mánadagur 2. juli 2012síða 20
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 2. juli 2012 · Nr. 75
20
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttarblaðið
Víkingur vitjan úr
Hvítarusslandi
Pætur Albinus
Hetta er aðru ferð síðani 2007,
at FC Gomel skal royna seg í
evropeiskari kapping. Teir fluttu
niður í næstbestu deildina í 2010,
men longu fyrsta árið aftur í bestu
deildini vunnu teir bronsu og
harvið luttøku í Europa League.
Teir hittu turkiska Bursaspor, og
taptu teir dystin samanlagt 2-5.
Kappingin í Hvítarusslandi er
eins og tann føroyska komin í helvt,
og liggur FC Gomel í løtuni á einum
triðja plássi. Teir hava tó tveir dystir
til góðar í mun til oddaliðið, sum er
BATE Borisov, og vinna teir báðar
teir manglandi dystirnar, leggja teir
seg undir liðina á oddaliðnum.
Ein landsliðsleikari
Lyklaleikarin hjá FC Gomel er
helst Vyacheslav Hleb, sum teir
júst hava ognað sær úr týska
felagnum FSV Frankfurt. Hann
er einasti núverandi hvítarussiski
landsliðsleikari teirra, og har hevur
hann gjørt um seg við at hava
skotið heili 12 mál. Hann er áleypari,
men verður stundum eisini nýttur á
vonginum.
Annars hava hópin av leikarum
á liðnum roynt seg á annaðhvørt
U21-
ella
OL-landsliðnum
hjá
Hvítarusslandi, og burdi tað vitnað
um eitt gott støði.
Í eini roynd at styrkja liðið í
summarsteðginum
skrivaði
FC
Gomel í farnu viku undir sáttmála
við 20 ára gamla verjuleikaran úr
Kolumbia, Ezequiel Palomeque.
Stinnir á útivølli
Tað, sum Víkingur kanska serliga
skal ansa eftir, er, at FC Gomel vísir
ræðandi styrki á útivølli. Í ár hava
teir vunnið heili seks út av sjey
dystum á útivølli. Hetta er nýliga
íkomið hjá teimum, tí fyrra árið
vóru teir greitt veikasta útiliðið í
deildini og vunnu bara tveir út av
16 útidystum.
Tað broytir neyvan upp á
útgangsstøði
hjá
hvítarussiska
liðnum
til
dystin
á
Tórsvølli
týskvøldið, tí gerst tað neyðugt, so
bíða teir helst fegnir til returdystin
á heimavølli við at møguliga avgera
dystin.
Skipanin er óhugnalig
Í mun til hini liðini í ovaru helvtini
í hvítarussisku deildini hevur FC
Gomel ikki skotið serliga nógv mál,
men tykist tað vera púra greitt, at
skipanin og verjuparturin er teirra
styrki - ræðandi styrki. Teir hava
nevniliga bara fingið fimm mál
ímóti sær í 14 dystum.
Tað verður tískil ein risa stór
avbjóðing hjá Víkingi at fáa hol á
verjuna hjá hvítarussunum, men
vísa teir sama dirvi sum ímóti
turkiska Besiktas fyri tveimum
árum síðani, so kunnu Kaj Leo í
Bartalsstovu og hinir úr Gøtu bíta
frá sær. Tað er nevniliga lítið at
ivast í, at skal Víkingur gera sær
nakra vón um at spæla seg víðari,
so krevst eitt gott útgangsstøði í
hesum fyrsta dystinum, sum altso
verður spældur á Tórsvølli týsdagin
kl.16.30.
albinus@sosialurin.fo
Víkingur, sum er ósigrað í seks dystum í Effodeildini á rað, fær týsdagin
vitjan av FC Gomel úr Hvítarusslandi í Europa League. Liðið er nýliga
komið aftur í bestu deildina, men vunnu teir í fjør bronsu og eru í røðini
við teimum liðunum í eysturevropa, sum hóva illa føroysku liðunum
Liverpool
Argir
vann
fjeppara
kapp
ingina
Leygardagin
varð skipað fyri
fótbóltskapping
millum
fjepparafeløg
á Eysturvølli í
Havn, har 12
lið luttóku
Føroysku fjeppararnir hjá
teimum
stóru
fótbóltsf
eløgunum uttan í heimi
sluppu
leygardagin
at
royna
síni
kynstur,
tá
ið
tey
brustu
saman
í
einari fjepparakapping á
Eysturvølli í Havn. 12 lið
luttóku í kappingini, og í
finaluni hittust Liverpool
Argir og FC Barcelona. Av
tí at tað stóð á jøvnum tá
ið
vanliga
leiktíðin
var
farin, gjørdist neyðugt við
brotssparkskapping.
Her
vann Liverpool argir 7-6,
og kundu teir tískil kalla
seg vinnarar av Okkara
Fjepparakapping 2012, sum
kappingin æt.
Sum
besti
leikarin
í
kappingini
varð
Niels
Johansen frá vinnarunum
valdur,
meðan
Thomas
Hans Rubeksen frá tapandi
finalistunum fekk heiðurin
sum
besti
málskjúttin
í
kappingini.
albinus@sosialurin.fo