Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-07-02, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 2. juli 2012síða 17

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

17 Mánadagur 2. juli 2012 · Nr. 75 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Ítróttarblaðið brotsteiginum, men hesa ferð nakað úti í vinstru síðu. Hegnisliga leggur hann bóltin upp á tvørs til Juan Mata, sum ein minutt og 14 sekund aftaná hann kom á vøllin, kundi skora fjórða og seinasta málið í dystinum. Boring, broing Spania Spania hevur í eina tíð verið ákært fyri at spæla keðiligan fótbólt. Ikki beinleiðis keðiligan fótbólt, sum vit kanska kenna tað úr Føroyum ella Premeir League. Men eitt nýtt slag av keðiligum fótbólti. Spaniólar hava ein ótrúligan eginleika at halda fast upp á bóltin sína millum, men væntandi hugurin at umseta leikligu yvirvágina til stórsigrar og framrættað spæl hevur fingið ilt í summi. «Tey, sum halda at vit spæla keðiligan fótbólt, skilja eftir mínum tykki ikki fótbólt, segði Cesc Fabregas við BBC eftir dystin í gjár. UEFA valdi Andres Iniesta til dagsins leikara í finaluni. Hann fegnaðist somuleiðis um sigurin. «Vit spæla á høgum stigi í kvøld og vit vóru trúfastir móti okkara spælistíli, segði Andres Iniesta og legði afturat. «Tað bleiv sjálvandi lættari tá teir missa ein mann, men vit ætla at njóta hendan sigurin. Vit standa ikki her og siga at okkara spæl er tað vakrasta, men tað sum vit hava gjørt er eindømi. Tað verður ikki gjørt aftur, segði Andres Iniesta. Italski landsliðsvenjarin, Cesare Prandelli, var avkláraður við støðuna eftir dystin, men vísti eisini á at italska landsliðið hevur havt eina torførari skrá. «Vit hava brúkt eina rúgvu av orku fyri at kom hertil og vit orkaðu ikki meiri í finaluni. Men av og á mást tú eisini bara viðurkenna at mótstøðan er betri. Spania hevur skrivað fótbóltssøgu og tað er uppiborið, segði Cesare Prandelli. Italia hevði tveir dagar minni at fyrireika seg til hálvfinaluna móti Týsklandi. Umframt tað, so høvdu teir eisini ein dag minni at fyrireika seg til finaluna enn spaniólar. Hetta hevur uttan iva gjørt sítt til, at italska mótstøðan fánaði í seinna hálvleiki. Spania stílar móti HM 2014 Spania skrivaði í gjár søgu, men alíkavæl tosaðu teir flestu av leikarunum, umframt venjarin, um at hyggja fram til komandi uppgávu, sum verður HM endaspælið í 2014 í Brasil. «Spanskur fótbóltur hevur skrivað søgu í kvøld, men vit mugu hyggja fram til komandi uppgávuna. Tað koma fleiri avbjóðingar og vit mugu verða til reiðar at taka ímóti teimum, segði Vicente del Bosque eftir finalu sigurin. Tað er slík tankagongd, ið ger at Spania nú hevur skrivað ein nýggjan kapitul í fótbóltssøguni. Bara tíðin fer at vísa, um hetta spanska landsliðið fer í søguna sum tað besta nakrantíð. trondur@sosialurin.fo Spania: 4-3-3 Casillas - Arbeloa, Pique, Sergio Ramos, Jordi Alba - Xavi, Busquets, Alonso - Silva (Pedro Rodriguez 59), Fabregas (Torres 75), Iniesta. Á bonkinum: Valdes, Albiol, Javi Martinez, Juanfran, Negredo, Mata, Llorente, Santi Cazorla, Jesus Navas, Reina. Italia: 4-4-2 Buffon - Abate, Barzagli, Bonucci, Chiellini (Balzaretti 21) - Pirlo, Marchisio, Montolivo (Thiago Motta 57), De Rossi - Balotelli, Cassano (Di Natale 45). Á bonkinum: Sirigu, Maggio, Ogbonna, Giaccherini, Borini, Giovinco, Diamanti, Nocerino, De Sanctis. Dómari: Pedro Proenca (Portugal) EM finalan í tølum: Spania - Italia 4-0 (2-0) 1-0 David Silva, 14 2-0 Jordi Alba, 41 3-0 Fernando Torres, 84 4-0 Juan Mata, 88 Mál: 4 - 0 Skot: 14 - 11 Skot á mál: 6 - 4 Horna: 3 - 3 Rangstøður: 3 - 3 Gul kort: 1 - 1 Spælibýti: 57% - 43% (Kelda: ESPN)