mánadagur 2. juli 2012síða 24
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 2. juli 2012 · Nr. 75
24
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Kjak
Undir Borgarhálsi á Velbastað
Marin Katrina Frýdal
Tjóðveldi, býráðslimur í Tórshavnar býráði
forkvinna í teknisku nevnd
Undir
Borgarhálsi,
eitur
vegateinurin á Velbastað,
sum er omanfyri gomlu bø
garðarnar og norðanfyri ta
gomlu bygdina. Norðast á
hesum vegi eru m.a. gamli
barnagarðurin og núverandi
frískúli (Frískúlin í Havn).
Tey fyrstu, sum búsettu
seg undir Borgarhálsi, vóru
hjúnini Birte og Carl Johan
Bech og var hetta í 1968. Carl
Johan Bech, sum var farin
frá sum landsdjóralækni,
hevði saman við Birte gjørt
av at flyta úr Havnini til eitt
meira friðarligt umhvørvi at
njóta ellisárini. Soleiðis vóru
tey samstundis tey fyrstu,
sum búsettu seg omanfyri
bøgarðarnar á Velbastað.
Gløgt er gestsins eyga verður
tikið til; Carl Johan tók frá
fyrsta
degi
staðarnavnið
Borgarhálsur, og undir Borg
arhálsi, til sín; ja hann laðaði
sær eisini úthús við flagtekju
og grúgvu, ið hann kallaði
Borgarstova - og soleiðis kom
so gøtunavnið “undir Borgar
hálsi”.
Undir
Borgarhálsi
er
fyrsta skipaða útstykkingin
á Velbastað, ið táverandi
Kirkjubøar sóknar kommuna
fór undir fyrst í 1980-unum,
og útstykkjað varð í fleiri
stigum. Áðrenn tað gjørdist
vanligt við skipaðum út
stykkingum, bygdu fólk nær
um har, tey høvdu hug, ella
har møguleiki var at keypa
sær lendi til eitt grundstykki,
og slíkt sum ljós, streym,
kloakk, vatn v.m. varð tikið í
aðru syftu. Undir Borgarhálsi
vórðu fyrstu grundstykkini
seld fyri 40 túsund kr.,
seinni fór prísurin uppá 80
túsund kr. og síðani er hann
hækkaður so líðandi.
Vegurin undir Borgarhálsi
hevur leingi ligið í hálvum
gekki, og í fjørð pjøssaði
kommunan
nakað
uppá
hann. Skjótt varð tá greitt,
at her skuldi eitt meira
umfatandi arbeiði gerast,
og harvið meiri peningur,
soleiðis at vegurin lýkur
øll nútíðar krøv bæði hvat
viðvíkur ferðslutrygd, yvir
flatuvatni, gongubreyt v.m.
Tá, ið so fíggjarætlanin varð
løgd í fjør, eydnaðist at fáa
hesa íløgu við á íløguætlanina
í 2012, soleiðis at vegurin nú
kann gerast liðugur í ár.
Gerðisbreyt
er
annar
nýggjur vegur á Velbastað,
ið kommunan eisini hevur
nýtt stórar íløgur uppá at
dagføra. Og annar vegur,
sum somuleiðis stendur fyri
tørni, er tann elsti vegurin á
Velbastað, nevniliga vegurin
í gjøgnum bygdina. Hesin
treingir harðliga til dagføring,
tí vegurin er í sínari tíð ikki
gjørdu til annað enn fólk og
rossavognar. At fara undir
henda vegin verður ein stór
avbjóðing, bæði við atliti
til at varðveita gamla vega
skapið og dámin, og harvið
gomlu bygdina við hennara
sereyðkennum, samstundis
sum vegurin framyvir skal
lúka krøvini, sum ferðsla og
trygd seta nú á døgum.
Men nú verður so vegurin
undir Borgarhálsi gjørdur;
tekniska nevnd samtykti at
bjóða arbeiðið út, og lisitatión
hevur verið, har 7 arbeiðs
takarar lótu boð inn. Tekn
iska nevnd tók av lægsta
boði, ið var frá Sp/f Maskin
koyring, og hesum hava
síðani bæði fíggjarnevnd og
býráð eisini tikið undir við.
So nú kunnu velbastaðfólk,
Bussleiðin við sjaførum, fólk
sum hava børn í Frískúlanum
o.o. líta fram til ein betri og
tryggari veg.
Hví hjálpir oss nú eingin Nólsoyarpáll ...
Sjúrður Skaale
Lógin, sum skal geva ES
heimild til at boykotta m.a.
Føroyar, verður helst sett í
gildi longu í september. Tað
er fyrr enn væntað. Orsøkin
er, at fleiri stór lond hava
strongt á.
Tað hevur - einaferð enn
– fingið fólk at spyrja, um
Javnaðarflokkurin
hevur
hildið tey lyfti, vit góvu
undan
fólkatingsvalinum:
Nevniliga at vit ikki fóru at
stuðla eini danskari stjórn,
sum treytaleyst fylgdi kósini
hjá ES í hesum máli.
Tað skal ikki dyljast, at
tað onkuntíð hevur verið
eitt sindur av gnaddi millum
okkum og stjórnina um
hetta. Tá støðan ikki hevur
verið nøktandi, hevur málið
eisini verið viðgjørt í leiðslu
Javnaðarfloksins.
Men støðan hevur verið
púra greið: Vit hava greitt
stjórnini frá hvat vit hava
lovað føroysku veljarunum,
og at okkara stuðul er púra
treytaður av, at hetta verður
hildið.
Og orsøkin til, at vit fram
vegis kunnu stuðla stjórnini
er júst, at okkara lyfti verða
hildin:
– Danska stjórnin atkvøður í
ES-ráðharraráðnum IKKI
fyri at seta heimildar
lógina í verk.
– Danmark krevur, at alt,
sum fer fram, er í samsvari
við altjóða lóg.
– Danmark
krevur,
at
samsvar er millum ta
revsing, ES setur í verk, og
tað "brotsverk" ES heldur
vera framt.
– Danmark er til reiðar,
vegna Føroyar, at leggja
hetta fyri viðkomandi al
tjóða stovnar, har Føroy
ar ikki hava egnan lima
skap.
Hetta er ikki meira, enn vit
eiga at kunnu krevja. Men
vit kunnu heldur ikki vera
ónøgd við hetta. Tí tað er
ikki so nógv annað, Danmark
kann gera.
Eitt lítið land
Tað verður spurt, hví Dan
mark, sum ES-formansland,
ikki steðgar allari ætlanini.
Spurningurin byggir á
eina misskiljing. At Danmark
hevur formansskapin merkir
ikki, at Danmark ræður í ES.
Sum formansland má Dan
mark umboða meirilutan
- hóast landið ikki er partur
av hesum meiriluta.
Og Danmark er altso bara
eitt av 27 ES-londum. Øll hini
26 (ið hvussu er næstan øll)
vilja hava hetta sett í verk.
Summi
tykjast
eisini
halda, at Danmark er eitt
stórt og máttmikið land, sum
má kunna fáa ES at broyta
kós.
Henda hugmynd av Dan
mark kemst kanska av, at
landið fyllir so nógv í huga
heimi føroyinga. Men hon
er púra skeiv. Danmark er
eitt elalítið land. Har búgva
góðar fimm milliónir fólk -
mótvegis teimum 500 milli
ónunum, sum búgva í øllum
ES. Tað er 1 %.
Kunoyingar kunnu ikki
ráða í Føroyum - Danmark
kann ikki ráða í ES.
Verja ikki Danmark
Tað er eisini sagt, at eg "verji
Danmark og virki sum longdi
armurin hjá donsku stjórnini
í Føroyum".
Tað er ikki rætt. Stjórnin
hevur, sum sagt, fingið greið
boð um, hvat vit kunnu liva
við. Tað hevur gjørt mun. Og
tað eydnaðist - takkað fleiri
hóvligum kreftum - at forða
fyri, at heimildarlógin gevur
ES rætt at boykotta allan
føroyskan útfutning.
Men tá fólk halda, at lítla
Danmark einsamalt kann
fáa ES at broyta kós - so má
mann siga sum er: Tað ber
snøgt ikki til. Og tá fólk halda
Danmark hava skyldina av
hesum, so má eg eisini siga,
at tað ikki er rætt. Danmark
hevur ikki tikið stig til hetta,
tekur ikki undir við tí, og
roynir at avmarka møgulig
tiltøk.
Bólturin er hjá okkum
Føroyingar hava valt eina
aðra kós enn Danmark. Vit
hava valt at standa uttanfyri
ES. Vit hava valt at føra
okkara egnu samráðingar
um fiskirættindi. Og tað er
ikki Danmark, vit samráðast
við um makrelin – tað er ES.
Heldur enn enn vænta,
at onkur annar kann hjálpa
okkum, eiga vit nú (kanska
saman við Íslandi) at styrkja
okkara próvførslu í hesum
máli - bæði tá tað snýr seg
um tey biologisku og tey
juridisku argumentini. Tí ger
ES av at seta tiltøk í verk, fáa
vit høvi at leggja fram okkara
sjónarmið. Og tá ræður um at
verða væl fyrireikaður.
Sama ger seg galdandi, um
vit biðja donsku stjórnina um
at leggja hetta fyri ein altjóða
stovn at taka støðu til.
Bólturin er hjá okkum.
Vegateinurin undir Borgarhálsi verður nú gjørdur, soleiðis at hann lýkur nútíðar krøv.
Danmark er eitt av 27 ES-londum. Í Danmark býr 1 % av fólkinum í ES. Tí kann
Danmark ikki einsamalt forða ES at seta tiltøk í verk móti Føroyum