mánadagur 2. juli 2012síða 25
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
25
Mánadagur 2. juli 2012 · Nr. 75
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Áki Bertholdsen
Tað vóru mong, sum ristu við
høvdinum, tá ið tey beint eftir
jól søgdu, at longu í juli mánað
í ár skuldi størsta og mest
nútímans uppskjóvarvirkið
standa liðugt á bryggjuni á
Tvøroyri.
Tey søgdu, at tað var
ógjørligt, tí tað tekur minst
hálvtannað ár at byggja eitt
virkið, sum hetta.
Tað var Varðin Pelagic,
sum gjørdi av at byggja
eitt stórt uppsjóvarvirkið á
Tvøroyri.
Men nú ristir ongin við
høvdinum longur, tí tað
eydnaðist og í dag vórðu
maskinurnar startaðar.
Seinni í vikuni er ætlanin
at fáa nakrar bingjur av
fiski á virkið at royna tær
av álvara og um vikuskiftið,
ella fyrst í næstu viku liggur
fyrsta skipið við bryggju á
Tvøroyri og landar fyrstu
heilu lastina til virkið.
Í gjár var almenn móttøka
á virkinum, har ein rúgva av
fólki, sum hevði leitað sær
oman á bryggjuna at síggja
virkið.
Tey vórðu víst runt í
smáum bólkum og fingu eina
frágreiðing um virkið og um
arbeiðsgongdir.
Fremst í heiminum
Virkið er rokað við teknikki
og rustfríum stáli og følarum,
sum máta hita og kulda og
stødd og vekt allastaðni, so
hvørt, fiskurin fer ígjøgnum
framleiðsluna.
Virkið er gjørt til at virka
600 tons um samdøgurið,
men tað er fyrireikað til at
klára 1000 tons, tað skulu
bara nakrir frystarar setast
upp afturat.
Hetta ger nýggja upp
sjóvarvirkið á Tvøroyri til
størsta og mest framkomna
uppsjóvarvirkið í allari verð
ini.
Annanhvønn minutt verur
ein plattur av lidnari vøru
lagdur wá frystigoymsluna.
Hvønn einasta dag framleiða
tey upp í 25-40 heilar bingjur
av lidnari vøru og hvørja viku
verður eitt fult farmaskip
avskipað.
- Hetta virkið er áleið
tvær ferðir so stórt sum tað
størsta
uppsjóvarvirkið
í
Íslandi, sigur Arni Carlsen,
projektleiðari.
- Alt virkið er innrættað
við teirri fortreyt, at tann
lidna framleiðslan skal vera
fyrstafloks, sigur hann.
Tað er ein tilgongd, sum
byrjar longu á fiskileiðini,
har skipini partrola eftir
uppsjóvarfiski. Ein trolari
togar og ein siglur aftan á og
pumpar tann livandi fiskin
í kølitangar so hvørt og har
verður hann køldur niður
í eitt kuldastig upp á ein
hálvan tíma.
Á virkinum verður fisk
urin eisini køldur alla tíðina
fyri at hann skal vera fyrsta
floks.
Tað
merkir
eisini,
at
øll
framleiðslan
er
fult
automatiskt og frá tí, at hann
verður fiskaður, til hann er
komin á frystigoymsluna
at liggja, hevur mannahond
ikki nert við hann, uttan so,
at støddirnar eru ójavnar ella
tað er so nógv uppíblanding
av ymsum fiskasløgum, at
sorteringsmaskinurnar klára
tað ikki einsamallar.
Í hesum sambandi kann
eisini nevnast, at á virkinum
eru
flakamaskinur,
sum
klára at skera 300 makrelar
um minuttin.
Á virkinum á Tvøroyri
verða eini 75 arbeiðsfólk,
har meginparturin verður
elektrikarar, maskinmenn og
annað tekniskt starvsfólk.
Sera væl fyri
Bogi Jacobsen, stjóri á virk
inum, heldur, at eitt slíkt
virkið liggur serstakliga væl
fyri á Tvøroyri.
- Tað er stytsta leið at sigla
av fiskileiðunum og tí kundi
tað ikki ligið betri fyri.
Ætlanin
er
at
hava
arbeiði á virkinum alt árið
og umframt at fáa fisk frá
skipunum hjá Varðanum,
er meiningin eisini at keypa
fisk frá bæði norskum og
íslendskum skipum.
- Vit liggja sera væl fyri at
keypa fisk frá bæði norskum
og íslendskum skipum, tí
avreiða tey til okkara, spara
tey eina rúgvu av siglingstíð,
sigur Bogi Jacobsen, stjóri
Á Tvøroyri hava tey
klárað tað ógjørliga
STØRST Í VERÐINI Upp á bara eitt hálvt ár hava tey á Tvøroyri klárað at bygt
størsta uppsjóvarvirkið í verðini og í dag verða maskinurnar startaðar
180
milliónir
Nýggja uppsjóvarvirkið á Tvøroyri kostar 180 milliónir
at byggja.
Tað vænta tey fer at merkjast í Suðuroy.
Eitt er, at tað verða eini 75 arbeiðspláss á virkinum.
- Vit vænta eisini, at hetta fer at elva til nógv avleitt
virksemi í Suðuroy. Skip, sum koma at landa, ella eftir
lidnari vøru, skulu bunkra, hava proviant og hava brúk
fyri smiðjum og mekanikarum.
- Men hugsa bara um, hvussu nógvur pakningur og,
hvussu nógvir plattar skulu til eina framleiðslu upp á
upp ímóti 1000 tonsum um dagin.
Tey hava eisini hugsað um, at onnur fiskaframleiðsla
kann verða avleitt av hesum virkinum
Tí hevur virkið eina skipan, har fiskur, sum akkurát
er vigaður inn á virkið, kann vigast beint útaftur,
áðrenn hann er komin í framleiðslu.
- Eru tað onnur virki, ið hava hug at keypa rundan
fisk frá okkum, ber tað væl til.
Tey halda ikki, at tað er óhugsandi, at smærri virki
verða stovnað rundan um uppsjóvarvirkið, kanska virki
sum niðursjóðar, ella marinerar fisk í blikk ella gløs.
Størst í verðini
Nýggja uppsjóvarvirkið á Tvøroyri
sæst aftur á havnarlagnum. Men tað
er ikki so undarligt, tí tað er størsta
uppsjóvarvirkið í verðini. Gongst sum
ætlað landar fyrsta skipið um eina viku