Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-07-04, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 4. juli 2012síða 9

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 Mikudagur 4. juli 2012 · Nr. 76 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 fær av at vita Fólkaflokkurin hevur í seinastu veljarakann­ing­ unum støðug gingið afturá og stendur nú til at fáa 5 tingfólk Veljarakanning num, sum tvær veljara­kann­ ingar framman­undan annars hava givið ábend­ing­ar um. Vinnararnir Hóast formaðurin í Javn­að­ ar­flokkinum hevur fingið ákoyringar frá eitt nú fyrr­ verandi formanninum í flokki­num fyri, at hann hevur ikki verið nóg virkin og ágangandi sum and­støðu­ politikkari, kann Aksel Jo­ hannesen fegnast stórliga um nýggju veljara­kanning­ ina. Javnaðarflokkurin hevði, um val var nú, fingið eina framgongd upp á meira enn fimm prosent og hevði vunn­ ið tvey ting­fólk, so at flokk­ urin hevði sitið í átta sess­ um í tinginum. Tjóðveldi hevur síðani løg­tingsvalið havt støðuga fram­gongd í veljara­kann­ing­ unum, og nú bragdar av álv­ ara hjá flokkinum. Tjóðveldi fekk 6 tingfólk á valinum í oktober, men hevði fingið 8 fólk, um val var nú. Undir­ tøkan í prosentum var 18,3 á løgtingsvalinum, men er nú komin upp á 22,1 prosent. Høgni Hoydal hevur sein­ astu mánaðirnar verið mark­ antur og virkin sum and­ støðu­politikari, og hetta hevur møguliga viðvirka til góða úrslitið í nýggju veljara­ kanningini. Framsókn heldur stand Nýggjasti flokkurin í løg­ tinginum, Framsókn, stendur til at varðveita síni tingfólk. Í fyrstu veljarakanningini eftir løgtingsvalið, gekk flokk­ urin fram og vann ein ting­ sess afturat, men síðani er undirtøkan minkað aftur. Hinvegin er Framsókn aftur í hesari veljarakanningini í plus samanborið løgtings­ valið og stendur til at varð­veita síni tvey ting­ fólk. Greið boð til samgonguna Eyðun Klakstein Jenis av Rana er ovur­ fegin um úrslitið í nýggju veljara­kanningini, sum gevur Miðflokkinum, Javn­aðarflokkinum, Tjóð­veldi og Framsókn framgongd. – Hetta eru greið boð frá fólkinum , at tey siga kortanei til tann aggres­ siva og hjartaleysa poli­ tikkin hjá pørtum av sam­gonguni. Fólka­flokk­ ­urin og teirra stuð­uls­ flokkur Sjálv­stýris­flokk­ urin hava staðið á odda fyri politikkinum, og tað eru eisini teir, sum missa mest, sigur Jenis av Rana. – Eg eri eisini fegin um, at fólk taka undir við okkara flokki og sjónarmiðum. Vit hava verið partur av sam­ gonguni fyri at royna at ávirka hana rætta vegin, men vit hava sam­ stundis gjørt púra greitt, at vit taka als ikki undir við tí hjartaleysa poli­ tikkinum, sum sam­ gong­an eisini hevur stað­ið fyri, sigur hann. – Nú vóni eg, at menn og kvinnur í samgonguni síggja greiða signalið frá fólkinum og broyta poli­ tikkin. Er hetta ikki bara eitt úrslit av einum snildum politiskum trekki hjá tær, har tú hevur roynt at lagt sjógv millum Mið­flokkin og sam­gong­ una, hóast tit eru partur av samgonguni? – Hondina á hjart­að, nei! Partar av poli­tikk­ inum hjá samgonguni hava verið stikk ímóti øllum tí, sum eg gangi inn fyri, og tí havi eg sagt mín erligu hugsan. Tað hevði verið nógv lættari bara at farið við streyminum, men tað havi eg ikki viljað gjørt. Sambands­flokkurin missir undirtøku, men varðveitir sítt tingmannatal Sjálvstýrisflokkurin stendur í nýggju veljara­kanningini til at missa sítt eina tingfólk MIÐFLOKKURIN – Fólkið sigur kortanei til tann aggressiva og hjartaleysa politikkin hjá pørtum av samgonguni, sigur Jenis av Rana, formaður í Miðflokkinum – Nú vóni eg, at menn og kvinnur í samgonguni síggja greiða signalið frá fólkinum og broyta politikkin, sigur Jenis av Rana Jørgen Niclasen og Fólkaflokkurin eru stóru taparar­nir í nýggju veljara­ kanningini Mynd: The Council of the European Union