mánadagur 2. juli 2012síða 23
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 2. juli 2012 · Nr. 75
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
23
Samgongan blástemplar
brot á stýrisskipanina
Høgni Hoydal
Síggi, at løgmaður á and
litsbókini (facebook) sigur
seg vera “fríkendan” fyri
brot
á
stýrisskipanina.
Hetta í málinum, har hann
og Jørgen Niclasen fóru til
samráðingar
við
donsku
stjórnina at biða um 150-200
mió. kr. afturat um árið úr
Danmark + at upphæddin
skal hækka hvørt ár. Uttan
at ráðføra seg við Uttan
landsnevndina hjá Løg
tinginum.
Á Vágaportalinum og i
Kringvarpinum verða somu
søgur bornar ókritiskt fram
um, at løgmaður og fíggjar
málaráðharrin skulu vera
“fríkendir” av landsstýris
málanevndini. Nú veit eg
ikki, um tíðindafólkini og
løgmaður hava lisið frá
greiðingina hjá landsstýris
málanevndini.
Í
øllum
førum bera tey ikki allan
sannleikan fram
Veruleikin er, at for
kvinnan í landsstýrismála
nevndini, greitt staðfestir,
at løgmaður og fíggjar
málaráðharrin hava brotið
stýrisskipanarlógina. Meðan
umboðið
hjá
Sambands
flokkinum, Eivind Jacobsen.
Og umboðið hjá Fólkaflokk
inum. Jóan Magnus Ras
mussen, siga, at teirra egnu
floksformenn
hava
ikki
brotið stýrisskipanina.
Samgongan verjir
sínar egnu
Hetta kemur helst ikki óvart
á nakran. Tá samgongan
hevur meirilutan í lands
stýrismálanevndini, so ber
jú altíð til at verja síni egnu
partafólk. Men hetta er eitt
álvarsmál, hóast nógv hava
lyndi til bara at sláa tað upp
í glens og kalla tað grenj. Ella
at leypa á kæraran, sum er
undirritaði.
Tí tá Stýrisskipanarlógin
verður brotin, hevur tað
djúptøknar avleiðingar fyri
alt fólkaræðið og samfelagið.
Og fyri valdsbýtið millum
Landsstýrið og Løgtingið
í øllum málum. Ikki bara
hesum. Um tey, sum sita á
ovastu álitissessum, ikki
halda stýrisskipanina, so
rakar tað okkum øll. Uttan
mun til hvør situr við vald
ið.
Tí hvat snýr málið seg
um? Og er tað yvirhøvur
serliga innviklað?
Eitt sera einfalt mál
at taka støðu til
Nei, málið er so sára einfalt!
Í stýrisskipanarlógini §54
stendur soleiðis:
§54.
“Løgtingið
velur
millum løgtingsmenn eina
Uttanlandsnevnd við sjey
limum, sum landsstýrið ráð
førir seg við, áðrenn avgerðir
verða tiknar, ið hava stóran
uttanlandspolitskan týdn
ing.
Stk.2. Somuleiðis skal
landsstýrið
ráðføra
seg
við hesa nevnd í sambandi
við samráðingar við ríkis
myndugleikarnar av stórum
týdningi fyri viðurskiftini
Føroya og Danmarkar mill
um.”
Hví er ásett í lógini, at lands
stýrið SKAL – ikki kann
– ráðføra seg við Uttan
landsnevndina í málum av
stórum týdningi mótvegis
øðrum londum?
Jú, tað er tí, at ein løg
maður og eitt landsstýri ikki
bara kann seta umdømið,
rættindini og framtíðina hjá
føroyska fólkinum í váða
mótvegis øðrum londum,
uttan at tað fólkavalda
Løgtingið hevur høvi at siga
sína hugsan og viðgera málið.
Annars ber jú til hjá einum
landsstýri at samráðast um
at taka av fiskimarkið, at
geva ognarrættin til und
irgrundina frá okkum – ja,
at fara í kríggj, uttan at
Løgtingið umboðandi fólkið
hevur havt høvi at viðgera
tað.
Hevur málið
týdning ella ikki?
Tað valdar ongin ivi um,
at løgmaður og fíggjar
málaráðharrin ráðførdu seg
ikki við Uttanlandsnevndina,
tá teir fóru til Danmarkar
at samráðast um at hækka
blokkstuðulin.
Einasti
spurningur
í
hesum máli er altso: Hev
ur tað stóran týdning fyri
viðurskiftini millum Før
oyar og Danmark, at fara
til samráðingar at biða um
150-200 mió.krónur um árið
+ at hendan upphædd skal
hækka á hvørjum ári?
Um málið hevur stóran
týdning, so hevur landsstýrið
brotið stýrisskipanarlógina.
Hevur málið ikki týdning, so
er stýrisskipanarlógin ikki
brotin. So einfalt er málið.
Forkvinnan í landsstýris
málanevndini
sigur,
at
sjálvsagt hevur tað stóran
týdning. Hetta málið ávirk
ar allan føroyskan politikk,
framtíð, sjálvstøðu, stolt
leika,
umdømi,
rættindi
og leggur meira vald til
Danmarkar. Tí er ongin ivi
um, at løgmaður og fíggjar
málaráðharrin hava brotið
§54 í Stýrisskipanarlógini
við ikki at ráðføra seg við
Uttanlandsnevndina,
áðr
enn teir fóru til Danmarkar
at biða um pengar.
Ongan týdning at
bidda pengar?
Fólkafloksumboðið í lands
stýrismálanevndini
sigur,
at málið hevur ikki stóran
týdning, og tí kann ikki
staðfestast brot á Stýris
skipanarlógina. So vita vit
tað. Fólkaflokkurin heldur
tað altso ikki hava týdning
at fara til Danmarkar at
biða um pengar. Vit kunnu
bara hugsa okkum, hvat til
dømis stovnarin av Fólka
flokkinum, Jóannes Paturs
son, hevði sagt um slíka
niðurstøðu frá fólkafloks
umboði.
Og
sambandsumboðið
sigur, at tað hevur heldur
ikki stóran týdning at biða
um 200 mió. kr. afturat um
árið úr Danmark + meira
pengar hvørt ár. Og tí hevur
landsstýrið
ikki
brotið
stýrisskipanarlógina, sigur
Sambandsflokkurin. Tað er
sanniliga áhugavert. Harvið
sigur sambandsumboðið, at
tað einasta vallyftið, sum
Sambandsflokkurin fór til
val uppá. Og at tað málið,
sum tey hava brúkt helst
meira enn tríggjar fjórðingar
av allari síni politisku orku
uppá síðani 1998, hevur ong
an týdning.
Politiskt kann eg tí sum
formaður í Tjóðveldi bæði
harmast og fegnast. Harmast
um, at Fólkaflokkurin er
vorðin ein av okkara fremstu
sambandsflokkum.
Og
fegnast um, at Sambands
flokkurin nú loksins hevur
viðgingið, at teirra egnu
vallyfti og alt tað, sum tey
hava bygt sín politikk á,
hevur als ongan týdning.
Fólkaræðið verður
undirgrivið
Men fyri fólkaræðið – sum er
tað, ið hetta málið snýr seg
um – eiga vit øll at harmast.
Tí við niðurstøðunum hjá
samgonguumboðunum
í
landsstýrismálanevndini,
so
hevur
Løgtingið
og
fólkið mist vald og ávirk
an.
Frameftir
kann
ein
løgmaður ella ein lands
stýrismaður fara til Dan
markar ella til eitt annað
land at avreiða rættindi,
vald og sjálvsvirðing hjá
føroyska fólkinum, uttan at
fólkavalda Løgtingið verður
eftirspurt.
Loyvi mær at ivast stór
liga í, um samgongan hevur
hugsað um avleiðingarnar av
sínum frá hondini í munnin
– politikki. Og loyvi mær
at ivast í, um nakað mál er
heilagt hjá hesi samgongu.
Og eg undrist á, hvar løg
frøðingarnir í hesum landi
eru. Torir ongin veruliga at
siga sína hugsan mótvegis
sitandi valdinum?
Nakrir fjølmiðlar hava borið fólkinum tey “tíðindi”, at løgmaður og landsstýrismaðurin
í fíggjarmálum eru “fríkendir” fyri brot á stýrisskipanarlógina. Veruleikin er,
at forkvinnan í landsstýrismálanevndini staðfestir, at teir greitt hava brotið
stýrisskipanarlógina. Meðan samgongulimirnir í landsstýrismálanevndini
blástempla framferðina. Men hevur samgongan hugsað um avleiðingarnar?
Eina roynd verd hjá lands
stýrismanninum at hugsa
um.
Hesar seinastu dagarnir
í góðveðrinum, hava tveir
av føroysku trolarunum,
sum royna eftir kongafiski
í Irmingarhavinum, sæð
nokk so fitt av makreli,
tí er spurningurin, um
ikki okkurt av føroysku
makrelskipunum
skuldi
gjørt ein royndartúr eftir
makreli í Irmingarhavið.
Um so er, at lønandi
fiskiskapur eftir makreli
ber til, so langt vesturi
sum í Irmingarhavinum,
so hevði hettar verði ein
kollvelting fyri hesa vinnu
sum heild.
Nú nøkur túsund tons
av føroysku makrelkvot
uni eru sett av til roynd
arveiðu, so kundi tann
sum gjørdi royndina, fingið
makrel í føroyskum sjógvi,
fyri at gjørt eitt rend í
Irmingarhavið.
Kann
lønandi
vinna
vera í altjóða sjógvi vesturi
á 25*-30* W, so verður
trupult hjá norðmonnum
at halda fast um, at tað
eisini er norskur makrelur.
Eitt sum talar fyri, at
tað kanska er nakað til
av makreli har á leið, eru
myndirnar
sum
sendar
eru
Vágaportalinum
úr
Irmingarhavinum av bóg
hvítuhvalum, sum helst
liggja og metta seg av
makreli. Eitt er vist, tað er
ongin sum er dugnaligari
til at finna makrel enn bóg
hvítuhvalurin.
Tað hevði verið eina
roynd vert, at landsstýr
ismaðurin tók eitt prát við
Havstovuna, so ein avtala
fekst við eitt ella tvey av
makrelskipunum, við tí
røttu útgerðini, um at gera
eina roynd í Irmingarhavið
eftir makreli.
Áheitan
á Jacob
Vester
gaard
lands
stýris
mann
Henrik Old