mánadagur 2. juli 2012síða 16
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 2. juli 2012 · Nr. 75
16
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttarblaðið
Tróndur Arge
Ongantíð fyrr hevur eitt landslið
megnað at endurvunnið EM heitið,
og ongantíð hevur eitt landslið
megnað at vunnið trý heiti á rað.
Tað hevur Spania og tí verður róð
framundir at tað, sum hendi í Kiev í
gjár, er ein staðfesting av at Spania,
frá 2008 til 2012, er eitt tað besta
landsliðið
heimurin
nakrantíð
hevur sæð.
Spania útspældi Italia í stóru
løtum av dystinum og tá skaðar
gjørdu at Italia mátti spæla seinasta
hálva tíma við tíggju monnum, var
alt avgjørt.
Eftir finaluna kundi Iker Casillas,
sum nú hevur vunnið eitt hundrað
landsdystir, lyfta EM-steypið upp
um høvd og vísa heiminum hvør
er best.
Uttan áleypara
Tað hevur verið funnist at spanska
landsliðsvenjaranum, Vicente del
Bosque, tí hann fleiri ferðir hevur
sett liðið uttan at hava nakran
framherja inni. Tað gjørdi hann
eisini til finaluna, men hesa ferð
ber ikki til at finnast at avgerðini
hja honum. Í staðin fyri eitt nú
Fernando
Torres
ella
Alvaro
Negredo, so var Cesc Fabregas at
síggja í álopinum, men við einum
øðrvísi leikluti enn ein vanligur
framherji hevur.
Tað gekk ikki meir enn eitt
korter
áðrenn
Cesc
Fabregas
gjørdi um seg. Hann luttók nógv
í spælinum og eftir eitt síðuskift
endaði bólturin hjá liðfelagnum úr
Barcelona, Andres Iniesta. Hann
spældi Cesc Fabregas leysan í
brotsteiginum. Fyrrverandi Arsenal
leikarin
kom
framvið
einum
italskum verjuleikara og legði bótin
útfrá til David Silva, sum við góðum
stútara legði Spania á odda.
Eftir málið trýsti Italia og teir
vóru nær við at javna. Hesa løtuna
var munurin ikki so stórur, men
fýra minuttir fyri hálvleik økti
Spania. Xavi Hernandez sendi
komandi liðfelagin, vinstra bakkin
Jordi Alba, avstað í vinstru síðu. Við
einari frálíkari bóltnerting legði
Jordi Alba bóltin til rættis og leysur
móti málmanninum plaseraði hann
bóltin framvið Gianluigi Buffon og í
mál. Ei undur í, at Barcelona hevur
keypa hann.
Italsk óeydna
Skuldi Italia gera nakað við Spania,
so var neyðugt at teir høvdu tað
tiltikna hepnið við sær. Tað høvdu
teir ikki. Miskeiðis í fyrra hálvleiki
mátti verjukempan, Giorgio Chiel
lini, geva skarvin yvir vegna skaða.
Hetta tvingaði Cesare Prandelli
at nýta sína fyrstu útskifting. Hetta
er bara aður ferð í søguni, at eitt lið
hevur skift út í fyrra hálvleiki í eini
EM finalu. Í 2004 skifti Portugal út
í fyrra hálvleiki í finaluni.
Í hálvleikinum vóru góð ráð dýr.
Cesare Prandelli valdi at skifta fyri
aðru ferð og út fór Antonio Cassano
og inn kom Antonio Di Natale.
Góðar tíggju minuttir seinni tók
italski landsliðsvenjari ein kjans
og skifti fyri triðju og seinastu
ferð. Út fór Riccardo Montolivo og
inn kom Thiago Motta, sum hevur
havt trupulleikar við lærinum upp
til finaluna. Tað skuldi vísa seg, at
gerast endin á italsku mótstøðuni.
Tað
gingu
bara
tríggir
minuttir, so lá Thiago Motta á
vøllinum og helt um baklæarið.
Sjónvarpsmyndirnar
vístu.,
at
talan ikki var um nakra takling ella
nærdyst, og tí var sannlíkt at talan
var um eina fiburspreingin.
Sostatt mátti Italia spæla við
tíggju monnum seinasta hálva
tíman.
Var
mótbekkan
tung
áðrenn, so bleiv uppgávan nærmast
ómøgulig seinasta hálva tíman.
Søguligi Torres
Eitt korter fyri tíð kom tann nógv
útskeldaði Fernando Torres á vøllin.
Smáar tíggju minuttir seinni var
Xavi Hernandez aftur arkitekturin
aftanfyri eina framúr neyva og góða
avlevering. Hann spældi Fernando
Torres leysan, sum einsamallur
móti málmanninum var tryggur og
økti til 3-0.
Fernando
Torres
er
tann
fyrsti
leikarin,
ið
megnar
at
skora í tveimum EM finalum.
Hóast Fernando Torres er nógv
útskeldaður, so er hann bæði
Champions League vinnari og EM
vinnari 2012.
Bara
minuttir
seinni
var
Fernando Torres aftur íblandaður,
tá Spania setti krúnuna á verkið
við málinum til 4-0. Tað vóru teir
báðir innskiftu Chelsea leikararnir,
Fernando Torres og Juan Mata,
sum stóðu fyri málinum. Fernando
Torres bleiv aftur spældur leysur í
Spania vann í gjár EM finaluna móti Italia heili 4-0. Tað var
ein framførsla, sum staðfesti hvussu langt frammanfyri hini
spanskur landsliðsfótbóltur er. Spurningurin er nú um spanska
landsliðið frá 2008 til 2012 er tað besta landsliðið nakrantíð?
Spania er
EM vinnari
2012