mánadagur 2. juli 2012síða 22
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 2. juli 2012 · Nr. 75
22
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttarblaðið
52 ára gamla Merlene Ottey
ætlar sær í HM og OL afturat
Árni Joensen
- Hetta var ein hørð kapping fyri
okkum. Sum tann seinasta skuldi eg
kappast við tær sterkastu á hinum
liðunum, og eg eri ikki í nóg góðari
venjing til at kappast við tær, segði
Merlene Ottey aftan á kappingina.
Tá hon kom á mál, hevði tað
slovenska liðið brúkt 44,30 sekund
um teir 400 metrarnar, og tað rakk
bara til eitt 13. pláss, tá saman um
kom.
Men tann 52 ára gamla Jamaica-
stjørnan, sum hevur umboðað
Slovenia síðani 2002, hevur ongar
ætlanir um at seta renniskógvarnar
frá sær. Tvørturímóti.
- Enn dugi eg ikki at síggja, hví
eg skal gevast. Málið hjá mær er at
kvalifisera meg til HM um tvey ár,
og so er spurningurin, um eg taki
OL aftaná, sigur hon við norska
kringvarpið.
Kann seta met
Tað er ikki greitt enn, um Merlene
Ottey
skal
renna
á
teimum
olympisku leikunum í London
seinni í mánaðinum, men ger hon
tað, verður tað hennara áttanda
OL-luttøka.
At hon hevur verið við í sjey
olympiskum summarleikum setir
hana á ovasta pláss undir liðina á
Jeannie Longo úr Fraklandi, York
Romary úr USA og Josefa Idem
Guerrini úr Týsklandi sum tær
ítróttarkvinnurnar, ið hava luttikið
á
flest
olympiskum
summar
leikum.
Skal Merlene Ottey koma upp á
síðuna av teimum monnunum, sum
hava luttikið á flest olympiskum
summarleikum, noyðist hon á
rennibreytina í Rio de Janeiro í 2016
eisini. Ger hon tað, fær hon pláss
undir liðini á eysturríkaranum
Hubert Raudaschl og kanadiu
manninum Ian Millar, sum hava
luttikið
í
níggju
olympiskum
summarleikum.
Fyrsta OL í 1980
Merlene Ottey var bara 20 ára
gomul, tá hon rann sína fyrstu
olympisku kapping í Moskva í 1980.
Tá vann hon brosnu á 200 metrum,
og síðani hevur hon vunnið átta
OL-heiðursmerkir afturat. Og hóast
hon ongantíð hevur vunnið OL-gull
sum einstaklingur, hevur eingin
kvinna vunnið so nógv olympisk
heiðursmerkir í frælsum ítrótti
sum hon.
Hon hevur verið so nær einum
gullmerki, sum til ber. Tað var í 100
metrar kappingini í Atlanta í USA
í 1996. Máltólið segði, at Merlene
Ottey og amerikanska Gail Devers
høvdu somu tíð, 10,94 sekund, men
ein umstrídd avgerð gav kortini
Devers gullið.
Fyri fýra árum síðani gjørdi
hon eina roynd at sleppa við
í kappingina á 100 metrum á
olympisku leikunum í Beijing. Men
hon rann 0,028 sekund ov seint...
Fleiri heimsmet
Kanska kann tann 52 ára gamla
stjørnan ikki kappast við tær ungu
í dag, men hon kann so í hvussu er
ugga seg við, at hon eigur heims
metið á 100 metrum fyri kvinnur
oman fyri 35 ár, oman fyri 40 ár,
oman fyri 45 ár og oman fyri 50
ár. Tað seinasta metið setti hon
herfyri, tá hon rann 100 metrar upp
á 11,67 sekund.
Sum hon rennur nú, fer hon
at seta nýtt heimsmet fyri hvønn
aldursbólk, hon kemur í.
Leygardagin rann Merlene Ottey sum tann seinasta á slovenska liðnum í 4 x 100 metrar hjá kvinnum í
EM-kappingini í Helsinki. Men hóast hon er 52, hevur hon ongar ætlanir um at gevast - tvørturímóti
Merlene Ottey
Fødd: 10. mai í 1960 í Hannover í Jamaica
Hevur umboðað Slovenia síðani 2002
Persónlig met:
100 metrar: 10,74
200 metrar: 21,64
17 heiðursmerki sum einstaklingur í OL og HM.
OL:
100 metrar: Silvur í 1996, bronsu í 1984 og í 2000
200 metrar: Silvur í 1996, bronsu í 1980, í 1984 og í
1992
4x100 metrar: Silvur í 2000, bronsu í 1996
HM:
100 metrar: Silvur í 1993 og í 1995, bronsu í 1987 og í
1991
200 metrar: Gull í 1993 og í 1995, silvur í 1983, bronse
í 1987 og í 1997
4x100 metrar: Gull í 1991, silvur
í 1995, bronsu í 1983 og í 1993.
(Kelda: NRK)
Merlene Ottey rennur hálvfinalu
í Helsinki leygardagin
Mynd: Polfoto