mánadagur 2. juli 2012síða 21
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
Mánadagur 2. juli 2012 · Nr. 75
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttarblaðið
Ung
dómurin
vann á
Íslandi
Føroyska ungdómslandsliðið í
borðtennis kom hósdagin aftur
til Føroya eftir at hava luttikið í
millumtjóðakapping í Estlandi. Størsti
sigurin var, at U15-landsliðið vann
á íslendska U15-landsliðnum
Pætur Albinus
Kappingin, sum er fyriskipað
av
norðurevropeisku
borð
tennissamgonguni, har Borð
tennissamband Føroya eisini
er limur, fyrigekk í estlendska
býnum Haapsalu, sum er nakað
sunnanfyri høvuðsstaðin Tall
inn. Kappingin er sera sterk
og hýsir fleiri av sterkastu
ungdómunum í Evropa, sum við
hesi kappingini fyrireikaðu seg
til EM fyri ungdóm, sum verður
seinni í summar.
Vunnu á Íslandi
Níggju føroyskir leikarar vóru
við í kappingini. Teir vóru Eyðun
F. Ellendersen, Dávur Hansen,
Knútur Jóannesarson, Sveinur
M. Nolsøe, Magnus Holm Jacob
sen, Hanus Sørensen, Anna
Mikkjalsdóttir, Lív Øster og
Durita F. Jensen.
Hetta var fyrstu ferð, at før
oyska ungdómslandsliðið luttók
í
annars
árligu
kappingini.
Um hugt verður at støðinum,
so er ringt at máta seg við
ungdómslandsliðini hjá eitt nú
Danmark, Noregi, Finnlandi og
Litava, sum teljast ímillum tey
stinnastu í Evropa, men føroyski
hópurin hevði í hyggju at koppa
Íslandi, sum somuleiðis var við á
fyrsta sinni.
Kappingin
byrjaði
sum
ein liðkapping, har tveir og
tveir leikarar royndu seg í
ein-
og
tvímansleiki
ímóti
givna mótstøðuliðnum. Einki
av føroysku liðunum hevði
nakran møguleika ímóti stinnu
londunum, men ímóti Íslandi
bragdaði hjá U15-dreingjunum,
sum vunnu 3-1 ímóti Íslandi.
Teir, ið mannaðu hetta liðið hjá
føroyingunum,
vóru
Knútur
Jóannesarson og Sveinur M.
Nolsøe.
Hin yngsti kom víðari
Eftir liðkappingina var farið at
spæla einmansleik, og her fingu
føroysku leikararnir ein sannan
elddóp. Øll taptu sínar dystir 0-3,
men tó var tað ein føroyingur, ið
vildi tað øðrvísi. Tað var nevniliga
hin yngsti av teimum øllum, 11
ára gamli Hanus Sørensen úr
Borðtennisfelagnum Tór í Havn,
sum vann á einum trý ár eldri
íslendingi í U15-kappingini. Í
næsta umfari tapti hann 0-3 fyri
tí avgjørt sterkasta leikaranum í
kappingini – ein úr Estlandi, sum
seinni eisini vann kappingina
lættliga.
Tey, sum taptu í fyrsta umfari,
vóru tó ikki liðug at spæla alt
fyri eitt. Tey skuldu nevniliga í
gongd við at spæla sokallaðar
plaseringsdystir
í
bólkinum
fyri tapandi leikarar, og aftur
her vóru føroysku leikararnir
yvirlegnir
mótvegis
teimum
íslendsku og vunnu ein dystin
fyri og annan eftir.
Føroyska ferðalagið, sum var
fimm dagar í Estlandi, fegnaðist
mest um at teir nú á fyrsta sinni
høvdu luttikið í hesi kappingini,
somuleiðis sum sigrarnir á
Íslandi vigaðu nógv og gevur
góðar vónir fyri framtíðina.
albinus@sosialurin.fo
Pætur Albinus
Sokallaði prologurin í Tour de
France varð súkklaður leygardagin,
og var tað tá hin næstan einaráðandi
súkklarin
á
einkultstartinum,
sveisiski Fabian Cancellara úr
Radioshack-Nissan, ið vann greitt.
Hann fekk tískil gulu troyggjuna
til fyrsta veruliga umfarið í gjár,
tá ið feltið súkklaði teir 198 km úr
Liége til Seraing. Fleiri royndu at
ríva seg leysar av feltinum, og eitt
nú eydnaðist tað danska Michael
Mørkøv úr Team Saxo Bank at
vinna prikkutu fjallatroyggjuna,
men vórðu allir hesir fangaðir av
feltinum, sum slapp at spurta um
sigurin. Ikki heilt óvæntað var tað
sprintarin Peter Sagan úr Slovakia,
sum vann. Hann hevur verið sera
væl koyrandi hetta kappingarárið.
Fabian Cancellara heldur fast
í gulu troyggjuni. Ein ikki heilt
ókend støða hjá honum at hava
gulu troyggjuna frá byrjan, men
síðani seinni helst má lata hana
víðari til onkran, sum stendur seg
betur sum fjallaklintrari.
Í dag verða súkklaðir 207,5 km úr
Visé til Tournai.
1. umfar
1 Peter Sagan (Svk) Liquigas-
Cannondale 4:58:19
2 Fabian Cancellara (Swi)
RadioShack-Nissan
3 Edvald Boasson Hagen (Nor)
Sky Procycling
4 Philippe Gilbert (Bel) BMC
Racing Team
5 Bauke Mollema (Ned)
Rabobank Cycling Team
6 Alejandro Valverde Belmonte
(Spa) Movistar Team
7 Robert Gesink (Ned) Rabobank
Cycling Team
8 Daniel Martin (Irl) Garmin -
Sharp
9 Ryder Hesjedal (Can) Garmin -
Sharp
10 Dries Devenyns (Bel) Omega
Pharma-QuickStep
Samlað
1 Fabian Cancellara (Swi)
RadioShack-Nissan 5:05:32
2 Bradley Wiggins (GBr) Sky
Procycling 0:00:07
3 Sylvain Chavanel (Fra) Omega
Pharma-QuickStep
4 Tejay van Garderen (USA) BMC
Racing Team 0:00:10
5 Edvald Boasson Hagen (Nor)
Sky Procycling 0:00:11
6 Denis Menchov (Rus) Katusha
Team 0:00:13
7 Philippe Gilbert (Bel) BMC
Racing Team
8 Cadel Evans (Aus) BMC Racing
Team 0:00:17
9 Vincenzo Nibali (Ita) Liquigas-
Cannondale 0:00:18
10 Ryder Hesjedal (Can) Garmin -
Sharp
Heimsins størsta súkklukapping, Tour de France,
byrjaði um vikuskiftið. Ikki óvæntað hevur Fabian
Cancellara vunnið sær gulu troyggjuna frá byrjan
Tour de France
av bakkastokki