mánadagur 2. juli 2012síða 18
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 2. juli 2012 · Nr. 75
18
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttarblaðið
Vánalig føroysk Europa
Cup styrkismeting
Heri Simonsen
B36, EB/Streymur, Víkingur og NSÍ
tørna øll til í teimum europeisku
kappingunum hesa vikuna. Í morgin
klokkan 16.30 tekur Víkingur ímóti
hvítarussiska liðnum, FC Gomel
á ovara vølli í Gundadali í Havn.
Tað er meir enn møtimikið at
sleppa inn til Hvítarusslands, og
hjá hvítarussarum at fáa visum
til Føroya er líka møtimikið.
Hvítarussland hevur ikki nakra
sendistovu í nøkrum norðurlendsk
um landi, og norðurlond hava ikki
nakra sendistovu í Hvítarusslandi.
Tískil mugu øll passini hjá Vík
inga-spælarum og leiðarum til
hvítarussisku
sendistovuna
í
Talinn í Estlandi. Haraftrat mugu
allir Víkingaspælarar hava eina
innbjóðing, fyri at sleppa til Hvíta
russlands, og allur hópurin hjá FC
Gomel má somuleiðis hava eina
innbjóðing fyri at sleppa til Føroya.
Vit mugu kortini vóna, at Víkinga-
spælararnir hava fokus á røttum
staði. Tað sama er galdandi fyri
B36 sum spælir á Windsor Park
týskvøldið klokkan 19.45. Sama
er galdandi fyri NSÍ sum spælir
ímóti FC Differdange 03 á útivølli
í Luksemburg hóskvøldið, og hetta
telur eisini fyri EB/Streym, sum
fær armenska vitjan á ovara vølli
í Gundadali hóskvøldið klokkan 19.
Tí tann føroyski Europa Cup rokn
skapurin hevur veruliga skríggjandi
brúk fyri sigrum og stigum.
Liggja triðniðast
Styrkismetingar-roknskapurin hjá
UEFA fyri Champions League og
Europa League plaserar føroyskan
felagsfótbólt, sum nummar 51 av 53
UEFA limalondum. Bert Andorra
og San Marino eru verri enn vit á
UEFA listanum. Okkara umboð í
teimum europeisku kappingunum
hava samanlagt savnað 1.416 stig
tey seinastu fimm kappingarárini.
Armensku felagsliðini eru nummar
50 á listanum við 2.208 stigum, og
eiga EB/Streyms-spælararnir eisini
at hava hetta í huga, tá teir fara á
vøllin
hóskvøldið.
Luksemburg
er nummar 49 á listanum við
2.333 stigum, og hetta gera NSÍ-
spælararnir rætt at hava í menti.
Norðurírland er nummar 48 á
listanum við 2.583 stigum, og tað
eiga B36-spælararnir at leggja sær
í geyma. Víkingur hevur fingið
tað klárt ringasta lutakastið, tí
Hvítarussland liggur sum nummar
23 á listanum við 18.208 stigum fyri
tey seinastu fimm kappingarárini.
Hvítarussland
liggur
enntá
framman fyri Svøríki á listanum.
Ongland og Spania liggja ovast á
listanum við yvir 84.000 stigum. Tí
er at vóna, at eydnan verður før
oysku liðunum blíð, tí fáa vit ikki
sigrar og víðari luttøkur til høldar,
so verður tað ógvuliga seinur
dagur, at vit uppliva, at føroysk
felagslið verða betri styrkismett
til europeiskar kappingar í fyrsta
undanumfari í Europa League og
Champions League.
Ísland er 10 pláss betri
Mangan verða føroysk felagslið
samanborin við íslendsk felagslið,
og tað er veruliga ein styrkismunur
millum londini. Íslendsku felags
liðini eru 10 pláss betri enn tey
føroysku felagsliðini. Á einum
41.
plássi
hava
tey
íslendsku
felagsliðini vunnið 5.332 stig, og
tað gevur íslendsku liðnum ein
góðan møguleika at møtta veikari
mótstøðuliðum í teimum fyrstu
undanumførunum. Kasakstan, sum
vit møta í HM-undankappingini
komandi ár, bæði á útivølli og á
heimavølli liggur sum nummar 40
við 5.333 stigum. Danmark er er væl
fyri á listanum. Donsku felagsliðini
hava útvegað donskum fótbólti
27.525 stig seinastu fimm kapp
ingarárini, og gevur tað Danmark
eitt 13. pláss á listanum hjá UEFA.
Rímiligt ár í fjør
Í fjør høvdu tey føroysku
felagsliðini eitt rímiligt ár við fýra
javnleikum, men bæði hjá HB, EB/
Streymi, NSÍ og ÌF gjørdist talan um
samlaði tap. Hjá EB/Streymi varð
tað enntá so óheppið, at liðið tapti
uppá eitt útivallarmál. Føroysku
liðini eru mitt í sínari kapping, og tá
ein spælir ímóti liðnum, sum liggja
eitt til trý pláss omanfyri okkum,
so er týdningarmikið, at vit fyri
fyrstu ferð síðani 2006 síggja, at
eitt føroyskt lið vinnur seg víðari til
næsta umfar. Tað er ikki hent síðani
B36 vann ein samlaðan 5-2 sigur á
maltesisku Birkirkara í 2006. Tíðin
er búgvin, at “UEFA Rankings” nú
gerst ein meiri hugaligur lesnaður
hjá fótbóltshugaðum føroyingum.
Vónandi er byrðurin blíður hjá
teimum føroysku umboðunum á
hesum sinni.
Føroyskur felagsfótbóltur er triðaftast í Europa. Tað eru bert felagsliðini í Andorra og San
Marino, sum eru verri enn Føroyar í roknskapinum fyri tey seinastu fimm kappingarárini.