Tá fyrsta mál kom var talan um
vánaligt verju- og málmansspæl.
Ein langur bóltur bleiv sendur
inn um verjuna hjá B36, sum ikki
var ansin. Meinhard Joensen kom
út, men endaði við at koma upp á
millumhond og so var lætt hjá Kaj
Leo í Bartalsstovu, at lyfta bóltin
upp um hann og í mál.
Kaj Leo í Bartalsstovu var eitt
gott boð upp á dagsins leikara. Hann
spældi høgri vongur og saman við
Bárði Hansen, sum spældi á høgra
bakki, skræddu teir B36 verjuna
sundur tað mesta av dystinum.
Eitt korter fyri hálvleik kom
Víkingur fult uppiborið upp á
2-0. Erling Jacobsen kom framvið
úr miðverjuni. Spældi saman við
Joseph Bassene og endaði inni í
brotsteiginum hjá B36. Hann spældi
bóltin upp á tvørs til Hjartvard
Hansen, sum lætt og elegant sendi
bóltin í málið til 2-0.
B36 svarar aftur
Ein minutt fyri hálvleik fekk B36
eina lívslinju. Joseph Bassene
er ov djarvur í verjustøðu og
avleverar bóltin út av baklinjuni til
hornaspark. Hornasparkið endar í
hondini á Fritleif í Lambanum og so
var brotsspark. Fritleif váttaði eftir
dystin at talan var um brotsspark.
Jákup á Borg umsetti til mál.
Í hálvleikinum skifti Mikkjal
Thomassen út. Inn kom Lukasz
Cieslewicz og tað gjørdi mun
eina løtu. Hann setti ferð á og
miðskeiðis í seinna hálvleiki kom
eisini útjavnandi málið. Súni Olsen
royndi seg við skoti, sum Geza Turi
hálvbjargaði. Jákup á Borg var
fyrstur á returin og prikaði hann í
málið til 2-2.
Eina løtu var B36 omaná og
tóktist kunna fara avstað við øllum
úr Sarpugerði.
Match vinnari og reytt kort
Avgerandi løtan kom eitt korter
fyri tíð. Víkingur hevði hornaspark
í høgru síðu. Kaj Leo í Bartalsstovu
spældi bóltin út til Bárð Hansen,
sum hevði tíð at leggja sær bóltin til
rættis og so smekkaði hann bóltin í
handara mál horn. Eitt framúr mál,
sum B36 hevði kunna vart fyri um
teir vóru knappari á skjúttan tá
hann fekk bóltin.
«Vit snorksova, segði Súni Olsen
stutt og greitt um støðuna.
Víkingur helt fast um sigurin og
teir vóru eisini fegnir, tá dómarin
bríkslaði fyri seinastu ferð. Í fyrra
hálvleiki fingu bæði Jákup á Borg
og Bárður Hansen gult kort eftir
eina
samanbrest
á
vøllinum.
Okkurt hevur er hent, tí tá dysturin
var liðugur siga keldur, sum sóu
støðuna, at Bárður Hansen rann
yvir til Jákup á Borg fyri at vísa
honum hvør hevði vunnið. Slíkt
er til eitt gult kort og tá Ransin
N. Djurhuus sá støðuna, so hevði
hann ongan annan møguleika enn
at geva Bárði Hansen tað seinna
gula kortið.
Ein óheppin endi upp á eitt
annars flott avrik frá bæði Bárði og
Víkingi.
Qvist ferdigur í Víkingi
Víkingur boðar frá, at teir hava
steðgað samstarvinum við danska
framherjan,
Lasse
Qvist,
sum
kom til felagið undan hesum
kappingarárinum. Orsøkin er, at
hann hevur verið ov illa plágaður
av skaðum.
25 ára gamli framherjin, sum
áður hevur leikt við PSV Eindhoven
og FCK, fekk 10 dystir og tvey mál
fyri Víking.
trondur@sosialurin.fo
Víkingur hevði undanvind