mikudagur 4. juli 2012síða 7
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
Mikudagur 4. juli 2012 · Nr. 76
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
í meldrinum
arstjóri, og tað fellur mær lætt at
luttaka á teimum ymisku tiltøk
unum, sigur Hjørdis Mortensen.
– Eg havi fingið nógvar upp
livingar, sum eg annars ikki hevði
fingið, og hitt nógv kend fólk,
sigur Hjørdis Mortensen.
Maður hennara bleiv fyrstu
ferð valdur sum borgarstjóri í
Tórshavnar Kommunu í 2005, men
Hjørdis Mortensen heldur ikki,
at hon á nakran hátt er broytt
sum persónur, eftir at maðurin
gjørdist borgarstjóri.
– Eg haldi, at eg eri tann sama,
sum eg var áðrenn 2005. Í roynd
og veru hugsi eg ikki so nógv
um, at maðurin er borgarstjóri.
Eg haldi heldur ikki, at eg geri
meira burtur úr útsjóndini, og
kann saktans fara til handils í
rokaligum klæðum, sigur Hjørdis
Mortensen og flennir.
Kann ikki vera erkvisin
At hava ein mann, sum øll hava
eina meining um, og sum javnan
fær atfinningar, er nakað, Hjørdis
Mortensen hevur vant seg við.
– Sum borgarstjóri verður tú
útsettur fyri ábreiðslur. Eg haldi,
at tað er umráðandi, ikki at taka
sær ábreiðslurnar ov nær og at
duga at vita, nær tað sømir seg
at úttala seg um okkurt. Tað er
jú ikki alt, tú skalt svara til, sigur
Hjørdis Mortensen. Hon dylir ikki,
at onkrar hendingar stundum
kunnu ávirka seg.
– Til tíðir kann eg gerast ørg
ella kedd, um onkur er ov nær
gangandi ella er órættvísur, men
eg má siga sum er, at tílíkar hend
ingar ikki eru nakað, sum eg
missi svøvnin av, fortelur Hjørdis
Mortensen og leggur afturat, at
fólk fyri tað mesta eru fitt og fyri
komandi.
– Fólk eru vanlig og siga sjáldan
nakað við meg, og eg havi avgjørt
ikki havt nógvar óbehagiligar
upplivingar sum borgarstjórafrúa.
Okkara nærmastu koma onkuntíð
og tosa við meg um okkurt mál,
sum er frammi, men tað er ikki
soleiðis, at fólk steðga mær á
gøtuni fyri at práta um eitt nú
kommunumál, greiðir Hjørdis frá.
Heldur ikki heima við hús tosa
Hjørdis Mortensen og borgar
stjórin serliga nógv um politikk.
- Vit práta sum øll onnur pør
um arbeiðsdagin, og hvat vit hava
upplivað, men sum heild tosa vit
ikki nógv um politikk heima hjá
okkum sjálvum, sigur Hjørdis
Mortensen og leggur afturat:
– Sjálvandi sigi eg honum
eisini, hvat eg haldi um okkurt
ávíst, sigur Hjørdis Mortensen og
smílist.
– Fólk eru vanlig og siga sjáldan nakað við
meg, og eg havi avgjørt ikki havt nógvar
óbehagiligar upplivingar sum borgarstjórafrúa