mikudagur 4. juli 2012síða 8
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 4. juli 2012 · Nr. 76
8
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Eyðun Klakstein
Veljararnir geva samgonguni
við Sambandsflokkinum,
Fólkaflokkinum, Sjálvstýris
flokkinum og Miðflokkinum
ein so dyggan lúsing, sum tað
sjáldan er sæð áður.
Samgongan hevur staðið
fyri umstríddum broyting
um í samfelagnum, og líkt er
til, at veljarar í hópatali venda
samgonguflokkunum baki.
Sambært nýggjari veljara
kanning, sum Gallup Føroyar
hevur gjørt fyri Sosialin 9
mánaðir eftir løgtingsvalið,
høvdu samgonguflokkarnir
mist næstan 10 prosent av
atkvøðunum, um val var nú.
Avleiðingin av tí hevði
verið, at samgongan hevði
mist meirilutan, Fólkaflokk
urin hevði misti trý tingfólk,
og Sjálvstýrisflokkurin hevði
rokið úr løgtinginum.
Stóru andstøðuflokkarnir
høvdu hinvegin vunnið heili
4 tingfólk, og Javnaðarflokk
urin hevði verið størsti flokkur.
Fólkaflokkurin
stóri taparin
Á løgtingsvalinum í oktober
stóð Fólkaflokkurin seg væl
og fekk 22,5 % av atkvøðun
um og 8 tingfólk. Í veljara
kanningunum síðani hevur
tað støðugt gingið skeivan
vegin hjá flokkinum, og hó
ast tað úr flokkinum altíð
verður sagt, at Fólkaflokkur
in stendur seg illa í veljara
kanningum, so er nýggja
veljarakanningin lítið huga
ligur lesnaður hjá flokkinum.
Tí samstundis sum tað upp í
saman verður ført fram, at
Jørgen Niclasen er sterki
politikarin í samgonguni,
hevur Fólkaflokkurin sam
bært veljarakanningini mist
nógvar veljarar seinastu 9
mánaðirnir.
Undirtøkan hjá flokkinum
er í kanningini bert 15,7 pro
sent, og tað kostar trý ting
fólk.
Men Fólkaflokkurin hevur
havt stór sveiggj í undir
tøkuni í veljarakanningunum
seinasta árið. Bert tveir
mánaðir fyri valið, stóð
Fólkaflokkurin til at fáa 15,9
prosent av atkvøðunum í
einari veljarakanning, men
buldraði so fram í aðrari
veljarakanning upp undir
valið og endaði við at fáa 22,5
prosent av atkvøðunum.
Vandringsmatrisan vísur
eisini, at ein týðandi partur
av missinum hjá Fólka
flokkinum í hesi kanning
eru fólk, sum svara, at tey
vita ikki, hvønn tey høvdu
valt, um val var nú.
Sambandið
gongur aftur
Sambandsflokkurin var stóri
vinnarin av løgtingsvalinum
í oktober. Flokkurin fekk heili
24,7 prosent av atkvøðunum
og var um reppið at vinna 9.
tingfólkið.
Í tveimum veljarakanning
um síðani valið hevur Sam
bandsflokkurin hildið stand,
hóast samgongan hevur ver
ið fyri nógvum atfinningum.
Men í nýggju veljarakann
ingini fær Sambandsflokkur
in ein undir vangan og missir
2,5 prosent av atkvøðunum.
Flokkurni varðveitir tó síni 8
tingfólk.
Hvør sín veg
Pílarnir hjá teimum
báðum smærru
samgonguflokkunum peika
hvør sín veg. Bæði Miðflokk
urin og Sjálvstýrisflokkurin
hava
síðani
løgtingsvalið
kent sviðan av vánaligum
veljarakanningunum,
men
meðan Miðflokkurin hesa
ferð fótar sær og gongur
fram, stendur Sjálvsstýris
flokkurin til at missa sína
umboðan í løgtinginum.
Óvissan við teimum smáu
flokkunum er sjálvandi stór,
men meðan Sjálvstýrisflokk
urin støðugt stríðist fyri at
verða innanfyri og omanfyri
tinggáttuna, tykist Miðflokk
urin at hava vent skeivu
gongdini í undirtøkuni
fyri flokki
Samgongan
Cum in ulput velismod min ex
eum elendre facin vero deliquam,
veliquate faci tat aute exer am ero
commod dignim veleseq uipsustrud
Cum in ulput velismod min ex
eum elendre facin vero deliquam,
veliquate faci tat aute exer am ero
commod dignim veleseq uipsustrud
Javnaðarflokkurin er
stóri vinnarin av hesi
veljarakanningini og
er nú størsti flokkur
og fær 8 tingfólk
Veljarakanning Samgongan missir 10 % av atkvøðunum og 4 tingfólk, og harvið missir hon eisini
meirilutan á løgtingi í nýggjari veljarakanning, sum Gallup Føroyar hevur gjørt fyri Sosialin. Stóri
taparin er Fólkaflokkurin, meðan stóru andstøðuflokkarnir vinna fýra tingfólk frá samgonguni
Veljarakanning
Veljarakanning – úrslit
Flokkur
Kanning
Val okt. 2011
Munur
Fólkaflokkurin
15,7
22,5
- 6,8
Sambandsflokkurin
22,2
24,7
- 2,5
Javnaðarflokkurin
23,1
17,8
+ 5,3
Sjálvstýrisflokkurin
2,9
4,2
- 1,3
Tjóðveldi
22,1
18,3
+ 3,8
Miðflokkurin
7,2
6,3
+ 0,9
Framsókn
6,8
6,2
+ 0,6
Tal á veljarum í kanningini: 518
Gallup Føroyar
Veljarakanning – tingsessir
Flokkur
Kanning
Val okt. 2011
Munur
Fólkaflokkurin
5
8
-3
Sambandsflokkurin
8
8
0
Javnaðarflokkurin
8
6
+2
Sjálvstýrisflokkurin
0
1
-1
Tjóðveldi
8
6
+2
Miðflokkurin
2
2
0
Framsókn
2
2
0
Gallup Føroyar
Veljarakanning – gongdin seinastu 9 mánaðirnar
Flokkur
Val
okt. 2011
Gallup
des. 2011
Gallup
feb. 2012
Gallup
juli 2012
Fólkaflokkurin
22,5 % (8)
19,2 % (7)
19,0 % (6)
15,7 % (5)
Sambandsflokkurin
24,7 % (8)
24,9 % (8)
24,4 % (8)
22,2 % (8)
Javnaðarflokkurin
17,8 % (6)
20,2 % (7)
20,2 % (7)
23,1 % (8)
Sjálvstýrisflokkurin
4,2 % (1)
2,7 % (0)
3,3 % (1)
2,9 % (0)
Tjóðveldi
18,3 % (6)
18,9 % (6)
20,8 % (7)
22,1 % (8)
Miðflokkurin
6,3 % (2)
5,9 % (2)
4,9 % (2)
7,2 % (2)
Framsókn
6,2 % (2)
8,4 % (3)
7,4 % (2)
6,8 % (2)
Tjóðveldið hevur støðugt
gingið fram í seinastu
trimum veljarakanningun
um og stendur nú til at fáa
8 tingfólk
Miðflokkurin og Fram
sókn ganga báðir fram
samanborið við
seinasta val og
varðveita síni tingfólk