Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-07-04, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 4. juli 2012síða 5

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

5 Mikudagur 4. juli 2012 · Nr. 76 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Randi Jacobsen Higartil í ár hava 4.478 fleiri ferðafólk ferðast um flogvøllin samanborið við somu tíð í fjør. Hetta svarar til 4,8 prosent. Í prosentum er vøksturin størstur á noregsleiðini, men tey tølini eru væl lægri enn á flúgvingini millum Føroyar og Danmark. Síðst í juni byrjaði flúgvingin í sambandi við virksemið hjá Statoil, og henda flúgving fer at økja um virksemið á flogvøllinum í Vágum. Annars upplýsir Jákup Sverri Kass, forstjóri í Vága Floghavn, at norsk ferðafólk hava størri áhuga fyri at koma til Føroya, enn tey høvdu í fjør. Síðan flogbreytin í Vágum varð longd úr 1.250 metrum til 1.799 metrar, eru væl fleiri heilt smá flogfør lend í Vágum. Hetta eru flogfør, sum taka millum tvey og tíggju fólk. Talið av smærri flogførum, sum eru komin úr øðrum londum enn Danmark, er økt úr 71 til 95. Hetta er 25 prosent vøkstur. Nøkur av hesum flogførum steðga í nakrar tímar, onnur upp í tveir dagar. randi@sosialurin.fo Randi Jacobsen Sama dag sum fólka­ ting­ið samtykti at loyva kirkjuligari vígslu av samkyndum fólkum, reisti fólka­tings­limurin Sjúrður Skaale ein fyri­ spurning í fólka­ting­ inum. Hann vildi vita, hvussu støðan er millum tvey fólk av sama kyndi, sum eru vígd í Danmark, og hesi flyta til Føroya. Svarið hjá ráð­harr­ anum Karen Hækkerup er greitt. Eitt slikt hjúna­ lag er ikki galdandi í Føroyum. Lógin er ikki galdandi her, men kann sum hon er ella partvís setast í gildi i Føroyum. Tað verð­ur tó bara gjørt, um før­oyskir myndugleikar biðja um tað, og hetta hava teir ikki gjørt. Støða er tó ikki tikin til, at eitt hjúnalag mill­ um tvey fólk av sama kyni gift í Føroyum, verður góðkent í Før­ oyum. – Útgangsstøðið má vera, at tá ið lógin ikki er sett í gildi í Føroyum, at eitt hjúnalag millum tvey fók av sama kyni, vígd í Danmark verður ikki góðkent í Føroyum. Eftir míni fatan, hevur hetta við sær, at ein gifta millum tvey fólk av sama kyni í Danmark verður ikki javnsett við eitt hjúnalag í Føroyum, sigur Karen Hækkerup. Hon leggur tó aftrat, at endaliga avgerðin um spurningin kann royn­ ast í rættinum. Um tvey fólk av sama kyni verða vígd í Danmark og flyta til Føroya, er hjúnalagið ikki galdandi her Samkynd vígd í Danmark – ikki hjún í Føroyum 12. hvørt ungfólk í Dan­ mark millum 15 og 24 ár hava so stórar trupul­leikar av rúsevna- ella rús­drekka­ misnýtslu, at tey hava tørv á viðgerð. Tað er niðurstøðan í einari frágreiðing frá Center for Rusmiddelforskning á lærda háskúlanum í Århus. Tað merkir, at millum 25.000 og 30.000 donsk ung­ fólk hava tørv á viðgerð fyri rúsevnamisnýtslu, og at 32.000 onnur í sama aldurs­ bólki hava tørv á viðgerð ímóti rúsdrekka­misnýtslu. Professarin Mads Uffe Pedersen, sum hevur verið við til at skriva frágreiðingina, sigur við Politiken, at hann er ovfarin av tølunum. – Tey ungu byrja ógvuliga tíðliga at drekka og at brúka rúsevni, og hjá nógvum er nýtslan sera stór, sigur hann við blaðið. Í longri tíð hevur ís­lendska stjórnin mist veljarar í meininga­kann­ingunum, men nú gevur ein nýggj kanning stjórnini hjá Jóhonnu Sigurðardóttir eina lítla framgongd. Kanningin, sum Gallup hevur gjørt, gevur Samfylkingini 19 pro­sent, sum er eitt prosent­stig meiri enn seinast, og hin stjórnarflokkurin, Vinstra Grøn, fær 12 prosent, sum er tvey prosentstig meiri enn í síðstu kanning. Men tey 31 prosentini hjá stjórnarflokkunum muna lítið aftur ímóti veljara­skaranum hjá Sjálfstæðisflokkinum, sum hevði fingið 38 prosent, um altingsval hevði verið nú, skrivar Morgunblaðið. Íslendska stjórnin størri stuðul Nógv donsk ungfólk eru misnýtarar Síðan flogvøllurin í Vágum er longdur, eru væl fleiri heilt smá flogfør lend í Føroyum. Sum heild er ferðafólkastreymurin um flogvøllin vaksin í ár Fleiri smærri flogfør vitja Randi Jacobsen Síðst í juni varð lýst við ískoytisútbúgvingini til bachelor fyri fólkaskúlalærarar og námsfrøðingar. Men Føroya Lærarafelag mælir í fyrsta umfari lærarum við gomlum læraraprógvi frá at søkja inn á læraraskúlan. Fyrst vil Føroya Lærarafelag vita, um Mentamálaráðið rindar skeiðsgjaldið fyri lærararnar, sum søkja inn til útbúgvingina. Eisini vil felagið vita, um ráðið rindar ferðaendurgjald teir dagarnar, lærarar skulu møta til undirvísing. Triði spurningurin er, hvussu stóran t í m a n i r ð u r s k u r ð lærararnir fáa í sambandi við lesnaðin. - Til hesir spurningar eru svaraðir, noktar Lærarafelagið limum sínum at søkja um upptøku til lesnaðin, skrivar felagið á heimasíðu síni. Nokta limunum at søkja inn á læraraskúlan Ósvaraðir spurningar ger, at Føroya lærarafelag noktar limum sínum at sækja inn á læraraskúlan