Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-07-04, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 4. juli 2012síða 4

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 4. juli 2012 · Nr. 76 4 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Fríggjadagin fingu tveir føro­ yingar prógvað handað sum politistar. Hetta hendi á samkomu á danska Politiskúlanum, har skyldfólk og vinfólk hjá poli­ tist­unum esini vóru við. Nýklaktu politistarnir eru Niels Viggo Brosbøll Niclasen og David Arge Galan. Teir verða knýttir at Norð­ ur­økinum og fara at ar­beiða út frá politistøðini í Klaks­ vík. Átta aðrir føroyingar fáa prógva antin seinni í ár ella næsta ár. Júst nú er møguleiki hjá før­oyingum at søkja um at koma í útbúgving sum poli­ tistur. Tveir umsøkjarar verða tiknir inn. Umsøkjararnir hesa ferð skulu til roynd í august. Tað var ikki æru­ meiðing Tveir nýggir politistar Randi Jacobsen Herfyri var eitt mál um ærumeiðing í Føroya rætti. Málið snúði seg um, at ein maður, sum áður arbeiddi í einum frí­tíð­ ar­skúla í Havn, kendi seg ærumeiddan. Tað byrjaði við, at starvsfólk á frítíðar­skúl­ anum fyri nøkrum árum síðan hildu atburðin hjá manninum mótvegis børn­um vera løgnan. Tey fóru til leiðaran á skúlanum og boðaðu frá, at tey høvdu illgruna um eftir teirra tykki óvan­ ligan atburð hjá mann­ in. Eingin fráboðan fór til barnaverndina, men leiðarin valdi at siga mannin upp. Í rættinum segði mað­ urin seg ikki hava fingið nakra grundgeving fyri uppsøgnini. Aftaná beyð hann sær at arbeiða ólønt í frí­tíðarskúlanum, men tikið varð ikki móti til­ boðnum. Seinni avtalaði hann við foreldur at fara eftir børnum teirra aftan á frítíðarskúlatíð. Eitt starvsfólk í frí­ tíð­arskúlanum segði fyri tveimum árum síð­ an einum lærara í skúl­ anum, har eitt av teimum børnunum gekk, frá ill­ grunanum hjá teimum á frítíðarskúlanum. Tá fór málið til barna­ verndina, sum kom til ta niðurstøðu, at einki var at fara eftir viðvíkjandi manninum. Tann uppsagdi mað­ ur­in kendi seg so illa við­ farnan, at hann stevndi fráboðaranum fyri æru­ meiðing. Men tað var ikki æru­ meiðing, segði Føroya rættur, sum segði dómin mánadagin. Rætturin segði, at frá­boðarin hevði vent sær til læraran, tí hann hugsaði um dreingin. Hann hevði sín illgruna og var í góðari trúgv. Prógv eru ikki fyri, at hann hevur sagt tað aðra­staðni og bara við fak­fólk. Hann hevur ikki sagt, at tann uppsagdi mað­ urin er pedofilur, segði rætt­urin. Maðurin, sum stevndi, skal gjalda sakar­máls­út­ reiðslurnar, 12.500 krón­ ur til mótpartin. Maðurin, sum misti arbeiðið, tí illgruni var um, at hann gjørdi seg inn á børn, fekk einki burturúr at stevna ein annan mann fyri ærumeiðing. Stevnarin hevur ongan dóm, men hin var í góðari trúgv, segði Føroya rættur Frá vinstru: Lærarin Peter Marquard Pedersen, politisturin Niels Viggo Brosbøll Niclasen, ríkispolitiovastin: ens Henrik Højbjerg og politisturin David Arge Galan Randi Jacobsen Herfyri var Bjarne Juul Ped­ er­sen, formaður í Heila­fe­lag­ num á vitjan í Íslandi, og hann nýtti tá høvi at vitja íslandska heilafelagið, Heila­heill. Har hitti hann for­mann­in í felagnum Þóra Stein­grims­son. Samskifti er millum norð­ urlendsku feløgini, men Bjarne Juul Pedersen var fram, at óivað fáa mest burt­ ur úr samstarvnum við ís­ lendska felagið. Hann nevndi, at upp­venj­ ingin, sum givin verður í Før­ oyum er undir alt lágmark, og hann setti fram ynski um eina samstarvsavtalu, so før­ oyingar kunnu sleppa til Ís­ lands at fáa uppvenjing. Í Før­ oyum fáa fólk, sum hava havt blóðtøpp ella heilabløðing, ov lítla uppvenjing, eftir at tey koma úr av sjúkrahúsinum. – Í Íslandi verður bein­ an­vegin farið til sjúklingin, meðan hann enn er á sjúkra­ húsinum, og skipað upp­ venjing verður sett í verk. Tað er so umráðandi at koma í uppvenjing so skjótt sum gjørligt, so sjúklingurin kann vinna sær førleikan aftur, sigur Bjarne Juul Pedersen. Biðja um uppvenjing í Íslandi Bjarna Juul Pedersen, formaður í Heilafelagnum hevur spurt seg fyri um møguleikarnar fyri, at føroyingar, sum hava havt blóðtøpp ella heilabløðing, kunnu sleppa til Íslands til uppvenjingar aftur Bjarne Juul Pedersen hitti íslendska starvsbróður sín, Þóra Steingrimsson