mánadagur 2. juli 2012síða 19
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
19
Mánadagur 2. juli 2012 · Nr. 75
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttarblaðið
Meistarar bresta saman:
B36 skal royna seg í Belfast
Pætur Albinus
Nú verður ikki bíðað longur. Í
annaðkvøld
byrjar
evropeiska
ævintýrið hjá tveimum av føroysku
feløgunum, nevniliga Víkingi og
B36. Meistararnir úr B36 hitta
meistarunum úr Norðurírlandi,
Linfield. Linfield hevur so at siga
verið einaráðandi í IFA Premiership,
sum besta deildin í Norðruírlandi
eitur. Soleiðis hevur tað verið í
eitt longri tíðarskeið, og tað sama
siga søgubøkurnar. Við sínum 51
meistaraheitum í 126 ára longu
søgu felagsins eru teir úrslitabesta
felagið í norðurírskum fótbólti
nakrantíð. Felagið hevur vunnið
greipuna trý ár á rað, og í fjør vóru
teir greitt yvirlegnir og vunnu IFA
Premiership við heili 14 stigum til
næstfremsta liðið.
Ikki í dystarvenjing
Ein hin størsti fyrimunurin hjá
B36 kann verða, at Linfield ikki er í
góðari dystarvenjing. Kappingarárið
hjá teimum endaði fyri tveimum
mánaðum síðani, og eru flestu
leikararnir júst heimkomnir av
summarferiu teirra. Linfield spældi
ein venjingardyst ímóti Bangor City
úr Wales fríggjadagin. Dysturin
endaði 1-1, og valdi Linfield-venjarin
at nýta heili 19 ymiskar leikarar
henda dystin.
Støðið á heimligu kappingini í
Norðurírlandi og á landsliði teirra
metist at vera stórt, og hava bara
tríggir leikarar hjá Linfield fingið
ávikavist átta, tveir og ein dysti fyri
landsliðið. Eingin av teimum, sum
hevur verið partur av norðurírska
landsliðnum hetta seinasta árið,
spælir í heimligu kappingini.
Royndur venjari
Venjarin hjá Linfield, 49 ára gamli
David Jeffrey, hevur verið venjari
hjá liðnum í heili 16 ár. Hann kennir
felagið innan úr blóðinum og hevur
verið partur av felagnum í 29 ár.
Eftir fýra ár í ungdómsdeildini hjá
Manchester United, skifti hann til
Linfield sum 20 ára gamal, har hann
røkti miðverjupláss í 11 kappingarár,
áðrenn hann skifti til Ards og seinni
Larne. Sama árið, sum hann gavst
sum leikari - tað var í 1996 - varð
hann settur sum hjálparvenjari hjá
Linfield, og longu árið eftir varð
hann settur sum høvuðsvenjari.
Har hevur hann verið síðani, og
tað er ikki uttan grund. Hann hevur
vunnið heili 30 steyp við felagnum
og eigur eina røð av metum sum
ársins- og mánaðarins venjari í IFA
Premiership.
Vandamiklir áleyparar
Í heimligu kappingini hevur Lin
field serliga sermerkt seg við at
hava vandamiklar áleyparar, og er
tað ikki av ongum, at eini áleypari
teirra verður nevndur ”Pistol Pete”.
Peter Thompson skeyt fyrr í ár
sítt mál nummar 200 fyri felagið,
og hevur hann eisini verið og
roynt seg sum fulltíðarleikari í
enska Stockport County, har tað
tó ikki gekst honum serliga væl og
hann vendi heimaftur til Linfield.
Hann hevur spælt átta dystir fyri
landsliðið og skotið eitt mál.
Felagið hevur til hetta kapp
ingarárið eisini styrkt álopið við
at keypa toppskjúttan hjá argastu
kappingarneytanum,
walisiska
Matthew Tipton úr Portadown.
Tað er gjøgnumgangandi fyri
allan hópin, at teir hava leikarar,
sum hava roynt seg í lægru deild
unum í Onglandi, sum má sigast at
vera eitt styrkistekin. Tó kann tað
hinvegin eisini bara vera eitt dømi
um, at teir liggja væl fyri geografiskt
at senda leikarar hagar.
Hava áður rokkið langt
Linfield hevur verið fastur gestur
í evropeisku kappingunum í nógv
ár, og besta úrslit teirra man uttan
iva hava verið heilt afturi í 1967,
tá ið teir spældu seg heilt fram til
kvartfinaluna í European Club.
Í nýggjari tíð er Linfield einaferð
komið víðari til 2. umfar í Champions
League. Hetta var í 1994, tá ið teir
hóast samlað 2-3-tap komu víðari,
eftir at mótstøðuliðið Dynamo
Tbilisi varð útihýst úr kappingini
fyri match-fixing. Í 2. umfari vann
Linfield 3-0 heima ímóti FCK,
áðrenn teir í returdystinum taptu
0-4 og ruku út.
Í fjør fekk Linfield eitt rímiligt
úrslit. Teir spældu javnt 1-1 á
heimavølli ímóti BATE Borisov
úr Hvítarusslandi, sum fyri trim
um árum síðani var partur av
bólkaspælinum
í
Champions
League. Teir taptu tó returdystin
0-2 og ruku tískil úr kappingini.
albinus@sosialurin.fo
Týskvøldið spælir B36 undanumfar í Champions League ímóti Linfield úr Belfast, Norðurírlandi.
Hóast Linfield eigur heimsmet við 51 meistaraheitum og er greipuvinnari seinastu trý
árini, so skuldi ein góður møguleiki verið til staðar ímóti einum liði, sum spælir í einari
veikari deild samanborið við teirra frammanundan ivasomum egnum landsliði
Linfield-venjarin
gremur seg:
Skaðar
og vant
andi
dystar
venjing
Venjarin hjá Linfield, David
Jeffrey, hevur eftir øllum
nóg mikið at stríðast við
undan dystinum ímóti B36
týskvøldið.
- Tað er ein vansi, at vit
skulu so tíðliga í gongd aftur.
Vit hava eisini Michael Gault,
Philip Lowry og og William
Murphy skaddar, somuleiðis
sum vit mugu kanna støðuna
hjá Albert Watson nærri.
Hann er júst heimkomin av
feriu, men hevur vant hvønn
dag meðan hann hevur verið
burturi. Hetta var einasti
møguleiki hansara at fara á
feriu, so tað er greitt, at vit
hava nakrar fløkjur at fáa
greiðu á, men eg má siga,
at eg eri nøgdur við hópin í
løtuni, sigur hann tó.
- Dysturin ímóti Bangor
var ein góð venjing hjá okk
um, men eg eri vónbrotin
av tí málinum, vit fáa ímóti
okkum.
Nakrar
støður
mugu vit bara taka til
takkar við henda partin av
árinum.
(…)
Mótstøðulið
okkara er 14 dystir inni í
teirra kappingarári, so hetta
verður ein dystur, har vit av
álvara mugu vera á tærnum,
sigur David Jeffrey.
albinus@sosialurin.fo