mikudagur 4. juli 2012síða 6
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 4. juli 2012 · Nr. 76
6
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Borgarstjórafrúan
vil hava
avbjóðingar
– Eg havi funnið útav, at tað nyttar ikki at taka sær atfinningar ov nær. Tað sigur Hjørdis
Mortensen, kona borgarstjóran í Tórshavnar Kommunu. Henni dámar væl avbjóðingar, og
tað fær hon sum borgarstjórafrúa og í dagliga starvinum, hon hevur havt í 50 ár
Rannvá G. Fossaberg
Heinesen Myndir
Hon situr trúføst undir liðini á
borgarstjóranum í størstu komm
ununi í landinum, tá hann eitt nú
er vertur fyri kongaligum gestum,
er á konsert, fer uttanlands í ar
beiðsørindum og fær vitjan av út
lendskum stjórnarleiðarum.
– Eg havi fingið nógvar upp
livingar, síðani maðurin bleiv
borgarstjóri, men eg haldi ikki, at
eg sjálv eri broytt stórvegis, sigur
Hjørdis Mortensen. Í hesum døg
um kann hon hátíðarhalda, at
hon í samfull 50 ár hevur starv
ast sum stjórarskrivari hjá Trygg
ingarfelagnum Føroyar.
Stjórin bjóðaði starvið
At kunna hátíðarhalda 50 ára
starvsdag er nakað, sum Hjørdis
onkursvegna heldur vera løgið.
– Sjálvandi er tað stórt fyri
meg, men samstundis minnir tað
meg eisini á, hvussu skjótt tíðin
gongur, sigur Hjørdis Mortensen,
sum minnist fyrsta arbeiðsdagin
fyri 50 árum síðan.
– Fyrsti arbeiðsdagur var ein
vakur summarmorgun í 1962.
Eg minnist, at eg skuldi sita við
eini skrivimaskinu av tí gamla
slagnum, og sum nakað av tí fyrsta
fekk eg upplæring í at seta pappír
í maskinuna, greiðir Hjørdis frá.
Tað var stjórin á Tryggingini tá,
Thomas Thomasen, ið bjóðaði
henni starvið.
– Skrivarin hjá
Thomasen,
sum
varð nevndur við
eftirnavni,
hevði
sagt seg úr starvi,
og Thomas helt, at
eg var væl egnað til
júst hetta arbeiðið,
og hann bjóðaði
mær so fulltíðar
starv sum skrivari,
sigur
Hjørdis
Mortensen. Henni
dámdi alt fyri eitt
á nýggja arbeiðs
plássinum.
–
Eg
treivst
beinanvegin, tí eg
gjørdi tað, mær
dámdi, sum var
og framvegis er
at skriva, rætt
lesa og reinskriva,
umframt at røkja
aðrar umsitingar
uppgávur, sigur
Hjørdis
Morten
sen og leggur afturat:
– Vit vóru einans 11 starvsfólk
at byrja við, og vit vóru nøkur, sum
kendust. Upp á mangar mátar
vóru vit sum ein lítil familja,
minnist Hjørdis Mortensen.
Hesi 50 árini, hon hevur starv
ast á Tryggingini, er nógv broytt,
men serliga teldurnar hava broytt
arbeiðsdagin og gjørt hann mun
andi lættari.
– Áðrenn teldurnar brúktu
vit eitt nú kalkerpappír, og tað
var ikki lukkuligt, um tú gjørdi
ein feil, tí so mátti alt viskast ella
skrivast av nýggjum. So hvørt sum
tøknin bleiv ment, bleiv arbeiðið
lættari. Eg minnist, hvussu fyrstu
teldurnar í 80árunum fyltu alt
skrivaraborðið. Í dag fáast teldur
í lummastødd.
Samanhaldi er
altavgerandi
Í dag er ikki óvanligt, at fólk
royna seg innan fleiri ymisk yrki,
men
Hjørdis
M o r t e n s e n
hevur ongantíð
havt hug til at
fingið sær annað
arbeiði.
– Eg geri tað,
mær dámar og
trívist væl, so eg
havi
ongantíð
ordiliga
sæð
nakra orsøk til at
finna mær ann
að arbeiði, sigur
Hjørdis Morten
sen. Hon vísir á,
at samanhaldið á
arbeiðsplássinum
altíð hevur verið
nakað serligt á
Tryggingini.
– Vit hava altíð
havt tað gott sam
an sum starvsfe
lagar. Sjálvandi er
munur á at vera 11
starvsfólk og so at
vera eini 130, men javnan verður
skipað fyri útferðum, hugnaløtum
og veitslum, so samanhaldið er
gott. Tað hevur stóran týdning,
haldi eg, sigur Hjørdis Mortensen.
Hon og borgarstjórin búgva tætt
við arbeiðsplássið, og tað hevur
eisini týdning.
– Tað er deiligt ikki at skula
brúka langa tíð upp á ferðing. Ser
liga tá børnini vóru smá, var tað
ein fyrimunur, at arbeiðsplássið
lá tætt við heimið, greiðir Hjørdis
Mortensen frá og heldur fram:
– Eg og maðurin arbeiða nógv,
men vit hava eisini tíð til at
gera onnur ting og kunnu røkja
onnur áhugamál, sigur Hjørdis
Mortensen, sum sjálv í nógv ár
hevur íðkað fimleik við Havnar
Fimleikafelag.
Trívist sum
borgarstjórafrúa
Afturat fultíðarstarvinum á Trygg
ingini er Hjørdis Mortensen kona
Heðin Mortensen, borgarstjóra
í Tórshavnar Kommunu, og tað
merkir, at hon javnan er við
manninum, tá ymiskar uppgávur
sum borgarstjóri skulu røkjast.
Eisini uppgávur uttanlands.
– Eg meti ofta sjálv, nær eg
eigi at vera við Heðini til okkurt,
og nær tað ikki er neyðugt. Tí
betur eru tey lagalig á mínum
arbeiðsplássi, soleiðis at eg kann
fáa frí, tá okkurt er, sum eg skal til
saman við Heðini, greiðir Hjørd
is Mortensen frá. Sum borgar
stjórafrúa er hon við til nógv
ymisk tiltøk og er tískil eisini
javnan at síggja í fjølmiðlunum.
Hóast henni ikki altíð hóvar at
skula sita á fremstu røð, so er tað
ikki nakað, ið órógvar hana stór
vegis.
– Tað er ein partur av tí. Eg
haldi ikki, at eg hugsi so nógv um,
at eg á ein hátt eri ein almennur
persónur, tí eg tími væl at fara
við manninum, tá hann skal
røkja onkrar uppgávur sum borg
í meldrinum